Effie Campbell
----
Síðani MVG-ið kom, hevur Sunnudagsblaðið goldið knappar 800.000 kr í MVG. Tað er heldur løgið, at landsins myndugleikar skatta eitt blað, sum ikki forvinnur so mikið sum eitt oyra. Tvørturímóti mugu vit, sum arbeiða við blaðnum, spýta nógvar pengar í prenting og porto.
Blaðið er komið regluliga út síðani 1940 og hevur sostatt 73 ár á baki. Alt arbeiðið verður gjørt ókeypis. Eingin forvinnur nakað oyra, tvørturímóti. Teir, sum hava verið blaðstjórar eru E. Thulesen, Johs. Follend, Klæmint Eliasen, Ejvind Vilhelm, Johs. A. Næs (hann var í 28 ár tilsamans), og á nýggjárinum 1979 tekur Karl N. Hansen við, og hann er blaðstjóri enn.
Skipanin
Blaðið hevur eitt álitisfólk í hvørji bygd. Álitisfólkið stendur fyri útberingini og at fáa pengar inn við frívilligum gávum.
Í summum bygdum er tað missiónshúsið, sum savnar pengarnar inn. Í øðrum bygdum er tað kirkjan, sum stendur fyri tí fíggjarliga, og uppaftur aðrastaðni eru tað privat fólk. Nú fáa Havnin, Tvøroyri og Vág girokort tvær ferðir um árið, og blaðið verður sent við postinum til hesar býir. Pengarnir, sum koma inn við girokorti, eru fyri prentingina.
Viðvíkjandi útberingini syrgir álitisfólkið fyri at fáa blaðið út. Í summum støðum ganga børn hús úr húsi við blaðnum. Aðrastaðni bera tilkomin fólk blaðið út, og uppaftur aðrastaðni ganga gomul fólk við blaðnum. Fleiri teirra hava gingið trúføst í mong ár. Hetta var ein máti at boða orðið uppá, at evangelisera. Orðið sigur: “Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin.” Róm. 10,15.
Tað fíggjarliga
Í Suðurstreymoy býr ein triðingur av føroyingum. Fyrst í 1991 vóru vit nøkur, sum komu saman at tosa um hetta. Úti á bygd kemur blaðið sum ein heilsan niður í postkassan. Her í Havnini er ógjørligt at fáa fólk at ganga í hvørt hús. Avgjørt varð tí, at vit settu okkum fyri at pakka blaðið og senda tað við postinum. Vit teknaðu okkum fyri 100 kr hvør, sum skuldu flytast á eina konto, sum kallast ”Porto fyri Sunnudagsblaðið í Havn”.
Nógv av teimum fólkunum, sum teknaðu seg tá, eru deyð, og eftir eru bara 12 fastir gevarar. Porto er eisini nógv uppfarið hesi árini. Vit royna at spara pening við at senda 4 bløð í senn, tí tað kostar tað sama sum 2 bløð; men kortini er torført at fáa endarnar at røkka saman, tí tað kostar 12.000 kr í porto hvørja ferð.
Hetta er ein upplagdur møguleiki at evangelisera. Vit pakka og senda til Havnina, Velbastaðar, Kirkjubøar, Syðradals, Norðradals, Kaldbaks, Hoyvíkar og Hvítanesar. Um tú heldur, at hetta er vert at stuðla, so kanst tú senda pengar inn á konto: 9181 – 495.815.4 Hetta er kontoin til porto, so at Posta kann bera blaðið inn í hvørt hús í Suðurstreymoy.
MVG-ið
Tað tykist okkum heldur enn ikki løgið, at vit sum eitt kristið land við krossarmerkinum í flagginum leggja skatt á Guds orð, meðan nógv annað verðsligt virksemi fær stuðul. Hvat skal til fyri at fáa okkum at vakna og skilja, hvat ið er týdningarmikið tey fáu árini, vit liva á hesi jørð? Tað hevði hjálpt nógv, um MVG-ið varð avtikið.
Vit fáa ongan vinning av blaðnum, sum er ókeypis, men harafturímoti ofra vit evni, tíð, orku og eina rúgvu av pengum at fáa hetta at bera til. Oman á byrðuna skulu vit gjalda 36.400 kr. árliga í mvg. Tað var í jan. í 1993, at mvg-lógin kom, og gjøgnum hesi árini hava vit goldið 728.000 kr. Tað er ikki smávegis. Gott í tykkum, sum fáast við hetta, roynið og hjálpið okkum, so vit sleppa frá hasum mvg-num. Vit halda ikki, at tað er rætt at leggja skatt á Guds orð, og harafturat er mvg-ið ein sovorðin byrða, at tað drepur alt sjálvboðið arbeiðið.