Gissur & Sonne taka pultin í nátt. Á sandinum spæla garvaðu Vágaverk og mergjaðu Týr, og spæliplássið er á tremur við føroyskari góðsku. Meðan Cool Tour geitin aftur er á tremur við spennandi tiltøkum, f [...] Nabiha og elektroniski poppur hennara, folkapunkarirnir Räfven og indie bólkurin The Fjords eru eisini á skránni, sum annars hevur ein breiðan úrskurð av tí besta føroyska – bæði nýtt og eisini gott gamalt
- Eg sat á eini café, og knappliga kom Jón Tyril innar. Eg fór tá at hugsa, at tað hevði verið kul við eini festivalkirkju og spurdi so Jón, hvat hann helt um tað. Hann var ógvuliga positivur fyri hugskotinum [...] fólk aftrat sær. - Eg kontaktaði Theodor E. Olsen og Arna Zachariassen. Teir vóru ordiliga heitir upp á tað eisini, so vit tóku tað harfrá, sigur Maria. - Vit vildu hava tað so tvørkirkjuligt sum gjørligt [...] ikki noyddust at fara so langan veg. Men tað, sum er ordiliga áhugavert, er, at kristindómurin byrjaði á sinni júst í einum fjósi, sigur Maria. - Eitt annað, sum fjósið, ið bæði er rátt og luktar av seyði
savnast á einum staði, er torført at tryggja, at øll skikka sær. Og soleiðis var eisini í Syðrugøtu í nátt. Um hálvgum eitt tíðina fekk politiið eina fráboðan um, at tveir menn vóru farnir til hendurs á sandinum [...] sandinum. Tann eini hevði fingið ein frammaná, og tá politiið kom á staðið, har maðurin fekk viðgerð á festival-skaðastovuni, bløddi hann eitt sindur. Maðurin fekk at vita, hvussu hann skuldi gera, um hann [...] fráboðan úr Gøtu, um at ein maður var dottin afturav og hevði smekkað nakkan í. Ein sjúkrabilur fór á staðið, so maðurin kundi fáa viðgerð. Talan var ikki um eitt álvarsligt fall.
líka hava tíð at koma frá arbeiði á festival. Konsertir hava fyri tað mesta verið á spæliplássinum og nýggja lítla pallinum, Torgið. Afenginn & Mpiri hava tó framført á sandinum, har nakað av fólki var [...] Veðrið er ikki at seta fingrarnar á. Sólin hevur skinið í Syðrugøtu í allan dag, og hevur temperatururin ligið nær upp at teimum 20 gradunum. Tað merkist eisini í kvøld, har tað er serstakliga lýtt í veðrinum
Gøtu kirkja fer á sama hátt sum í fjør at bjóða til eina gudstænastu mikukvøldið kl. 20.00. Hetta er ein serlig gudstænasta, har bæði festivalgestir og onnur kunnu koma saman til gudstænastu við ábiti