Nú vallistarnir til Løgtingsvalið verða kunngjørdir, eru tey nøkur, sum í ávísan mun kenna seg við sviðið so. Nógvir blindir veljarar hava nevniliga lítlan og ongan møguleika at sita í frið og náðum og kunna seg um valevnini á teimum ymsu listunum.
Skráir og listar á ljóðfløgu
Hetta er nakað av tí, ið er komið fram, nú Ráðið fyri Brekað varpar ljós á møguleikan hjá teimum brekaðu at kunna seg politiskt, nú tað stundar til val.
Í teimum førum, har vallistarnir eru komnir á heimasíðurnar hjá flokkunum, hava tey blindu, ið nýta teldu og lesiforrit, ikki stórvegis trupulleikar. Um tey eru haldarar av netútgávuni av bløðunum, hava tey eisini møguleika at fylgja orðaskiftinum har við hjálp frá lesiforritinum
Hinvegin eru tað framvegis nógv blind, ið ikki nýta teldu, vísir Blindastovnurin á. Sum er, hava hesi fáar aðrar møguleikar enn at fáa onkran at lesa listarnar upp fyri seg og so vóna, at tey minnast, hvør er uppstillaður. Tí hevði tað verið ynskiligt, um vallistarnir vórðu givnir út á ljóðfløgu, sum tey sjálvi kunnu sita við.
Sama skilið er sjálvsagt við skrivliga valtilfarinum, ið bert verður sent við postinum. Eisini her hevði tað bøtt munandi um støðuna, um flokkarnir lósu eitt nú sínar stevnuskráir inn á ljóðfløgu við atliti til tey blindu og sjónveiku, halda brúkarar á Blindastovninum.
Spell at raka við síðuna av
Eisini á sjálvum valstaðnum renna nógv blind seg í óhepnar forðingar. Gamaní hava tey rætt til at fáa hjálp at velja frá fólki á valstaðnum, men tá er ikki lætt at hava valið loyniligt, vísa tey á Blindastovninum á.
Sjálvi hava tey spælt sær við tankan um at gera eina skabelón, ið tey kunnu leggja yvir vallistan, og síðani seta krossin við at telja út frá listanum, sum tey hava kunnað seg um heimanífrá. Men, sum ein av brúkarnum á Blindastovninum vísir á,
- Skjótt er at telja skeivt, og tá er tað harmiligt, at hava rakt við síðuna av vallevninum, sum tú ætlaði at velja.
Brævatkvøða ein møgulig loysn
À Blindastovninum minna tey á, at ein avleiðing av slíkum tvørleikum er, at nógv blind og sjónveik velja at atkvøða við brævatkvøðu. Á tann hátt kunnu tey sita við sínum lesiglasið ella lesitóli og avgreiða valið sjálvi. Nógv eru tó hørm um, at tey tá verða snýtt fyri stemningin á valstaðnum og fyri kensluna av, at valdagurin er ein heilt serligur dagur.
Annars halda tey, at tey blindu er væl tryggjaði í vallógini. Sambært henni, hava tey nevniliga møguleika til sjálvi at velja sær eitt fylgisfólk við inn at seta krossin, og er hetta ein møguleiki, alsamt fleiri blind og sjónveik, brúka.
Hóast ymiskt er eftir at ynskja sær, eru tey á Blindastovninum sum heild væl nøgd við heimasíðurnar hjá teimum ymsu politisku flokkunum. Samanumtikið eru síðurnar lættar at finna runt í, og tað er sjáldan nakað stórvegis, ið ørkymlar á sama hátt, sum á nógvum øðrum heimasíðum.