Ein kalimba, sum passar í lumman

– er tingið, sum Anna Katrin Egilstrøð av Eiði keypti sær herfyri. Hon hevur turnerað við ORKA og júst givið út fløguna »Koder på snor« út saman við bólkinum Valravn, hvørs debut-fløga varð nominerað til heilar tríggjar Danish Music Awards.

Hon fór niður at læra sjónleik og cirkus fakið. Nú syngur hon næstan bara, men viðhvørt dansar hon eisini eld-dans, málar, ger skortar og spælir upp á skramblitrummur


Hvat gert tú, á tú slappar av?

Gangi ein túr ella lurti eftir tónleiki, meðan eg ferðist gjøgnum landslagið. Hyggi eftir filmi ella eftir skíggjunum, meðan tey skifta skap.


Hvat er títt mest óhepna karaktertrekk?

At eg eri so rastleys og kann blíva eitt sindur sjálvdestruktiv til tíðir.


Hvat er, eftir tínum tykki, umráðandi at duga?

At fylgja sínum hjarta og tora at verða erlig.


Hvat elskar tú at gera?

At skapa og at dansa til feitan tónleik.


Hvussu er lagið júst nú?

Arvo Part... heyst melankolsk.


Hvønn sært tú upp til í veruliga lívinum?

Ommu, Blixa Bargeld, Bjørk, Arvo Part.. allar djarvar sálir. Blívi konstant facinerað av fólki.


Nær fært tú kensluna »tey skilja meg slettis ikki«?

Hehe... tað er ikki altíd, at eg skilji meg sjálva. So tað ger onki, um onnur ikki skilja meg.


Spælir tú nakað ljóðføri/syngur?

Ja, eg syngi og spæli upp á alt møguligt, sum hevur eitt feitt ljóð. Eg eri ongin virtuosur á nøkrum ljóðføri. Havi akkurát skaffað mær eitt klaver, til tá ið eg skrivi tónleik.


Tað síðsta tingið tú keypti tær?

Absinthe gløs í París og ein kalimba, sum passar í lumman.


Hvat høvdu fólk ikki trúð um teg?

At eg ropi harðari enn ein maður.


Eitt motto?

Verð erlig um tað, sum tú vilt.


Um tú gevur góð ráð, hvussu gert tú so?

Sigi mína meining. Eg veit ikki... royni at verða so konstruktiv sum til ber.


Hvussu sær eydnan út?

Tá tað, sum tú veruliga ynskir, gongur út. Kanska ikki altíð soleiðis, sum tú væntaði tær, men á ein hátt, so tað kortini gevur eina hægri meining.


Er tað nakað listaverk, sum hevur fest seg í títt minni?

Fleiri, eitt nú »Eye of silence« hjá Max Ernst og ymiskt hjá Leonoru Carrington.


Um tú slapp, at siga nakað hart við alt Føroyar, so hevði tú sagt:

Peppa teg upp!