Gladsaxe og vitjaði AB. Talan var so at siga um seks stigs uppgerð, sum heimaliðið vann sannførandi. Úrslitið var 3?1, og avrikini boðaðu frá, at AB fer at halda fram í bestu deildini, og at sannlíkið [...] eitt mál, sum Morten Bisgaard skoraði. Upptøkurnar vístu, at talan var um mistak, og tað iðraðu teir í FCK seg gular og grønar um. Serliga harmuligur var stigamissurin hjá FCK, tá ið tað seinni sunnudagin [...] stríðnum um bronsukrónurnar. Farum hevur leingi verið nummar trý. Leygardagin vóru teir hepnir at røkka 2?2 í Århus. Heimaliðið var á odda 2?0 og skuldi havt tryggjað sær trý stig og harvið so at siga rættin
eitt so lágt lánsgjald sum møguligt - alt hetta er við til at lækka um árliga raksturin. Uppskotið hjá Sambandsflokkinum leggur upp til, at vit alt fyri eitt byrja at økja okkara eginfígging, so tunnilin [...] øðrum andstøðuflokkum. Støðan hjá Sambandsflokkinum er greið, um Suðuroyartunnilin skal gerast veruleiki, so eru vit fyrst noydd at veita tí størst møguligu eginfíggingina. Sambandsflokkurin hevur sum [...] at skula taka støðu, og er tað heldur ikki rætt, sum verður ført fram. Tað, at Sambandsflokkurin kemur við einari ítøkiligari ætlan um, hvussu vit økja okkara eginfígging, er ikki við til at órógva fy
tí einkulta, ið hevur gjørt landið so væl fyri. Ongin virðing, bert eitt háandi smíl, og at tit mugu lata ein túsundlapp afturat, so vit fáa ráð at lata nøkrum meir, so hesi seta gongd í samfelagshjólini [...] Taka vit landsbankan, so vita øll, ið arbeiða við búskapi, at avtøka av einum kassaeftirliti, og øllum øðrum ið hartil hoyrir, førir til mikla ørkymlan hjá teimum sum skullu meta um okkara kredittvirðið [...] samfelag, sum hava skapt karmarnar fyri tí vit hava, at givi somu monnum møguleika at føra seg fram, og koma fram og eiga æruna av, at teirra børn kunna fáa útbúgving o.m.a. NEI, siga hesir báðir, og teirra
nervað næmingarnar nakað serligt, tí um hugt verður eftir øllum, sum tey hava fingið burturúr, so er tað ikki so lítið. Flestu næmingarnir luttóku á framsýningini Fram í Ljósið, sum Norðoya Sparikassi stóð [...] skuldu skrivstovur gerast, so tey vórðu koyrd út. Archi sigur, at tey fingu lovað ovaru hæddina á Isenkram, men har heldur net-kaféin til, so skúlin var húsvillur í eina tíð. ? Men so kom Heri Ellingsgaard [...] tí sjúkrahúsið kann ikki lova teimum hølini langt fram í tíðina. Tað kann verða so skjótt, at sjúkrahúsið fær brúk fyri húsunum til eitthvørt annað, og so stendur Listaskúlin aftur uttan høli. Tað er heldur
sett eitt krav um minsta tímatal fyri koyrifrálæru til vanligan persónbil. Hetta er eisini í tráð við rákið uttan um okkum og seinast hava donsku myndugleikarnir í fjørvár sett fram krav um minsta tímatal [...] gott tiltak fyri at fáa frálæruna uppá eitt so einsháttað støði sum møguligt og vilja í eini nýggjari koyrikortskunngerð arbeiða fyri, at seta fram krav um minsta tímatal. Royndarkoyrikort Rættarnevndin [...] eydnast, so sleppast kann undan meiningsleysu vanlukkunum í ferðsluni, so mugu vit øll, sum á ein ella annan hátt eru partar av tilgongdini, taka í egnan barm og tora at rannsaka okkum sjálvi, um vit kunnu
tað spennandi at geva føroyskum klædnasniðgevarum møguleika at sýna fram á einari listastevnusetan. Klædnasniðgeving má sýnast fram á livandi mannakroppum, tí tað er í hesum, at sniðgevingin tekur sítt [...] minni serligar, tí í grundini hevur hugtakið móti sera lítið um ikki als einki við hugtakið list at gera. Tí er tað ein stórur spurningur um mótasniðgeving hevur nakað við eina listastevnusetan at gera [...] listarligu klæðini skeivt plaserað. Var tað, sum skráin segði frá, mótadesign, sum skuldi sýnast fram, so var til dømis sýningin hjá listamanninum Ova, ið hevði gjørt nøkur praktiskt óbrúkilig klædnapløgg
Tjóðsavnið. Talan er bæði um verandi verkætlanir, sum nú koma á mál, og um heilt nýggjar verkætlanir. 15 mió.kr . til Føroya Sjósavn frá 2026-2028 Í fjørð gjørdi Sjúrður Skaale avtalu um 20 mió til nýggja sjósavnið [...] skuldi so rindast frá 2025 og fram – annars skuldu pengarnir fella burtur. Tað hevur tíverri ikki eydnast at finna restina av fígginini, men samráðingar eru við fleiri partar, og til tess at bøta um møguleikarnar [...] stað, har lívið í sjónum verður sýnt fram, og sum kann hýsa altjóða gransking um hetta. Tí vil Javnadarflokkurin einaferð enn royna at skumpa undir verkætlanina um eitt framkomið Sjósavn í Føroyum, hóast
rúkandi ferð, alt skal ganga so skjótt. Men spurningurin er so bara, um vit fáa meira tíð til næsta okkara, sum er tað vesentliga við lívinum, hugleiðir Malmberg D. Olsen So fóru vit um nýggjársgott við einum [...] normala hjúnarlagnum harðnar, so tað sum er ónormalt skal gerast normalt. Hvat hevur so tað nýggja árið at bjóða tí einstaka? Treysti og áræði skal til, um ein skal vinna fram á leiðini. Allar fiskivin [...] lovað at leitt okkum uttan um tær sváru hendingarnar, men hann hevur lovað at leitt okkum ígjøgnum tær, og tað fer hann eisini at gera í komandi døgum. Tíðin er dýrabar, men so fingu vit eitt sekund aftrat
sigur: Hvør tosar um avstand í dag? Tað tekur bara sindur meiri enn ein tíma, frá tí tú fert higani og til tú ert í Havn. Tað er einki. Og so sleppur ein einar 10 ferðir um Skopunarfjørð um dagin, sigur hann [...] Skálavíkar er ikki ein hugsan, sum tey komu fram til eftir stuttari løtu. Nei, eg havi ætlað hetta í mong ár. Og so bleiv tað bara til tað nú. Vit keyptu eini hús her, og so var bara at sleppa sær suður og fara [...] fyri at koma fram og aftur um ein skal onkustaðni. Bil hevur Áslakkur ikki, men eitt lítið prutl, sum hann brúkar til at gerast ymisk ørindi í bygdini. Hetta prutlið er gamalt, næstan líka so gamalt sum
álvara; hann brann fyri søk síni - tað hann hugsaði, segði hann beint fram - sama hvør var mótpartur. Hann veik ikki uttanum, um tað so kundi svíða, fals kom honum ikki til hugs; tað var honum í holdið borið [...] strembanini fyri tí samfelag, sum hann metti hava týdning at vinna enn longur fram á leiðini við. Minnini um John Smith sigla fram við tær, løturnar í heimi teirra, kvøld og nætur uppundir val, á valfundi [...] skrivað um John Smith, nú hann er farin av fold, havi eg hug at knýta hesi fáu orð afturat. John Smith var heilur, har hann var. Ei hann tagdi og heldur ikki rópti hann. Sjónarmið síni bar hann fram - sáttliga