Samráðingarrætturin tikin frá Maskinmeistarafelagnum

Maskinmeistarafelagið
?????????
Sum kunnugt hava SEV og felag okkara góðtikið semingsuppskot, sum lagt varð fyri partarnar í gjár.
Sostatt skuldi arbeiðsfriður aftur valda, og nýggjur sáttmáli skuldi verið komin í gildi.
Vit frætta tó nú í fjølmiðlunum, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum hevur noktað at góðtaka semjuna, sum sáttmálapartarnir báðir hava góðtikið.
Landsstýrismaðurin hevur ikki sent Maskinmeistarafelagnum fráboðan um avgerð sína
Maskinmeistarafelagið hevur í kvøld onga fráboðan fingið frá landsstýrismanninum um avgerð hansara, hvørki yvir telefax, teldupost ella telefonina, so einastu upplýsingar vit hava fingið er gjøgnum fjølmiðlarnar.
Tað er átaluvert, at landsstýrismaðurin, sum hevur tikið sær rættin at ógilda gjørdar semjur ikki vil vísa fakfelagnum so mikið av virðing, at hann sjálvur gevur felagnum fráboðan um avgerð sína.
Landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av framhaldandi verkfallinum.
Sum kunnugt var leiðslan fyri SEV og Maskinmeistarafelagið fullsamd um at góðtaka semingsuppskotið, sum lagt varð fyri partarnar, og tá landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at seta til viks hesa semju, so má landsstýrismaðurin eisini bera fulla ábyrgd av at verkfallið ikki verður avlýst.
Tað er sostatt eisini landsstýrismaðurin og aðalráð hansara, sum má bera fíggjarligu avleiðingarnar av, at sáttmálaloysi framvegis valdar innan SEV.
Sáttmálin millum Maskinmeistarafelagið og SEV kostar ikki landskassanum eina krónu.
Bárður Nielsen hevur í fjølmiðlunum ásannað, at semjan millum felag okkara og SEV ikki vildi kosta landskassanum eina krónu, og tí er tað fyri okkum heilst óskiljandi, at landsstýrismaðurin skal taka sær rætt til, uttan haldgóðar grundgevingar, at seta til viks avtaluna, sum bæði leiðslan fyri SEV og felag okkara vóru samd um.
Heldur landsstýrismaðurin veruliga ikki at leiðslan fyri SEV er før fyri at meta um hvørjar lønarhækkingar eru rímuligar fyri elfelagið?
Landsstýrismaðurin vísir tørvandi dirvi til sjálvur at átaka sær sáttmálasamráðingar um egna sáttmálaøki sítt.
Í samrøðu við Útvarp Føroya í kvøld greiddi landsstýrismaðurin frá, at grundin til at hann ikki hevur góðtikið semjuna millum Maskinmeistarafelagið og SEV var, at ein slík semja helst fór at leggja støði fyri teimum samráðingum, sum landsstýrismaðurin sjálvur skal fara undir nú til heystar.
Hendan fráboðan frá landsstýrismanninum avdúkar, at landsstýrismaðurin ikki sjálvur tykist hava dirvi til at átaka sær samráðingarnar fyri teimum sáttmálaøkjum, sum hann varðar av.
Tá landsstýrismaðurin soleiðis vil brúka onnur sáttmálaøki sum grundgeving fyri ikki at vilja góðtaka semju, sum Maskinmeistarafelagið og SEV hava gjørt, so er fyri tað fyrsta talan um eina avgerð, sum neyvan byggir á haldgóðar løgfrøðiligar grund-gevingar og fyri tað næsta, so er hetta greitt tekin um, at landsstýrismaðurin ikki vil virða grundleggjandi samráðingarrættin hjá fakfeløgunum.
Vit kundu møguliga skilt avgerðina hjá landsstýrismanninum, um hann kundi prógvað, at tær sámuligu lønarhækkingar, sum Maskinmeistarafelagið og SEV hava avtalað vildu fingið óhepnar avleiðingar fyri SEV, men tá landsstýrismaðurin tekur heilt óviðkomandi atlit í sambandi við avgerð sína, so hvørki vilja ella kunna vit góðtaka avgerð hansara.
Vilja samgonguflokkarnir veruliga taka sær medábyrgd av, at samráðingarrætturin verður tikin frá fakfeløgunum.
Landsstýrismaðurin greiddi eisini í Útvarpinum frá, at hann hevði fullan stuðul í samgonguni fyri avgerð sínari og tí eigur føroyska fakfelagsrørslan at spyrja seg sjálva, um verandi samgonguflokkar veruliga taka undir við at taka samráðingarrættin frá fakfeløgunum.
Vit vilja heita á allar flokkar í samgonguni um greitt at melda út, um tað er rætt at hesir flokkar stuðla ivasomu avgerðini hjá Bárða Nielsen, landsstýrismanni, tí um eisini teir flokkar, sum siga seg verja rættindini hjá vanliga føroyska løntakaranum, taka undir við avgerðini hjá landsstýrismonnum, um at forða limum okkara at fáa í lag nýggjan sáttmála, so eiga føroysku løntakararnir at notera sær hvørjir flokkar og hvørjir polittikarar soleiðis stinga føroysku fakfelagsrørsluni í ryggin.
Føroysku fakfeløgini eiga at standa saman móti ágangininum frá landsstýrismanninum.
Ófrættakenda fráboðanin frá landsstýrismanninum við fíggjarmálum eigur at fáa førosyku fakfelagsrørsluna at standa saman móti hesum ágangi, tí avgerðin hjá landsstýrismanninum vísir eina slíka vanvirðing fyri fría samráðingarrættinum, at hetta helst kemur at hótta demokratisku arbeiðsrættarligu skipan okkara.
Tí vilja vit heita á føroysku fakfelagsrørsluna, um at standa saman nú vandi er fyri at samráðingarrættur okkara verður munandi skerdur ella í ringasta føri tikin frá okkum.