Listaskúli óvissa framtíð

Klaksvíkar Listaskúli, sum er undir kvøldskúlanum, hevur húsast í einum sethúsum farna skeiði, og tey hava fingið at vita, at tey fáa somu hús aftur komandi skeið. Men tað kann vera skjótt, at húsið verður nýtt til annað virksemi, og so verður skúlin húsvillur

Klaksvík:
Eitt skeið á Listaskúlanum er júst farið afturum, og ein framsýning var sum vanligt endabresturin. Áhugin fyri at mála millum norðoyingar er rættuliga stórur. Archibald Black, sum er lærari, hevur havt 34 næmingar í júst farna skeiðið. Og hann sigur, at tað standa onnur 30 á bíðilista.
Og harvið er áhugin staðfestur má sigast. Men Listaskúlin hevur ein stóran trupulleika, tí tey ikki hava nakað fast høli at húsast í.
Skúlin helt til á ovast hædd í býráðshúsinum, men har skuldu skrivstovur gerast, so tey vórðu koyrd út. Archi sigur, at tey fingu lovað ovaru hæddina á Isenkram, men har heldur net-kaféin til, so skúlin var húsvillur í eina tíð.
? Men so kom Heri Ellingsgaard, stjóri á sjúkrahúsinum, sum ein frelsandi eingil og bjóðaði okkum húsið hjá Waagstein, so har eru vit nú, og har eru umstøðurnar sera góðar, sigur Archi, sum ikki heldur nógv um viðferðina, sum skúlin fekk frá kommununi.
Men samstundis er tað nakað ótrygt hjá teimum, tí sjúkrahúsið kann ikki lova teimum hølini langt fram í tíðina. Tað kann verða so skjótt, at sjúkrahúsið fær brúk fyri húsunum til eitthvørt annað, og so stendur Listaskúlin aftur uttan høli. Tað er heldur ikki bara sum at siga tað at finna onnur skikkað høli í Klaksvík, tí hølistrupulleikar er ein afturvendandi trupulleiki hjá fleiri feløgum í býnum.
Archi er sera harmur um hetta, tí hann heldur, at hetta tilboðið átti ikki at verðið sæð lættliga á.
? Meginparturin av mínum næmingum eru tilkomin fólk, og eg trúgvi, at tilkomin fólk hava brúk fyri hesum tilboðnum, sigur hann.

Nógv burturúr
Skeiðið á kvøldskúlanum er vanliga 90 tímar. Tað byrjar í oktober og endar í apríl. Men í ár var skeiðið bert 80 tímar orsakað av hølistrupulleikunum.
Men hetta kann ikki sigast at hava nervað næmingarnar nakað serligt, tí um hugt verður eftir øllum, sum tey hava fingið burturúr, so er tað ikki so lítið.
Flestu næmingarnir luttóku á framsýningini Fram í Ljósið, sum Norðoya Sparikassi stóð fyri í mars mánaði, og tað serstaka var, at næstan onki listaverk gekk aftur í framsýningini í Ósáskúlanum sunnudagin.
Archi sigur, at næmingarnir eru serstakliga produktivir. Og hann vísir aftur á tann stóra áhugan sum er fyri málningalistini í norðoyggjum. Hann hevur sjálvur trý lið, sum mála ávíkavist mánadag seinnapart, mánakvøld og mikukvøld. Men við 30 fólkum á bíðilista, so er onki at taka seg aftur í, at hann væl kundi tikið minst eitt lið inn afturat. Men tað, sigur hann, ber ikki til.
? Um eg skal gera tað, so verði eg ov lítið við hús. Men loysnin hevði uttan iva verið, at onkur annar lærari eisini traðkaði til, heldur Archi.
Og hann leggur afturat, at hann hevur skilt, at Maria Mørkøre er byrjað at undirvísa í málningalist í Handarbeiðsskúlanum. Og tað fegnast hann um.
Listaskúlin er sum sagt farin í frítíð nú, men byrjað verður aftur í oktober í húsunum hjá Waagstein. Men spurningurin er so, hvussu longi Listaskúlin sleppur at húsast har.