Gudstænasta í Gøtu kirkju á G!

Gøtu kirkja fer á sama hátt sum í fjør at bjóða til eina gudstænastu mikukvøldið kl. 20.00. Hetta er ein serlig gudstænasta, har bæði festivalgestir og onnur kunnu koma saman til gudstænastu við ábiti aftaná. Í ár bjóðar kirkjan ein heitan rætt eftir gudstænustuna og annað gott afturvið.

 

Gøtu kirkju ungdómskór luttekur eisini. Kórið, sum annars hevur summarfrí, fær hesaferð styrk frá útisetum, sum eru heima í summarfrí, og sum áður hava sungið við í kórinum.

 

Prestur til gudstænastuna í ár verður Derhard Jógvansson.

 

Gøtu kirkja bjóðar øllum vælkomin til eina hugnaliga og gevandi løtu í kirkjuni.

 

(Innsent)