- Eg sat á eini café, og knappliga kom Jón Tyril innar. Eg fór tá at hugsa, at tað hevði verið kul við eini festivalkirkju og spurdi so Jón, hvat hann helt um tað. Hann var ógvuliga positivur fyri hugskotinum við tað sama, so eg valdi at fara víðari við tí, sigur Maria, ið er avmyndað í miðjuni.
At standa fyri eini festivalkirkju vildi Maria ikki gera einsamøll, so hon fekk fólk aftrat sær.
- Eg kontaktaði Theodor E. Olsen og Arna Zachariassen. Teir vóru ordiliga heitir upp á tað eisini, so vit tóku tað harfrá, sigur Maria.
- Vit vildu hava tað so tvørkirkjuligt sum gjørligt, og tað er fyri at avspegla tann ymiskleikan, sum vit øll umboða.
Kirkjan heldur til í gamla fjósinum hjá Hensiu Jacobsen yvirav Valhøll.
- Vit eru ordiliga glað fyri at hava fingið hetta fjósið. Eitt krav til hølið var, at tað skuldi vera mitt í bygdini, so fólk ikki noyddust at fara so langan veg. Men tað, sum er ordiliga áhugavert, er, at kristindómurin byrjaði á sinni júst í einum fjósi, sigur Maria.
- Eitt annað, sum fjósið, ið bæði er rátt og luktar av seyði, avspeglar, er, at tað snýr seg ikki um húsið. Kirkjan er, har fólkini eru savnað.
Í festivalkirkjuni er møguleiki at søkja kvirru, slappa av, tendra eitt ljós og at njóta eina muffin, sum leirvíkskonur hava bakað í hópatali.