KOYRDI SOLO TIL TAÐ SÍÐSTA

Nývalið, sum løgmaður skrivaði út í gjár, mikudagin, fer helst at standa sum tað ultimativa symbolið upp á ein solo-stíl, sum Edmund Joensen hevur dyrkað til fulnar ta tíðina, hann hevur verið leiðari í Sambandsflokkinum og løgmaður fyri Føroyar

Til tað síðsta megnaði Edmund Joensen at telva á ein hátt, sum kundi taka alt og øll av bóli.

Nývalið kom sum eitt sjokk fyri allar løgtingslimirnar ? eisini teir í Sambandsflokkinum.

Og tað var ikki til at taka feil av, har Bjørn á Heygum, Suni Jacobsen og Atli Hansen stóðu í gongini í løgtingshúsinum og ivaðust í, hvat teir skuldu halda.

? Eg visti av ongum, segði Bjørn á Heygum. Hini nikkaðu.

Uppi á sat sambandsmaðurin Jógvan Ingvard Olsen, sum eisini er løgtingsformaður. Hansara síðsta handling sum tingmaður eftir 30 ár ? og seinastu árini tingformaður ? gjørdist at steðga øllum tingarbeiði alt fyri eitt.

Soleiðis er stýrisskipanarlógin skrúvað saman.

Harvið rúka øll uppskotini, sum komu niðan í tingið í stórum dungum áðrenn síðsta framløgudag, í pappírskurvarnar.

Og sostatt eisini meginparturin av tí politikki, sum henda samgonga hevði sett sær fyri at fremja hetta valskeiðið.

Og hóast hvørki Atli Hansen, Bjørn á Heygum ella Suni Jacobsen beinleiðis vildu siga, at løgmaður við hesum sjokk-valinum hevur saboterað samgonguarbeiðið nú tá allar ætlaninar kortini ikki verða settar í verk, so gjørdu teir ikki tað minsta fyri at afturvísa, at løtan hjá løgmanni helst var illa vald.

Men kanska ikki fyri løgmann, sum hóast harðar ákoyringar, oftani áður hevur riðið stormin av og hevur staðið sum sigursharri. Niðurstøðan hevur verið, at aftan fyri stóra mannin av Oyri búði ein snildur taktikkari. Hann var ikki góður kortspælari fyri onki. Hetta sást eisini aftur í politikki.

Ikki minst í málinum um Framtaksgrunninum, har politiska spælið æt »løgmaður móti rest« kundi tú undrast á, hvussu landsins leiðari kundi blíva so útskeldaður av teimum parlamentarikarum, sum í veruleikanum vóru grundarlagið undir hansara løgmansembæti. At kalla alt tingið var ímóti teimum dispositiónum, sum nevndin í Framtaksgrunnin gjørdi í sambandi við Fiskavirking og Fiskasøluna.

Men løgmaður stóð fastur og vann ? einsamallur móti hinum. Í so máta hava hansara ofta illa lýddu dispositiónir borið prógv um eitt gott taktist tev.


Klandrið

Hansara stílur hevur eisini havt ein prís.

Hvør minnist ikki, hvussu Finnbogi Arge tók seg úr Sambandsflokkinum við bert einari grundgeving: Edmund Joensen.

Hvør minnist ikki, hvussu Javnaðarflokkurin pakkaði saman eftir hálvan túr við Agnes Louise í annars besta summarveðri í 1995. Og við bert einari veruligari grundgeving: Vit klára ikki skiparan.

Aðrar tíðir hevur eisini nógv staðið á. Ikki minst tá Marita Petersen ætlaði at leggja fram uppskot, sum legði upp til broytingar í heimastýrisskipanini. Tá hótti løgmaður við at skriva út nýval.

? Eg havi uppsøgnina í innarlummanum, segði Edmund Joensen tann dagin í tinginum. Og hann vann.

Síðani bakkaði Javnaðarflokkurin út og Fólkaflokkur fór út í Tinganes.

Eisini her kom stílurin hjá løgmanni til sjóndar, tá bæði Anfinn Kallsberg og John Petersen fingu hóttanir um at verða blakaðir av Agnes Louise, um teir ikki skikkaðu sær ordiligt.

So var tað bankamálið.

Har hevði løgmaður eisini sína heilt egnu støðu. Hansara upprunaliga krav var, at danir skuldu rinda alla skuldina. Og so seint sum beint eftir at Grønborg frágreiðingin varð kunngjørd, endurtók løgmaður sína persónligu meting í donskum sjónvarpi.

Hesi sjónvarmið hava kortini ongantíð fingið undirtøku frá øðrum flokkum. Og meðan løgtingið enntá hevur verið samt um, síni krøv mótvegis dønum, so hevur løgmaður sagt, at hann sjálvsagt vil arbeiða, sum tingið vil, løgmaður skal arbeiða. Men hetta merkti so kortini ikki, at tað var eftir hansara sannføring um, at tað var rætt, sum tingið álegði honum.

Nú hevur Edmund Joensen so álagt tinginum at fara heim. Túrurin hjá Agnes Louse er liðugur. Áðrenn manningin ynskti tað. Og áðrenn hon varnaðist tað.

Verður hugt eftir, hví skiparin Edmund brádliga kvettir á stokkinum, vísir løgmaður til sítt egna bakland ?valfelagið í Eysturoynni. Skiparin fær ikki stuðul frá sínum egna reiðaríi. Tey vilja koppa hann á landsfundinum komandi vikuskifti. Sostatt gjørdist eitt innanhýsis stríðsmál í Sambandsflokkinum atvoldin til, at løgmaður gjørdi sítt (higartil) síðsta solo-trekk: Hann skrivaði út nýval. Spurningurin er so:

Var hetta seinasti leikurin hjá løgmanni?