eg fekk. Í 1917 fekk eg bræv frá Petur Dahl í Vági, systkinabarn mammu mína. Hann bjóðaði mær eitt skrivstovustarv í reiðarínum í Vági, og lønin skuldi vera kr. 2.000 árliga, sum var nógv tá í tíðini. Eg [...] sjúk í 1918. Hetta var so tíðliga í tíðini, at læknarnir ikki vóru varir við, at sjúkan var komin til Føroya. Sum áður nevnt var tað ein kaldur vetur, Johan varð føddur. Tað var so kalt, at vatnið í fatinum [...] løgtingsvalinum í 1918, tá ið eitt sera gott val til sjálvstýrisflokkin í Suðuroy tryggjaði sjálvstýrismeiriluta á tingi. Tá var Oliver Effersøe enntá blivin formaður í Sambandsflokkinum í 1917.]
fyri Føroyum í oljuhøpi var neyðugt, at vit gjørdu vart við okkum og fóru í dialog við oljuheimin. Eg visti um Aberdeen Off Shore, sum skuldi verða á heysti í 1991, og um várið setti eg meg í samband við [...] ræðuligar veðurlagsbroytingar kring knøttin, serliga í USA fyri tíðina - alt orsakað av okkara nýtslu av fossilum orkukeldum. Í farnu viku hevði bygdin Lytton í British Columbia kanadiskt hitamet við 50 stigum [...] burtur úr fossilum orkukeldum, og vit siga, at vit skulu verða grøn í 2030, men tað er næstan bara SEV og Hiddenfjord, sum taka hetta í álvara. Um SEV fær fríð at arbeiða uttan almennar fótonglar og pri
Trý húsanøvn vóru “í Dali” í Havn: Uppi í Dali kom úr Syðradali, var í Krókabrekkuni. Yviri í Dali kom úr Norðadali, á Kák, var við Skansabrekkuna. Í Dali komi úr Norðadali, var í Gongini, har Sjóvi [...] var kend fyri at vera sera virkin í losjuni í Havn. Ein sonur teirra var Nyholm Debes, sum var kendur sum yrkjari og eisini sum løgtingsmaður. 2. Jens í Dali, føddur í 1860, og sum giftist við Mariu Dam [...] Sjóvinnubankin var. Í 1939 var garður gjørdur um húsini í Yviri í Dali. Tá ið grivið var út fyri stólpum til portrið, var komið niður á mannabein. Hetta váttar søgurnar um, at her hevur verið avrættingarstaður
innsúði kom inn í kirkjuna við Anton Dvorak á odda – sonata í G-dur og endaði við Fredric Chopin við valsi í Des-dur. Alt var ein endurføðing í violin og klaveri , sum kom til oyrað í lyndrandi fyllingum [...] okkurguli liturin í lofti, veggi og gólvi skygdi í klaverinum, violinini og gav lív til teir døkku búnarnar, sum Monika og Fiona vóru í. Monika Monika hevur í ár so mong undirvíst í Føroya musikskúla og [...] hansara um akkordir, ið eru goymdar í norskum fólkatónleiki. Nú skulu vit ikki fara út í æsir í hesari sonatu, men venda aftur til Moniku og Fionu. Nón Hetta var hóast alt í Fuglafjarðar kirkju, men knappliga
uppsitara. Sambært húsaskrásetingini frá 1784 býr Winther prestur tá Heimi í Gong, helst í Nólsoyarstovu. Í 1788/89 vóru húsini í Sandagerði liðugt umvæld. Tá flutti havnarprestur út har at búgva, og har búði [...] havnarmenn góvu gávur í hesum sambandi, og í 1782 átti kirkjan 574 gyllin tøkar. Tá ið kirkjan varð vígd 3. sunnudag í advent, 14. desember 1788, var nógv gjørt burturúr. Havnardrongurin Johan Hendrik, sum tá [...] tá var næmingur í Latínskúlanum, hevur skrivað frásøgn frá vígsluni. Eftir stutta gudstænastu í gomlu kirkju á Reyni var gingið syngjandi í skrúgongu niðan í nýggju kirkjuna, sum so varð vígd av Andreas
P.H. Dahl í Vági. Í 1928 førdi Poul Juel deksbátin Lily, sum gjáarmenn áttu og Jens Evensen hevði leigað. Í 1929 var hann í Grønlandi við King Arthur hjá Christian í Hvannasundi, sum búði í Havn. Poul [...] Páll Nolsøe greiðir frá í siglingarsøguni, at Poul Juel tók skiparaprógv hjá Jens í Dali í 1911. Hann var árini 1904-1908 við W.G. Marshall, sum Jóannes Hansen í Funningsstovu í Havn átti og førdi fyrst [...] Star. Í 1922 keypti Poul Juel sluppina Harry úr Reykjavík. Hon var bygd í Bologne í Frankaríki í 1893 og var merkt 125 brt. Hann førdi sjálvur Harry meginpartin av tíðini, til hann seldi skipið í 1929
oli@sosialurin.fo Innkalling av tinginum í 1898 Her skal fyrst verða endurgivin tann forvitnisliga frásøgnin hjá Petur Alberg um, tá ið tingið varð inkallað í desember 1898 at viðgera støðuna við sjóverjuni [...] aftur í 1903, og tá var bæði størri luttøka og javnari býti av atkvøðum. Hesa ferð fekk Jóannes Patursson 488, meðan mótvalevnið fekk J. H. Schrøter 478, so her reið tað um snarið. Fólkatingsvalið í 1906 [...] Effersøe fær 1129 atkvøður. Hetta valstríð hevur verið ógvusligt, og hetta kemur eisini til sjóndar í eini grein í Tingakrossi beint eftir valið, undirskrivað »Ungur ferðamaður«. Greinin er sum so partísk, men
ikki heim í sama farti sum sonurin. Hann vildi royna eitt sindur aftrat í Føroyingahavnini. »Togo« fer á land Í 1951 hevði Berint á Todnesi ein størri 8 hesta Carl Erik við sær at installera í deksbátin [...] skiparan Jeffri Durhuus í Garðastovu í Vestmanna at dríva bátin, meðan hann sjálvur passaði motorin. Teir høvdu fimm mans aftrat sær. Javnan nevndi missionerurin í Føroyingahavnini í tíðindum heim til Di [...] at rógva út við deksbátum fyrrenn í 1950. Tá fóru tveir deksbátar yvir við føroyska damparanum »Oyrnafjalli«. Jens Rasmussen í Sørvági átti annan og Berint Johannesen í Kollafirði átti hin. Jens hjá Víka
royndir og til dagliga eru í vinnuni. Framtíðin Formaðurin í útróðrarfelagnum í Klaksvík er ikki í iva um, at eisini í framtíðini verður útróðurin ein týðandi vinna í Føroyum og serliga í Klaskvík. ? Tað eru [...] formaðurin í Klaksvíkar Útróðrarfelag, sum vit hava í telefonini. Í meiri enn 40 ár hevur hann verið millum teir fremstu í nevndini hjá Klaksvíkar Útróðrarfelag, og hann hevur verið formaður í 34 ár. 30 [...] royndir. Hann varð limur í ráfiskanevndini, sum myndugleikarnir eftir áheitan frá útróðrarfelagnum í Klaksvík, setti í 1963, og hann hevur verið limur í kærunevndini fyri Ráfiskagrunnin, í studningsnevndini og
verkætlanina, sum tey eru í holt við í Hattarvík í Fugloy. Tað er kendi arkitekturin í Gøtu, Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað sermerktu smátturnar. Har er pláss fyri sjey fólkum at sova í hvørjari av teimum [...] sum tey hava í vakstrarhúsinum, tey hava í Hattarvík. – Vit ætla at gera nógv meira við hetta við tí endamálið, at alt sum vit brúka, bæði á garðinum og í til tiltøk í Gamla Seglhúsinum, í so stóran mun [...] samstarv um tiltak í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, so inntjeningin í Seglhúsinum soleiðis er við til at halda raksturin koyrandi. Símun Gullanksen, sum er bóndi á Uppistovugarðinum í Hattarvík, eigur og