Annar dagur á G! Festivali

– Fyrsti dagur er farin afturum, og ein dagur, halgaður tí feitasta føroyska, er fyri framman, siga fyrireikararnir í Gøtu:

– Fyrsti dagur er farin afturum, og ein dagur, halgaður tí feitasta føroyska, er fyri framman, siga fyrireikararnir í Gøtu:

 

– Høvuðsnavnið Nabiha og elektroniski poppur hennara, folkapunkarirnir Räfven og indie bólkurin The Fjords eru eisini á skránni, sum annars hevur ein breiðan úrskurð av tí besta føroyska – bæði nýtt og eisini gott gamalt. Í Stjórastovuni byrjar Peter Rouch diskingina, áðrenn Sugardaddy & Honeypie síðani borðreiða við føroyskum lp og 7” plátum, og legendurnar Gissur & Sonne taka pultin í nátt.

 

Á sandinum spæla garvaðu Vágaverk og mergjaðu Týr, og spæliplássið er á tremur við føroyskari góðsku. Meðan Cool Tour geitin aftur er á tremur við spennandi tiltøkum, framførslum og øllum møguligum øðrum.

 

Barnaskráin byrjar longu kl. 12.00 í víkingabýnum, og sum vant er ókeypis atgongd fyri øll inntil kl. 16.00.