Vestmanna: Annar parturin av fólkaatkvøðuni verður gjørdur sambært lógini um sjálvbodna kommunusamanlegging, har staðfest verður, at hesar báðar grannakommunurnar eru tær einastu sum skulu velja hvørja samstarvseind tær vilja verða partur av. Henda lógin staðfestir somuleiðis, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur skulu verða partur av somu samstarvseind.
Tríggir valmøguleikar eru at tala støðu til, tá talan er um samstarvseind: Tórshavnar kommuna, Sunda kommuna ella tær tríggjar kommunurnar í Vágum – Sandavágur, Miðvágur og Sørvágur. Sagt verður, at ein samstarvseind skal skipast áðrenn 1. oktober í ár, tí annars fer Innlendismálaráðið at velja eina slíka.
Henda vegleiðandi fólkaatkvøðan leygardagin í næstu viku snýr seg ikki um at leggja kommunur saman, men er ein spurningur um eina samstarvseind. - Henda samstarvseindin avmarkar tó møguleikarnar at leggja saman. Velja vit til dømis Vágar sum samstarvseind, so ber bert til at leggja saman við Kvívík ella kommununum í Vágum, verður sagt úr Vestmanna.
Bygdarráðið í Vestmanna heldur tað vera eitt gott høvi hjá fólki at siga sína hugsan um hetta málið, soleiðis at tað hevur møguleika at fyrireika eina møguliga kommunusamanlegging í framtíðini.
Sagt verður, at fær eingin av teimum trimum valmøguleikunum meiri enn helmingin av atkvøðunum, verður nýggj fólkaatkvøða beinanvegin. Tá verður valt millum tær báðar samstarvseindirnar, sum fingu flestar atkvøður.