Róligt kvøld á G! - enn

Inntil víðari hevur tað verið ein róligur festivalur í kvøld. Tó liggur tað í kortunum, at hetta skjótt fer at broytast.

Veðrið er ikki at seta fingrarnar á. Sólin hevur skinið í Syðrugøtu í allan dag, og hevur temperatururin ligið nær upp at teimum 20 gradunum. Tað merkist eisini í kvøld, har tað er serstakliga lýtt í veðrinum.

 

Fólkið tykist tó ikki heilt at vera vaknað í festivalsamanhangi. Klokkan er tó ikki so nógv enn, so fólk skal líka hava tíð at koma frá arbeiði á festival.

 

Konsertir hava fyri tað mesta verið á spæliplássinum og nýggja lítla pallinum, Torgið. Afenginn & Mpiri hava tó framført á sandinum, har nakað av fólki var savnað til livandi fólkatónleik.

 

Seinni í kvøld er tað tó lagt upp til nakrar framúrskarandi konsertir. Serliga eru tað tey føroysku nøvnini, sum eru áhugaverd í hesum samanhangi so sum Teitur og Eivør. Uttan iva fara tey at framføra fyri fullsettum sandi.