Tá nógv fólk savnast á einum staði, er torført at tryggja, at øll skikka sær. Og soleiðis var eisini í Syðrugøtu í nátt. Um hálvgum eitt tíðina fekk politiið eina fráboðan um, at tveir menn vóru farnir til hendurs á sandinum. Tann eini hevði fingið ein frammaná, og tá politiið kom á staðið, har maðurin fekk viðgerð á festival-skaðastovuni, bløddi hann eitt sindur. Maðurin fekk at vita, hvussu hann skuldi gera, um hann vildi melda tilburðin, men hann valdi ikki at gera meira við málið.
Um hálvgum sjey tíðina í morgun fekk politiið eina fráboðan úr Gøtu, um at ein maður var dottin afturav og hevði smekkað nakkan í. Ein sjúkrabilur fór á staðið, so maðurin kundi fáa viðgerð. Talan var ikki um eitt álvarsligt fall.










