umaftur á hinari síðuni. Hesaferð ber betur til. Nú teknar hon kroppin lidnan fyrst, og síðani koma veingirnir á. Nú er lutfallið millum kropp og veingir rætt, og nú er so bert eftir at leggja litirnar á. Fyrst [...] Føroyum. So stuttligt tað er at fáa fólk á vitjan. Og so serliga fólk, sum eru opin og gerast góð við teg beinanvegin. - Nú er tekningin liðug, sigur Samantha. Lærarin kemur til hana. Hyggur við hávirðing [...] henda gula blýantin yvir til sín, og har ætlar hann at hesin skal verða liggjandi. Samantha rættir seg yvir eftir blýantinum, men Agron vil ikki av við hann. - Eg skal beint nú til at brúka hann, sigur hann
kosta landskassanum eina krónu, og tí er tað fyri okkum heilst óskiljandi, at landsstýrismaðurin skal taka sær rætt til, uttan haldgóðar grundgevingar, at seta til viks avtaluna, sum bæði leiðslan fyri [...] hvørki yvir telefax, teldupost ella telefonina, so einastu upplýsingar vit hava fingið er gjøgnum fjølmiðlarnar. Tað er átaluvert, at landsstýrismaðurin, sum hevur tikið sær rættin at ógilda gjørdar semjur [...] landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at seta til viks hesa semju, so má landsstýrismaðurin eisini bera fulla ábyrgd av at verkfallið ikki verður avlýst. Tað er sostatt eisini landsstýrismaðurin og aðalráð
í kortið, hvat børnini skulu hava, ella hjá teimum, ið játta pengar til tað. Sum hugtak merkir barnamentan tilboð, sum vaksin evna til børn. Innan mentanarsosiologi verður barnamentan greinað sum ein generellur [...] generellur lívsformur, sum fevnir um bæði materiellar og hugmyndafrøðiligar dimensjónir. Hugtakið er dynamiskt og er undir støðugari ávirkan av tí, ið fer fram í landinum og tí eisini undir ávirkan av fjøl- og [...] barna- og ungdómsbókmentum henda lívsneyðuga stuðul, men mentanarligi vinningurin má haraftur ímóti sigast at vera stórur. Ikki minni enn ein kollvelting er farin fram í áttatiárunum, tá ið tað ræður um
tørvi, til børnini eru 3 ára gomul. Og tað skal vera møguligt at hava parttíðarfarloyvi, so foreldrini arbeiða niðursetta tíð, til børnini eru 3 ár. Hesi lyftini eru partar av tí, sum skal til fyri at [...] sum tað í dag ber til at stovna frískúlar, ið fáa almennan fíggjarligan stuðul. Og samstundis mugu vit tryggja, at nóg nógvir námsfrøðingar verða útbúnir – eftirspurningurin av teimum er og fer framhaldandi [...] arbeiði ger, at familju- og arbeiðslívið ganga ov illa upp. Pengar skulu til hús, heim og at liva - nógvir pengar. Og tíðin er altíð knøpp. Samstundis tørva bæði vinna, kommunur og land hendur. Og flestu
Olsen, sum eisini er løgtingsformaður. Hansara síðsta handling sum tingmaður eftir 30 ár ? og seinastu árini tingformaður ? gjørdist at steðga øllum tingarbeiði alt fyri eitt. Soleiðis er stýrisskipanarlógin [...] Túrurin hjá Agnes Louse er liðugur. Áðrenn manningin ynskti tað. Og áðrenn hon varnaðist tað. Verður hugt eftir, hví skiparin Edmund brádliga kvettir á stokkinum, vísir løgmaður til sítt egna bakland ?valfelagið [...] Skiparin fær ikki stuðul frá sínum egna reiðaríi. Tey vilja koppa hann á landsfundinum komandi vikuskifti. Sostatt gjørdist eitt innanhýsis stríðsmál í Sambandsflokkinum atvoldin til, at løgmaður gjørdi
dugnaligum fólki fingu Mentunarhúsið til tað, tað er í dag. Nú stendur tað upp til ein og hvønn at fáa sum frægast burtur úr, tí skal tað verða mín vón, at vit møta fjølment til aðalfundir og á tann hátt stuðla [...] men ónøgdin fyllir ofta ov nógv í lívi okkara. Hvat, ið er mest átrokandi í eini bygd, skal eg lata verða ósagt, men eitt lív uttan samanhald, tað er eitt fátækt lív. Hettar máttu vit fuglfirðingar eisini [...] skuldu gera hettar fanans hús. Tá fleyt yvir og eg hevði besta hugin at stinga í sekkin. Á veg til hús fór eg inn til eldri konu. Eftir at hava fingið góðan drekkamunn spyr hon, hvussu gekst við húsinum. Eg
svarið. Latið tey ungu, sum orka at ferðast til Havnar hvønn dag ella lættliga kunnu flyta til Havnar eina tíð, eiga møguleikan at sleppa á Pedagogskúlan, fyri tey er sosiala samveran á skúlanum av stórum týdningi [...] restina av lønini sum SU líknandi stuðul ella við lagaligum láni, meðan viðkomandi var fjarlesandi frá Pedagogskúlanum í Havn. Kundi so verið innkallaður á skúlan ein til tveir dagar um mánaðin, kanska annan [...] uppfyltan! Tó vildi eg ynskt, teirra vegna, at útbúgvingin kundi farið fram, við tilknýti til føroyskt seminarium, tí tað er her teir ætla at arbeiða. Føroyar hava síni egnu viðurskifti, og sínar egnu lógir.
tí er neyðugt at vísa serlig atlit í sambandi við gongd og súkkling á brúnni. Øll ferðsla á brúnni er tí uppá egna ábyrgd. - Góð ráðini eru tí at ganga mitt eftir brúnni. Farið ikki út til rekkverkið ella [...] harav brúgvin um Sandá var tann eina. ##med2## Gomlu landsvegirnir og brúgvarnar, sum hoyrdu til, vóru nóg góðar til alla vanliga ferðslu nakað inn í 20. øld, men tá ið fyrsti bilurin stóð á Kongabrúnni í mai [...] var tá, at kommunan fór undir at gera Velbastaðvegin til koyriveg, og fyrstu strekkini av vegnum vórðu boðin út i 1923. Í 1925 var túrurin komin til at gera nýggja brúgv um Sandá. Arbeiðið varð boðið út
ferð. Hetta er ein upplagdur møguleiki at evangelisera. Vit pakka og senda til Havnina, Velbastaðar, Kirkjubøar, Syðradals, Norðradals, Kaldbaks, Hoyvíkar og Hvítanesar. Um tú heldur, at hetta er vert at stuðla [...] leggja skatt á Guds orð, meðan nógv annað verðsligt virksemi fær stuðul. Hvat skal til fyri at fáa okkum at vakna og skilja, hvat ið er týdningarmikið tey fáu árini, vit liva á hesi jørð? Tað hevði hjálpt [...] kr. Tað er ikki smávegis. Gott í tykkum, sum fáast við hetta, roynið og hjálpið okkum, so vit sleppa frá hasum mvg-num. Vit halda ikki, at tað er rætt at leggja skatt á Guds orð, og harafturat er mvg-ið
Gørðum. Foreldrini eru Esther, sum er ættað úr Sørvági, og Sámal Mikkelsen, sum er ættaður av Vágsheygnum. Teir eru tríggir beiggjar: Mikkjal (1956), sum býr í Havn og er lærari á Læraraskúlanum, Jákup (1957) [...] heim undir Brúnni, og umframt á heimafrontinum er Ester manninum ikki minst í vinnuliga virkseminum stórur stuðul. Børnini hjá teimum eru Sámal (1978) sum er læraralærdur og nú lesur teologi í Glasgow, Durita [...] stovn. Hetta felagið, sum heldur til í somu hølum sum Kjølbro heilsølan, tekur sær av at veita vinnuni tænastur – eitt nú kendu Mustad húkarnar og egningarmaskinurnar. Jákup er stjóri, og við sínum bjarta lyndi