SUPERLIGAN
FCK er framvegis oddalið í superliguni, men alt er framvegis púra opið, um tað skal vera FCK ella Brøndby, sum skal vinna DM. Sunnudagin var tað vónbrot fyri FCK, at teir ikki megnaðu at fáa fult ímóti OB. Linjuverjin kolldømdi eftir stóran hálvan tíma eitt mál, sum Morten Bisgaard skoraði. Upptøkurnar vístu, at talan var um mistak, og tað iðraðu teir í FCK seg gular og grønar um.
Serliga harmuligur var stigamissurin hjá FCK, tá ið tað seinni sunnudagin vísti seg, at Brøndby, sum ikki hevði Jón Róa Jacobsen á liðnum, bara megnaði 1?1 í Viborg. Brøndby málverjin sendi bóltin út til Søren Frederiksen, sum skoraði til 1?0, og stutt undan leikloki javnaði Brøndby.
Trý umfør eru eftir. FCK, sum er eitt stig undan Brøndby, skal næstu ferð spæla í Esbjerg. Tað verður rættuliga torfør uppgáva. Esbjerg hevur verið sera væl fyri síðstu tíðina. Sunnudagin vunnu teir sannførandi 3?1 á heimavølli ímóti FCM. Harvið legði Esbjerg seg á odda í stríðnum um bronsukrónurnar.
Farum hevur leingi verið nummar trý. Leygardagin vóru teir hepnir at røkka 2?2 í Århus. Heimaliðið var á odda 2?0 og skuldi havt tryggjað sær trý stig og harvið so at siga rættin at halda fram í bestu deildini, men tað miseydnaðist so at siga.
Silkeborg í klønum tráði
AaB hevur verið í klønum tráði. Men sunnudagin styrknaði tráðurin heilt fitt, tá ið teir á heimavølli vunnu 1?0 ímóti Køge, sum harvið flutti niður í næstbestu deildina, hagani teir komu fyri einum ári síðani.
Silkeborg var í Gladsaxe og vitjaði AB. Talan var so at siga um seks stigs uppgerð, sum heimaliðið vann sannførandi. Úrslitið var 3?1, og avrikini boðaðu frá, at AB fer at halda fram í bestu deildini, og at sannlíkið fyri, at Silkeborg skal flyta niður, er rættuliga stórt.
Trý umfør eru eftir av hesum kappingarárinum. Í næstsíðsta umfarinum, sum er á skránni mikukvøldið 18. juni, skal FCK spæla í Brøndby. Tá kann tað væl hugsast, at greiða fæst á, um tað verður Brøndby og Jón Rói Jacobsen ella FCK og Todi Jónsson, sum fara at vinna gull.
Hósdagin vann Brøndby steypafinaluna ímóti FCM við 3?0. Heldur ikki ta ferðina var pláss fyri Jón Róa Jacobsen á Brøndby liðnum.