Í Fuglafirði bleiv nógv tosað um, at her hendi einki, tað var ólíka fyrr, søgdu tey eldru, og tey ungu nýttu nógva tíð uppá at vísa sína ónøgd, bæði á ein og annan hátt. Tað var ikki einki, ið hendi, men ónøgdin fyllir ofta ov nógv í lívi okkara.
Hvat, ið er mest átrokandi í eini bygd, skal eg lata verða ósagt, men eitt lív uttan samanhald, tað er eitt fátækt lív. Hettar máttu vit fuglfirðingar eisini ásanna, at tað vóru heili fýra feløg stovnað við sama endamáli, áðrenn nakað spurdist burtur úr. Hesi somu fólk leitaðu saman um síðir, og stovnaðu eitt óheft felag ið fyribils fekk av tekniskum ávum navnið Fuglafjarðar Sjónleikarafelag, felagið skuldi hava einans eitt endamál, tað var at byggja eitt mentunarhús.
Nú tann altavgerandi treytin var uppfylgd, nevniliga at standa saman og lyfta í felag, nú bar til. Seinru helvt í áttati- og fyrst í nýtiárinum var sera nógv virksemi í felagnum, tá bleiv stoypiskeiðin tilevnað. Tað var avbera hugaligt at síggja og hoyra, hvussu áhugin og forvitnið vaks millum manna.
Eftir at hava fingið tað sera snotiliga grundøkið frá kommununi, bleiv Mentunarhúsið meistarliga reist og innilokað, fyrsta byggistig var nátt. Jú vit kunnu í Fuglafirði, men vit vuksu við uppgávunum og sóu skjótt, at her muga nógvar góðar kreftir finnast afturat okkum í bygdini, og her vóru vit sera heppin, smátt var við pengum, men vit møttu so stórari vælvild frá kønum monnum, at uttan teir, ja so hevði okkara verk ikki lukkast so væl.
Seinru helvt av nítiárinum kom stígur í. Fólk komu og fóru úr nevndini, og bert nøkur fá møttu til aðalfundir, ein sera strævin tíð, nógvar vóru gitingarnar, men onki var so oyðandi sum tær spillandi tungurnar. Ein dagin eg var uttan fyri og arbeiddi kom ein maður og spurdi, hví vit skuldu gera hettar fanans hús. Tá fleyt yvir og eg hevði besta hugin at stinga í sekkin. Á veg til hús fór eg inn til eldri konu. Eftir at hava fingið góðan drekkamunn spyr hon, hvussu gekst við húsinum. Eg fortaldi sum var. Tá letur í henni, at ikki visti hon um nakran vegg, ið hevði syndað, rætt hevði hon og tær oyðandi tungurnar fakkaðust aftur, og mótið kvinkaði spakuliga uppeftir.
Eftir langan støðg við byggingini, byrjaði langt strævið nevndararbeiði at bera frukt, vit høvdu millum annað gingið hús úr húsi og biðið um stuðul. Hettar gav pengar og tá fólk stillttigandi fóru á loftið og løgdu stórar seðlar á borið, men helst vildu vera ónevnd, og onnur bjóðaðu seg fram sum frívilliga arbeiðismegi, tá fingu vit megi av nýggjum, nú kom rættulig ferð á.
Tá bygningurin var komin væl ávegis uttan eitt oyra í skuld, við góðum stuðli frá sponsorum og vælvild frá kommununi, tá fyrst vildu bankarnir veita lán, men nú var trúgvin eisini so sterk millum fólkið, at ikki var pláss fyri øllum í nevndini, og hetta var at frøast um, at tað vit einaferð trúðu uppá og lyftu í felag, gekk upp í eina hægri eind.
Bonny M., Brandur Enni, Glyntan, Eivør Pállsdóttir o.s.f. spæla í Fuglafjarðar Mentunarhúsi, jú vit hoyrdu rætt. Nú er bert trupulleikin hjá okkum, hvat skula vit fara til, ein óhoyrd støða.
Sum limur í felagnum øll árini, vil eg hervið vísa á, at tit sum frívilliga á ein og hvønn hátt stuðlaðu, tit smurdu liðini, so vit saman við ómetaligum dugnaligum fólki fingu Mentunarhúsið til tað, tað er í dag. Nú stendur tað upp til ein og hvønn at fáa sum frægast burtur úr, tí skal tað verða mín vón, at vit møta fjølment til aðalfundir og á tann hátt stuðla um nevnd og Hús, við góðum konstruktivum hugskotum.