Stór avbjóðing

Kaj Leo Johannesen, sum sjálvur er ungur floksformaður, ávarar nýggja formannin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, um, at tað er ein stór uppgáva at taka upp á seg

- Jørgen má venja seg við, at tá hann úttalar seg, so er tað ikki bara fyri seg sjálvan, men fyri allan flokkin, og tað er ein heilt nýggjur leiklutur, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins.

- Uppgávan verður savnandi og semjusøkjandi, og sum leiðari í flokkinum er tað hansara fremsta mál at fáa tað besta fram, sum flokkurin kann bjóða, vísir Kaj Leo víðari á.

Formaður Sambandsfloksins sigur, at tað tekur tíð at finna seg til sættis í starvinum sum nýggjur floksformaður, og frá egnum royndum veit hann, at tað tekur eini tvey ár at gerast rættiliga tryggur við sín nýggja leiklut.

- Tað er neyðugt at sleppa lokala spjaldrinum, tí sum floksformaður er mann um nakað politikari fyri alt landið, sigur Kaj Leo Johannesen.

Formaður Sambandsfloksins væntar tó ikki, at tað fer at verða nakar trupulleiki at samstarva við Fólkaflokkin eftir formansskiftið.

- Á borgarliga vonginum verður í hvussu er eingin trupulleiki. Og hvat sjálvbjargni viðvíkur, so er tað ikki upp til okkum, men til Fólkaflokkin at gera av, hvat hann vil. Mín uppgáva er so at finna semjur við allar flokkar, og tað ber eisini til so leingi vit fara so væl við øðrum, sum vit sjálvi vilja verða viðfarin, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins.