Borders", sum júst snýr seg um flóttafólk og neyðhjálpararbeiði. Hon hevur eisini gjørt av, at UNHCR skal fáa allar inntøkurnar av einari bók, sum hon hevur skrivað um arbeiði sítt við flóttafólki. Bókin kemur [...] virkað fyri at kunna altjóða samfelagið um arbeiðið hjá ST-flóttafólkastovninum UNHCR, og í vikuni fekk hon ta nýstovnaðu virðislønina "Sergio Vieira de Mello Citizen of the World"-virðislønina. Virðislønin [...] doyðu eisini í atsóknini. Í grundgevingunum fyri at geva Angelinu Jolie virðislønina verður sagt, at hon hevur víst almenninginum á trupulleikarnar hjá flóttafólki og á tann hátt fingið heimssamfelagið at
fiskimonnum, nú hon skal til Bruxelles at umrøða ætlanina hjá ES-nevndini at skerja kvoturnar næsta ár. -Vit ætla at lata ráðharran fáa lyklarnar til skipini, áðrenn hon fer avstað. Fær hon ikki eitt úrslit [...] úrslit, sum vit kunnu góðtaka, kann hon lata fiskivinnukommiserin Franz Fischler fáa teir. So kann hann yvirtaka danska fiskiflotan, tí vit klára okkum ikki við fleiri skerjingum, sigr Jens Søndergaard, sum
og tað hongur ikki heilt saman, heldur hon. Hon vísir á, at løgmaður sjálvur hevur skyldina av hesum. Saknaði okkurt Lisbeth L. Petersen leggur tó dent, at hon saknar eina rámari útlegging av trupulleikunum [...] er ikki heilt rætt. Vit hava jú havt stórar trupulleikar bæði í alivinnuni og í rækjuvinnuni, vísir hon á. Lisbeth L. Petersen er heldur ikki samd við uppfatan løgmans av støðuni í almanna- og heilsuverkinum
Erland Poulsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. og vigaði 3600 gr. 15. oktober fingu Inga Jenný Ingvadóttir og Jóhannes Elias Joensen, Sørvágur, eina dóttur. Hon var 54 cm. og vigaði 3500 gr. 15. oktober [...] 6. oktober fingu Annika Hansen, Klaksvík og Ásmundur Sivertsen, Norðdepli, eina dóttur. Hon var 55 cm. og vigaði 4050 gr. 10. oktober fingu Birgit og Niels Juel Olsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm [...] og vigaði 4400 gr. 15. oktober fingu Roda Johannesen og Óli Jákup Niclasen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. og vigaði 3830 gr. 16. oktober fingu Randi og Dánjal Jákup Hammer, Eiði, ein son. Hann var
kappingini fyri at mótmæla deyðadóminum ímóti teirri 31 ára gomlu Aminu Lawal. Hon er dømd at verða steinað til deyða, tí hon fekk eitt barn uttan fyri hjúnarlag. [...] Tað er forsetafrúan í Nigeria, sum avdúkar, at hon ætlar at taka pengarnar úr einum barnahjálpargrunni, sum hevur fingið pengar frá ST. Forsetafrúan, Stella Obasanjo, hevur sjálv stovnað barnahjálpargrunnin [...] stóran ans víða um heimin, og tað bøtir ikki um umdømi hennara, at tað samstundis er komið fram, at hon er í ferð við at byggja grunni sínum ein skrivstovubygning fyri 385 milliónir krónur. Bygningurin verður
Birgit Arge er úr Havn, hon er 51 ára gomul, tók læraraprógv á Jonstrup Seminarium í 1978. Síðan 1982 hevur hon verið lærari við Hoyvíkar Skúla, har hon bleiv varaskúlastjóri í 1997. Hon tekur við sum skúlastjóri
leiðari á deildini, og byrjar hon í starvinum 1. juni. Hilda er útbúgvin socialpedagogur og psykiatriskur røktari. Hon hevur arbeitt innan psykiatriina á Sankt Hans Hospital, hon hevur verið við til at byggja [...] byggja upp socialpsykiatrisk tilboð til sinnisveik í Botswana, og seinastu árini hevur hon verið leiðari á Umlættingarheiminum Dáanum í Klaksvík. Heimarøktin og Serforsorgin ynskir nýggju deildini og leiðaranum
Sjálv hevur sjúkrasystirin víst ákæruni aftur. Hon hevur sitið í fongsli síðani í desember í fjør. Fyri tveimum mánaðum síðani avgjørdi ein dómstólur, at hon skal verða sitandi í fongslinum, og tann 17. [...] ymsum sjúkrahúsum í Niðurlondum. Hon byrjaði á einum sjúkrahúsi í Scheveningen og arbeiddi seinni á trimum sjúkrahúsum í Haag. Sambært niðurlendska ákæruvaldinum beindi hon fyri tí fyrsta sjúklinginum í 1997
Elinborg Lützen varð fødd í Klaksvík í 1916. Hon fór sum 11 ára gomul til Havnar at ganga í skúla, og seinni fór hon eisini til Danmarkar í somu ørindum. Hon kom tí fyrst í fimtiárunum aftur til Klaksvíkar [...] a Elinborg Lützen verða um páskirnar at síggja í Klaksvík. Skírshósdag letur framsýningin upp, og hon verður at síggja allar páskirnar. Framsýningin verður í ovastu hædd á býráðshúsunum, har Norðoya Listafelag
býráðnum. Arbeitt hevur verið við hesum í tvey ár, og nú er hon so klár. Her eru ymisk uppskot um, hvussu støðin kann nútímansgerast, so at hon kann lúka krøvini. Ingi Mohr mælir til, at ein íløga á 90 milliónir [...] Kommunala orku- og brennistøðin fór undir at brenna rusk í 1987. Tá leyk hon øll umhvørviskrøv, sum vórðu sett, men hesi krøv eru síðani nógv herd. Í løtuni lýkur brennistøðin ikki øll krøv, sum eru galdandi [...] ber eisini til at reinsa roykin. Brennistøðin tekur ímóti eini 15.000 tonsum av ruski um árið, og hon brennir millum 40 og 53 tons um dagin. Ingi Mohr sigur, at ovnurin skal skiftast út í seinasta lagi