ógvusligt og ekstremt maskulint - og tað snýr seg alt um mat, staðfestir Gutti. Føroyski maðurin hevur tí holla vitan um at útnytta náttúruna. Hann veit hvussu og nær hvørt djór skal drepast og fáast til [...] arbeiða, tey nýta ikki kroppin og árstíðirnar eru eins. Um kvøldið er tað sjónvarp og at fáa børnini í song - og næsti dagur er sama sjabbið. Matur er nakað, sum fæst í handlum - ofta innflutt frá hinari síðuni [...] rákið, heldur Gutti. - Tá kvinnur gera mat, snýr tað seg ofta um úrslit. Alt skal vera púra klárt, tá fólk koma at eta. Nýggja rákið snýr seg um sjálva prosessina. Tað er ikki longur nøktandi, at skera steikina
aftur bandið við undanfarnu øld. Her fedrar várir mangan við hond um áralunn, um fjørð, um flúr og tanga, at royna fiskigrunn. Ei nakað meira ymiskt, enn hav í logn og ódn. Tað føroyingar væl vita frá tí [...] teir. Nú kvøldið fer at líða, vit fingu bara væl. Eg veit, at omma bíðar, nú seið hon fáa skal. Eg veit, hon glað vil vera, hon segði so við meg: - Tú fert mær nokk at bera, at kóka vænti eg. Teir fara so [...] Tøkk havi nú vár faðir, for veiðu, tú oss gav. Vit kunnu vera glaðir, nú omma fær burturav. Og lítil piltur móður, á kodda leggur seg, við tøkk og bøn Gud signi tú hini øll og meg. Til Før-oya smádreingir
vónaði, at tað gekk. Men tú uppdagaði tað, og eg fekk ein ordans uppsang. Hetta var uppá sítt pláss og sigur nakað um, at tú gjørdi títt arbeiði væl. Tá eg onkuntíð lá sjúk, komst tú niðan í døgurðatímanum [...] fortaldi tú mær fyri 147. ferð um tá ein gás kom eftir tær. Ella onkra aðra grípandi søgu frá tínum barndómi, ið ikki var nakar dansur á rósum. Ikki fekst tú ta skúlagongd ella útbúgving, tú ynskti tær [...] eri so góð við teg og veit, at tú ert so góð við meg. Tøkkir og rósandi orð skulu hoyrast, meðan man enn er á lívi, um til ber. Tí vil eg vísa tær tann heiður at takka tær fyri alt, tú hevur verið fyri meg
seglum inn um boðarnar í fjørðinum, og tú spurdi meg, hvat hatta var fyri eitt skip. Eg segði tær, at tað var Norðlýsið úr Havn, sum kom til Regattasiglingina, ið verða skuldi á Vágsfirði sama dag. Tú stóð tigandi [...] seinastu 26 árini. Frásøgumaður ert tú góður, minnið er sera gott, og er tað stuttligt at hoyra teg siga frá ymiskum hendingum og fólki, sum tú kom at kenna runt um á hesum plássum. Hvør minnist ikki tær [...] hevði samrøðu við teg, og tú so hugtakandi greiddi frá. Mong eru børnini, sum hava gingið í skúla hjá tær tey 45 árini, tú var lærari, og mangar er heilsanirnar, eg eri biðin um at bera tær, tá eg eri komin
merkir - og hvat tað skal brúkast til - veldst um, hvønn tú spyrt. Sambandssíðan sigur hetta vera prógv um, at einans ein minniluti - góð 20% - vil hava loysing frá Spania, og at spanski politikkurin tí er [...] í sjálvum stórbýnum Barcelona um eitt ár. Hóast tær ikki eru almennar, og hóast tær ongar beinleiðis fylgjur fáa, eru fólkaatkvøðurnar fyriskipaðar júst sum um talan var um almennar, galdandi fólkaatkvøður [...] tiltøkini seta spurningin um catalanskt sjálvræði á dagsskránna. Tí í veruleikanum er talan um størsta politiska mótmæli í Catalonia nakrantíð. Ja, tað verður trupult at finna nakað størri í Europa yvirhøvur
Vinther heldur tað vera at spotta løntakararnar at bjóða millum 0 og 2%, tá tú hevur givið tingmonnum 60%. -Serstakliga tá tú hugsar um, at løntakararnir í Føroyum hava sum onga aðrastaðni kanska í øllum Ve [...] á einum stovni fyri samanlagt 9,5% í hækking, og tað er órímuligt er at tosa um minni enn tað. Líka mikið um talan er um alment ella privat - við avtaluni hjá Føroya Tele er linjan løgd, og tað skuldi [...] annars lítið um úttalilsini hjá Karsten Hansen, har hann hóttir við uppsøgnum, um lønarkrøvini hjá Starvsmannafelagnum skulu gangast á møti. ? Hetta eru tær beru umberingar. Tí meinti hann nakað við hetta
skuldu uppliva nakað sum eingin torir at hugsa um og sum samstundis er torført fyri onnur at tora at tosa um. Men sum sagt tað eru ikki orðini sum hava týdning, bert tað at fólk vilja vera um ein tá lívið [...] hjálpa einum øðrum persóni, mást tú kunna seta teg inn í støðuna hjá hinum fyri veruliga at skilja hvat hann fer ígjøgnum, annars er talan ikki um hjálp, men harafturímóti um at hevja sjálvan seg". Ein serlig [...] hjá Villiami, Jónasi og Sonju og upp til nú. Sjálvt um fólk hava tað hugsan, at lutir eru deyð ting, so kemst ikki undan, at søgan hongur í teim lutum tú eigur og hevur samlað tær gjøgnum eitt heilt lív.
tingið tú keypti tær? Absinthe gløs í París og ein kalimba, sum passar í lumman. Hvat høvdu fólk ikki trúð um teg? At eg ropi harðari enn ein maður. Eitt motto? Verð erlig um tað, sum tú vilt. Um tú gevur [...] tað nakað listaverk, sum hevur fest seg í títt minni? Fleiri, eitt nú »Eye of silence« hjá Max Ernst og ymiskt hjá Leonoru Carrington. Um tú slapp, at siga nakað hart við alt Føroyar, so hevði tú sagt: [...] facinerað av fólki. Nær fært tú kensluna »tey skilja meg slettis ikki«? Hehe... tað er ikki altíd, at eg skilji meg sjálva. So tað ger onki, um onnur ikki skilja meg. Spælir tú nakað ljóðføri/syngur? Ja, eg
hvussu kann ein so mikið sum hugsa um at gera sparingar innan eitt økið, sum er so forsømt? Skuldi alt ikki blíva betri innan eldraøkið? Eg veit væl at tað er kreppa, men tú kanst ikki royta eina skalluta [...] skalluta hønu. Í minari verð er tað burturvið, so mikið at hugsa um at spara innan eldraøkið. Okkara gomlu skulu hava eitt virðiligt lív, tað hevur verið havt frammi óteljandi ferðir. Røktarheim skuldu byggjast [...] nakar bati verður. Bíðilistarnir eru langir, og fólk hava mist mótið, tey orka ikki meira, tað hoyri eg um hvønn dag. Bara á tí akutta bíðilistanum eru yvir 100 fólk, og hin listin er umleið tríggjar ferðir
sjónarring teirra – og er bót fyri sálina. Tað finnst ein heimur uttan fyri Fuglafjørð. Tú kanst nakað sjálvur, um tú vil! Maður kemur í mans stað, verður sagt. Vónandi tað; men arvurin ella setningurin eftir [...] hesin førningur leggjast í børnini, um gáað verður eftir tí – tað hevur Frits dugað. Hetta er serstøk gáva, hann hevur veitt børnum í hópatali í Fuglafirði og har um vegir. Frits hevur saman við øðrum verið [...] skúlanum í Fuglafirði. Hví er hann ikki givin fyri langari tíð síðan, kanst tú spyrja? Nei, hvønn dag hevur hann borið nakað nýtt til skúlan. Frits hevur staðið fyri tí kreativa: sanginum, listini og tí