Listastevnusetanin var ein breið listarlig uppliving fyri tey hjástøddu. Frumframførsla av nýggjum føroyskum verki fyri sang og klaver, stórsligna Tórshavnar Mannskór og ein stutt frálík operaframførsla vóru øll á skránni undir setanini, og endabresturin var so ein sýning av klædnapløggum.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Mótadesign, stóð í skránni fyri setanina, og undirritaði byrjaði beinanvegin at ivast í, hvat lá í tí orðinum. Design er sniðgeving - eitt hugtak, sum umfatar alt frá myndlist til sniðgeving av øletikettum. Móti er eisini eitt av hesum hugtøkum, sum umfata alt frá orðalagi til húsalitir. <o:p></o:p>
Í sær sjálvum sigur orðið mótadesign soleiðis ikki annað enn at okkurt er sniðgivið í tíðarinnar anda - soleiðis sum tú heldur hini halda, fyri nú at blanda Kára P. Upp í nakað, sum hann ikki hevur sagt nakað um.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Handarbeiði<o:p></o:p>
Orðið mótadesign í skránni vísti seg at boða frá framsýning av klædnasniðgeving. Hetta er eitt sera spennandi øki, sum hevur djúpar røtur í føroyingum, ið til fyri stuttari tíð síðan at kalla allir vóru klædnasniðgevarar, sum sniðgóvu sínum egnu klæðum. Og enn er tað at binda eina vakra troyggju, veva eitt skjúrt ella seyma einar rotuskógvar ein kunstur, sum nógvir føroyingar, serliga kvinnur, eru meistarar í.<o:p></o:p>
Seinastu árini hava fleiri føroyingar útbúgvið seg innan fyri klædnasniðgeving, og tað hevur givið eitt skump í menningini á hesum øki í Føroyum.<o:p></o:p>
Tí er tað spennandi at geva føroyskum klædnasniðgevarum møguleika at sýna fram á einari listastevnusetan. Klædnasniðgeving má sýnast fram á livandi mannakroppum, tí tað er í hesum, at sniðgevingin tekur sítt støði. Tí er listastevnusetanin framman fyri einum fullum Norðurlandahúsi eitt upplagt høvi til eina slíka framýning, sum krevur rættiliga nógv fyrireiking, men bert varir eina lítla løtu.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Móti er ikki list<o:p></o:p>
Men hvat skal sýnast fram á einari slíkari framsýning. Hevur móti í grundini nakað við list at gera? <o:p></o:p>
Einaferð vóru føroyskar og íslendskar bundnatroyggjur hægsti móti í Danmark. Tað var í 1970'unum. Men at tær vóru móti gjørdi tær ikki til nakað serligt. Og at tær eru ómodernaðar nú ger tær ikki minni serligar, tí í grundini hevur hugtakið móti sera lítið um ikki als einki við hugtakið list at gera. Tí er tað ein stórur spurningur um mótasniðgeving hevur nakað við eina listastevnusetan at gera. <o:p></o:p>
Á listastevusetanini sýndu seks føroyskir klædnasniðgevar fram. Nakað av tí framsýnda var list. Tað royndi ikki at fylgja nøkrum ávísum tíðarráki ella gera tínum klædnaskapi til vildar. Tað royndi ikki at vera pent fyri at vera pent, og provokeraði tín hug.<o:p></o:p>
Annað var mótaklæðir. Klæðir, sum vóru vøkur og tú hugsaði kanska, at hatta kundi tú gott fari í eitt leygarkvøld, tí hatta hevði tú riggað væl í.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Mótastevna<o:p></o:p>
Annaðhvørt vóru mótaklæðini ella listarligu klæðini skeivt plaserað. Var tað, sum skráin segði frá, mótadesign, sum skuldi sýnast fram, so var til dømis sýningin hjá listamanninum Ova, ið hevði gjørt nøkur praktiskt óbrúkilig klædnapløgg úr troli skeivt plaserað, hóast tey listarliga vóru spennandi. <o:p></o:p>
Men hetta er ein listastevna, ikki ein mótastevna, og tí eiga eisini framsýningar av klædnasniðgeving at verða stýrdar av listarligum fyriliti, eins og øll onnur tiltøk á listastevnuni.<o:p></o:p>
Klædnamóta kanst tú síggja aðrastaðni. Tú kundi reist teg upp í Norðurlandahúsinum og hugt eftir hinum fólkunum á salinum, og tú hevði sæð móta. At føroyingar hava gjørt mótaklæðini gera ikki klæðini til list av sær sjálvum.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>