Mirjam tænir fólkinum

- Mær dámar væl at lesa lurtaraynski og spæla sangirnar, sum fólk vilja hoyra, men tað er eisini komið fyri, at fólk hava ringt at skelda, tí tey eru misnøgd við onkra heilsan, sum tey hava fingið, sigur Mirjam Pætursdóttir, sum hvønn gerandisdag er vertur í Ynskiløtuni hjá Rás2

Til tær fimm á Farita.

Nú mugu tit lurta. Her er heilsanin, sum tit hava saknað leingi.

Heilsan hin, sum einki sigur

Lag: Carola/ Invincible


Dag eftir dag syrgir hon fyri, at fólkið sleppur fram at Rás2 við sínum ynskjum og heilsanum.

Mirjam Pætursdóttir er ein av kendu røddunum á Rás2. Seinastu tey árini hevur hon lisið lurtaraynski í Ynskiløtuni, sum verður send hvønn seinnapart.

- Mær dámar væl at lesa lurtaraynski og spæla sangirnar, sum fólk vilja hoyra. Hetta eru tímarnir hjá lurtarunum, og tí fáa teir júst tann tónleikin, sum teir vilja hava. Onkur heldur, at tónleikurin er keðiligur, men tað er bert ein máti at broyta tað – tað er at ynskja okkurt annað, sigur Mirjam Pætursdóttir.

Tað eru liðin tvey ár, síðani hon fyrstu ferð kom á Rás2 at starvast.

- Eg søkti eitt starv sum vertur til eina morgunsending, og eg var til samrøðu, men fekk ikki starvið. Tá Rás2 so nakað aftaná søkti eftir onkrum at taka sær av Ynskiløtuni, royndi eg aftur, og tá varð eg beinanvegin biðin um at koma til arbeiðis, greiðir Mirjam frá.

- Eg havi altíð havt áhuga fyri miðlum og kreativum arbeiði, so eg eri fegin um, at eg fekk møguleikan at starvast á Rás2. Síðani oktober í fjør havi eg arbeitt fulla tíð á Rás2, og tað hevur mær dámt sera væl, sigur hon.


Til allar lurtarar.

Tit mugu hava tað gott.

Ein, ið keðir seg

Lag: Busta Rhymes/Break Ya Neck


Ræðist ikki tøknina

Mirjam Patursdóttir er 23 ára gomul og ættað úr Leirvík. Hon býr framvegis í Leirvík og ferðast hvønn dag millum Leirvík og Miðlahúsið í Vágsbotni, har Rás2 heldur til.

Eftir fólkaskúlan fór Mirjan í studentaskúla á Kambsdali, og har tók hon studentsprógv. Eftir tað hevur hon havt fiskaarbeiði í Leirvík og arbeitt í handli í Gøtu. Fyri tveimum árum síðani fekk hon arbeiði á Rás2 og hevur verið har síðani.

Í fjør fór Mirjam undir lesnað uttanlands, men tað var ikki akkurát nakað fyri hana, og hon kom heimaftur eftir nakrar vikur. Síðani hevur hon glett lurtarar hjá Rás2 við at spæla teirra ynski og lesa teirra heilsanir.

- Seinnapartin sendi eg Ynskiløtan, men eg fáist eisini við ymiskt annað á Rás2. Eg geri lýsingar, og mánadag sendi eg morgunsending saman við Magna Høgnesen. Tað kann verða rættiliga strævið at fáast við lýsingarnar, meðan tað er eitt sindur meira avslappandi at lesa heilsanir í Ynskiløtuni, sigur Mirjam.

Hon smæðist heldur ikki fyri at seta seg inn í tøknina á Rás2.

- Tá eg byrjaði á Rás2, skuldi eg beinanvegin læra meg at senda einsamøll. Tað var eitt sindur trupult at byrja við, men nú havi eg vant meg við tað, og tað er eingin trupulleiki at passa teknikkin, meðan eg sendi. Eg eri eisini ofta teknikkari, tá vit senda morgunsendingina mánamorgun, sigur Mirjam.


Stórur áhugi fyri Ynskiløtuni

Lurtaraynskini til Ynskiløtuna á Rás2 verða send umvegis teldupost, heimasíðuna hjá Rás2 ella við faxi, og áðrenn sendingin fer í luftina klokkan 13 hevur Mirjam valt millum mongu ynskini og funnið sangirnar fram á telduni.

- So at siga allar dagar er fult av ynskjum, og seinna partin av vikuni koma ofta sera nógv ynski til sendingina. Eg royni sum frægast at velja burturúr, og ofta taki eg føðingardagsheilsanir ella ynski í sambandi við serligar dagar framum, sigur Mirjam Pætursdóttir.

- Tað er fleiri ferðir komið fyri, at fólk hava ringt at skelda, tí tey eru misnøgd við onkra heilsan, sum tey hava fingið. Tað er altíð onkur, sum roynir at misbrúka Ynskiløtuna við at senda ynski upp á nakkan av onkrum, men vit royna sum frægast at ansa eftir, at slík ynski ikki fara út í luftina, sigur hon.

- Um okkurt ynski er eitt sindur keðiligt, so taki eg tað ikki við, men ofta eru tey rættiliga óskyldug.

- Eg havi eisini sjálv dummað meg onkuntíð og sagt okkurt, sum eg ikki skuldi havt sagt, men tað er ein partur av senda so nógv beinleiðis.

Kann tað ikki verða keðiligt at lesa heilsanir upp dag eftir dag?

- Mær dámar tað sum heild væl, men onkuntíð kann tað blíva eitt sindur troyttandi, men so fái eg onkran at loysa meg av.


Til synirnar hjá mær.

Tann eini í Havn og hini í Suðuroy. Vil bara siga, at eg elski tykkum yvir alt. Spæl sangin Sonur Mín.

Heilsan mamma