flokkinum er tað hansara fremsta mál at fáa tað besta fram, sum flokkurin kann bjóða, vísir Kaj Leo víðari á. Formaður Sambandsfloksins sigur, at tað tekur tíð at finna seg til sættis í starvinum sum nýggjur [...] nýggjur floksformaður, og frá egnum royndum veit hann, at tað tekur eini tvey ár at gerast rættiliga tryggur við sín nýggja leiklut. - Tað er neyðugt at sleppa lokala spjaldrinum, tí sum floksformaður er mann [...] alt landið, sigur Kaj Leo Johannesen. Formaður Sambandsfloksins væntar tó ikki, at tað fer at verða nakar trupulleiki at samstarva við Fólkaflokkin eftir formansskiftið. - Á borgarliga vonginum verður
tíðina sagt, at vit høvdu aðrar alternativar møguleikar at fáa henda peningin til vega. Vit gjørdu tó av fyrst at royna bankar og sparikassa, men allir sýttu. Og tó misti eg ongantíð trúnna á, at okkum fór [...] fór at eydnast at fáa fíggjarligu viðurskiftini og likviditetin hjá kommununi upp á pláss. Steinbjørn sigur, at kommunan vendi sær til lív fyri júst eini viku síðan, og longu seinasta fríggjadag svaraði [...] svaraði LÍV, at tey vildu læna kommununi tær 20 miljónir krónurnar. - Tað undrar meg framvegis, at lánistovnarnir noktaðu, leggur hann aftrat. Hann ásannar, at tann tá óloysti likviditeturin hjá kommununi ávirkaði
vera eitt gott høvi hjá fólki at siga sína hugsan um hetta málið, soleiðis at tað hevur møguleika at fyrireika eina møguliga kommunusamanlegging í framtíðini. Sagt verður, at fær eingin av teimum trimum [...] ng, har staðfest verður, at hesar báðar grannakommunurnar eru tær einastu sum skulu velja hvørja samstarvseind tær vilja verða partur av. Henda lógin staðfestir somuleiðis, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur [...] valmøguleikar eru at tala støðu til, tá talan er um samstarvseind: Tórshavnar kommuna, Sunda kommuna ella tær tríggjar kommunurnar í Vágum – Sandavágur, Miðvágur og Sørvágur. Sagt verður, at ein samstarvseind
brimið so nógv, at sjógvurin skolaði tvørtur um byrgingarnar eystantil og førdi runu og grót við sær. Tað eru eini fýra ár síðani, at hendan byrgingin var bygd, júst við tí fyri eyga at verja fyri fótb [...] var brimið fríggjakvøldið, at tað floymdi upp um byrgingina. Sum myndirnar vísa er mest sum allur vøllurin undir í runu og gróti, og tað verður ikki bara sum at siga tað at rudda alt aftur. Sum skilst [...] sentimetrar tjúkk. Menn frá Tórshavnar kommunu skuldu í dag fara at vita, um teir fáa rudda vøllin aftur, men tað sigur seg sjálvt, at trupult verður at fáa alla rununa upp, tí hon er eyðvitað sokkin niður í k
ikki, at viðurskiftini eru nakað boytt, eftir at Pia Christmas-Møller hevur tikið seg úr konservativa fólkatingsbólkinum, sigur Kaj Leo Johannesen Í gjár gjørdist greitt, at Kaj Leo Johannesen fer at taka [...] merkir tað, at atkvøðan hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi nú ikki longur er hin 90?instjúgunda, men hin 89?instjúgunda. Men av tí at Christmas-Møller eisini hevur boðað frá, at hon kortini fer at stuðla stjórnini [...] stjórnini, heldur Kaj Leo Johannesen ikki, at støðan er nakað broytt. - Eg fari framvegis at arbeiða eftir tí leisti, sum Sambandsflokkurin hevur samtykt í samráð við Vinstra, og sum eisini er í tráð við
Tjóðveldi, Høgni Hoydal: - Samgongan skilmarkar fólkaræði sum at meirilutin ræður. Hetta er langt við síðuna av. Fólkaræði er, at tað verður ansað eftir, at eingin ger seg inn á stjórnarligu skipanirnar, sum fólkið [...] hesum plaga pressan og serfrøðingar at hava stóran leiklut, men soleiðis hevur tað ikki verið í Føroyum, nú samgongan hevur samtykt, at hon skal hava longri tíð at fremja sínar ætlanir, enn tað altíð hevur [...] siðvenja. Sipað verður til samtyktina leygardagin um at stytta freistina fyri at útskriva løgtingsval. Marjus Dam og Poul Michelsen, samgongutingmenn, vístu á, at landsstýrið hevur fingið styttri freist, enn tað
Eitt er givið, at tess størri kommunueindin er, tess lættari verður tað at skipa fyri stórum og áhugaverdum arbeiðsumhvørvum, sum er ein fortreyt fyri at fáa væl útbúgvin starvsfólk at støðast í nærumhvørvinum [...] ið seta sín dám á at skapa okkara mentan. Hóast hetta ríka tilfeingi, so havi eg tað fatan, at vit ikki mugu gera eins og kinesararnir gjørdu á sinni,- múra okkum inni, við vanda fyri at enda sum minsta [...] er lagt út til kommununar at umsita, er dagstovnaøkið, og tað er ikki óhugsandi, at málsøkini skúlamál og eldramál verða tey næstu økini, ið verða flutt út til kommunurnar at umsita. Hesi mál eru oftast
Fyrireikararnir siga, at skeiðið er fyri øll pør, og at tað er skeivur hugburður at halda, at slík skeið bara eru fyri tey, sum hava trupulleikar. Endamálið við skeiðnum er millum annað at menna hjúnabandið [...] hækkaðan samlívskvalitet, at fyribyrgja og loysa trupulleikar, sum stinga seg upp í hjúnabandinum og at læra seg at tosa saman um alt, sum hevur við hjúnabandið at gera. Skeiðið er ætlað at verða eitt afturvendandi [...] afturvendandi tiltak, og heitt verður eisini á tilkomin pør at vera við frá byrjan, so hesi eru betur før fyri at hjálpa ungum pørum við hollari ráðgeving.
dagar longri tíð at fáa málini samtykt, enn um verandi freist upp á fimm vikur verður galdandi. Tí er mest sannlíkt, at tingið í morgin fer at samtykkja, at freistin verður stytt. Tað merkir sambært álmanakkanum [...] Jacobi Vestergaard, um at stytta freistina fyri at útskriva val úr fimm niður í tríggjar vikur, verður samtykt. Men við øllum teimum uppskotum, sum tingið hevur til viðgerðar í løtuni, fær samgongan 14 dagar [...] álmanakkanum, at Løgtingið hevur arbeiðsfrið heilt fram til jóla, tí seinasti valdagur er 19. januar. Í uppskotinum stendur: ?Mælt verður til at stytta freistina fyri útskriving av vali. Núgaldandi freist
aðrar møguleikar enn at fáa onkran at lesa listarnar upp fyri seg og so vóna, at tey minnast, hvør er uppstillaður. Ein avleiðing av slíkum tvørleikum er, at nógv blind og sjónveik velja at atkvøða við brævatkvøðu [...] Gott hevði verið at fingið vallistarnir á ljóðfløgu, so tey blindu fingu sama møguleika, sum onnur, at kunna seg, tá tey skulu seta krossin, halda tey á Blindastovninum Nú vallistarnir til Løgtingsvalið [...] og ongan møguleika at sita í frið og náðum og kunna seg um valevnini á teimum ymsu listunum. Hetta er komið fram, nú Ráðið fyri Brekað varpar ljós á møguleikan hjá teimum brekaðu at kunna seg politiskt