Smáttur til ferðafólk og listafólkabýli í Hattarvík

Bóndin á Uppistovugarðinum í Hattarvík hevur nógv jørn í eldinum umframt bóndaskapin. Hann byggir í løtuni tvær marglætissmáttur í Hattarvík at hýsa ferðafólkum – og eitt býli til listafólk, ið vilja leita sær íblástur á útoyggj

– Vit hava eina verkætlan, sum fevnir um tvey summarhús við tí fyri eyga at leiga út.

 

Soleiðis greiðir Símun Gullaksen frá um verkætlanina, sum tey eru í holt við í Hattarvík í Fugloy.

 

Tað er kendi arkitekturin í Gøtu, Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað sermerktu smátturnar. Har er pláss fyri sjey fólkum at sova í hvørjari av teimum báðum smáttunum, sum kunnu leigast út hvør sær – ella saman, um tað eitt nú er eitt ferðalag við 14 fólkum.

 

– Vit eru ikki reiðiliga liðug við at konseptmenna tað enn, men vit bjóða húsini fram bæði til útlendingar og til føroyingar, sigur Símun Gullaksen.

 

Umframt sermerktu smátturnar, so verður ymiskt luksus so sum hitapottar og hitarúm.

 

– Tað verður eitt sindur av luksus yvir tí, sigur Símun Gullaksen.

 

##med2##

##med3##

 

Íblástur til listafólk á útoyggj

 

Umframt smátturnar, so er hann eisini í ferð við at byggja eitt annað hús upp, sum hann nevnir Listabýli, sum er ætlað til listafólk, sum kunnu koma út til Hattarvíkar at leita sær íblástur á útoyggj.

 

– Hetta er fyrst og fremst ætlað listafólki, sum ikki skulu gjalda fyri at búgvar har. Tað ætlar Símun at fáa fíggjað á onkran annan hátt.

 

– Og tá ið vit hugsa um listafólk, so fevnir hetta breitt - myndlist, yrkjarar, tónleik, rithøvundar og annars øll sum fáast við list og ríka okkara mentanararv. Og um samstarv við Gamla Seglhúsið í Klaksvík, sigur Símun Gullaksen.

 

Talan er um eitt gamalt saltfiskahús, sum er sett í stand. Har er pláss fyri 2-4 fólkum. Har eru allir hentleikar, wc, brúsa og sovipláss, og har ber til at matgera eisini. Símun Gullaksen hugsar sær so, at um tað nú til dømis er ein yrkjari, sum hevur arbeitt har úti í nakrar dagar, so ber til at skipa fyri einum tiltaki á Uppistovugarðinum ella í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

 

Hann sigur, at allir nýtímans hentleikar, sum gott internetsamband og annað verður tøkt.

 

– Eg veit ikki ordiliga enn hvussu, men tað kann hugsast, at listafólkini gera okkurt fyrifallandi arbeiði á garðinum, so tað verður eitt slag av gerðabýti, ella tað verður okkurt samstarv um tiltak í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, so inntjeningin í Seglhúsinum soleiðis er við til at halda raksturin koyrandi.

 

Símun Gullanksen, sum er bóndi á Uppistovugarðinum í Hattarvík, eigur og rekur eisini Gamla Seglhúsið í Klaksvík. Tað verður leigað út til ymisk tiltøk, og so verður skipað fyri listaframsýningum einar 8-10 ferðir um árið.

 

##med4##

##med5##

 

Floksmannadagar í Hattarvík

 

Eitt annað kent tiltak úti í Hattarvík eru Floksmannadagarnir, sum skipað verður fyri um 1. juli á hvørjum ári. Tað er tiltak, sum byggir á søgnina um Floksmenninar, sum í sínari tíð ætlaðu at taka valdið í Føroyum. Teir nevndust Hálvdan Úlvsson, Høgni Nev og Rógvi Skel. Teir vóru gitnir fyri mongu illgerðir sínar, tá teir fóru um landið. Tað endaði ikki so væl hjá teimum, tí teir vóru førdir upp á hægsta Valaknúk í Eysturoy, omanstoyttir haðani og grivnir niðriundir.

 

Á Floksmannadøgunum verður væl og virðiliga greitt frá søgnini, har verður farið túr niðan á Eystfelli, og fleiri ferðir verður boðið til búgvið borð í bóndans húsi við øllum góðum. Samstarv við er kokkin Gutta Winther, sum millum annað langtíðarsteikir lambskrov, sum verður niðurgrivið. Farið verður út í Fugloy tíðliga á morgni og heimaftur um kvøldið. Eitt sera hugnaligt tiltak, sum væl kann viðmælast.

 

Símun Gullaksen sigur, at Floksmannadagarnir er eitt konserpt, sum er á Uppistovugarðinum sjálvum, og er partur av rakstrinum á garðinum.

 

##med6##

##med7##

 

Framleiða sjálvi

 

Símun Gullaksen greiðir frá aðrari verkætlan, sum tey hava í vakstrarhúsinum, tey hava í Hattarvík.

 

– Vit ætla at gera nógv meira við hetta við tí endamálið, at alt sum vit brúka, bæði á garðinum og í til tiltøk í Gamla Seglhúsinum, í so stóran mun sum til ber skal verða framleitt av okkum sjálvum, sigur hann.

 

Harumframt eru ætlanir um at turka ost og skinku í Bakkahjallinum.

 

– Hetta verður gjørt í samstarvi við Johan Mortensen.

 

Og ikki nóg mikið við tí.

 

– Vit hava eisini tosað eitt sindur við Føroyar Bjór um at fáa eina Wiskeygomlsu her úti í Hattarvík, okkurt batch number, sum vit kunnu hava her úti. Soleiðis kunnu vit hava ost, skinku og wiskey undir sama taki í Bakkahjallinum – og hví ikki tað? spyr Símun Gullaksen.

 

Hann sigur, at her er ein samanrenning av øllum tí, sum tey hava, bæði í Klaksvík í Gamla Seglhúsinum og úti í Hattarvík.

 

Hetta er alt ætlað ferðavinnuni. Men hann sigur, at tey vilja heldur hava færri ferðafólk, sum vilja gjalda fyri tænasturnar, heldur enn at hava nógv ferðafólk, sum gjalda minni ella einki.

 

Smátturnar eru í tí hægra endanum í góðsku, greiðir Símun Gullaksen frá. Arkitekturin Ósbjørn Jacobsen hevur gjørt nógv burtur úr arkitektoniskt, og verður eisini lagt upp til tann partin av ferðafólk, sum vilja gjalda fyri tænastuna.

 

Enn eru smátturnar í Hattarvík ikki lidnar. Men tær eru innilokaðar, og ætlanin er, at tær skulu standa klárar komandi summar.

 

– Tað hevur gingið væl, veðrið hevur verið til vildar. Vit settu spakan í 25. februar, og alt var lagt væl til rættis. Ein fyritøka úr Klaksvík hevur gjørt stoypiarbeiðið, meðan ArtiCon hevur smíðað. Húsini eru bygd við elementum, sum eru smíðað í høllini hjá ArtiCon á Sundi og síðani førd út til Fugloyar við Grønanesi.

 

– Vit hava brúkt lokala orku, lænt bilin hjá Strandferðsluni, hóast hann er gamal og slitin, men alt ber til. Tað er strævið og alternativ, men tað er samstundis stuttligt at stremba fram ímóti málinum, sigur Símun Gullaksen.

 

– Eg haldi ikki, at eg hevði farið undir tað, um eg skuldi byrja aftur í morgin, heldur hann fyri.

 

At enda sigur Símun Gullaksen, at her er talan um burðadygga ferðavinnu.

 

– Og burðardygga ferðavinnu kanst tú bara hava, um karmarnir eru í ordan, sigur uppistovubóndin at enda.

 

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##