- Eg eri ógvuliga fegin um avtaluna

Tað var ein fegin og takksamur borgarstjóri í Klaksvík, sum Portalurin hevði í telefonin fyri løtu síðan - Eg eri ógvuliga fegin um hesa loysnina, sum merkir, at vit nú - umframt at klára okkara skyldur ? eisini hava fingið stabilan likviditet.

Tað sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, nú vit hittu hann í telefonini fyri lítlari løtu síðan.

Hann er sera fegin um avtaluna, sum Klaksvíkar kommuna og LÍV hava gjørt um eina lániavtalu á 20 miljónir krónur.

- Eg havi alla tíðina sagt, at vit høvdu aðrar alternativar møguleikar at fáa henda peningin til vega. Vit gjørdu tó av fyrst at royna bankar og sparikassa, men allir sýttu. Og tó misti eg ongantíð trúnna á, at okkum fór at eydnast at fáa fíggjarligu viðurskiftini og likviditetin hjá kommununi upp á pláss.

Steinbjørn sigur, at kommunan vendi sær til lív fyri júst eini viku síðan, og longu seinasta fríggjadag svaraði LÍV, at tey vildu læna kommununi tær 20 miljónir krónurnar.

- Tað undrar meg framvegis, at lánistovnarnir noktaðu, leggur hann aftrat.

Hann ásannar, at tann tá óloysti likviditeturin hjá kommununi ávirkaði kommunuvalið ? ikki minst fyri borgarstjóran.

- Høvdu vit havt loyst hetta málið fyri valið, hevði støðan helst verið ein heilt onnur, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.