við at dribla bóltin av síðulinjuni, fyri síðani at brenna tveir stórar møguleikar. Sir Alex segði eftir dystin, at Obertan var ónøgdur við sítt egna avrik eftir dystin. Hann vísti samstundis á at hetta [...] við at liggja fremst. Tí var trýst á Sir Alex og hansara monnum at fáa trý stig á heimavølli ímóti Blackburn. Berba fekk flott mál Hóast Old Trafford var nærum fullsett og Manchester United sat á at kalla [...] hetta er bara aðru ferð, at Obertan er á vøllinum eftir sjey mánar við skaða í rygginum. Støðan eftir hetta vikuskiftið bendir á, at tað verða Chelsea, Manchester United og Arsenal, sum fara avstað við teimum
skrivar um pápa. Her kann verða nevnt, at tá vóru tveir Edvard Mortensen á Tvøroyri. Ein trupulleiki við, at tað vóru tveir við sama navni, var, at posturin av og á fór til skeivan móttakara, og harvið fekk [...] Hon var farin at leka illa, og tá ið teir í 1905 vóru á veg úr Íslandi til Føroya, mundi hon sokkið millum londini. Abbi legðist nú uppi og fekst við at seyma segl hjá Mortensen og inni á Hvítanesi. Men [...] men tað bar so ikki til at gjalda sama limagjald sum í Danmark, tí umstøðurnar og inntøkurnar vóru so ymiskar. Men her var einki at gera. Stuðul fekst eingin úr Danmark. Fylking gavst ikki so. Nú vendu teir
Poulsen. Hann helt ikki, at tað átti at verið so torført at fingið føroyingar at flutt heim aftur. Tí í stóran mun snýr tað seg um ítøkilig og politisk viðurskifti, sum eiga at verða sett á dagskrá. Til dømis [...] uppundir, at vit gera tað liviligari hjá fólki her á klettunum. Hvar er politikkurin? Og vit kunnu í felag undra okkum á, at miðvísi útisetapolitikkurin eftir øllum at døma letur bíða eftir sær. Politikkurin [...] og opinleiki eisini hevur ávirkan á, um tey ungu og kvinnurnar hava hug at verða verandi á einum plássi. Komandi dagarnar fara vit á Sosialinum at varpa meiri ljós á evnið, bæði frá kyns- og vinnupolitiskum
ikki, at tað var í lagi.. So spurdi eg, hvat tey hildu, um so var, at føroyskar fyritøkur fóru at brúka enskt sum arbeiðsmál. Her svaraði fjórði hvør, at tað var í lagi. At umleið 25 % eru samd í, at tað [...] Tað er praktiskt at kunna nýta eitt altjóða mál, og so mugu vit heldur ikki gloyma, at tað gevur prestisju at kunna orða seg á enskum, bæði í skrift og talu. Hví síggja vit so nógv enskt á føroyskum kjatt- [...] visjónir í ólukkumát. So kæru politikarar, eg fari at minna tykkum á, at tað at hava sítt egna mál ikki er nøkur sjálvfylgja, og skulu vit hava eitt livandi og funktionelt mál, krevst, at tað eru fólk, sum
Grønlandi. Tí var ikki annað at gera enn at royna at fáa Marité sleipaða heim. Teir fingu at vita, at ógjørligt var at fáa hóskandi stórt skip at sleipa hana heim. Gjørt varð tískil av, at Vestmanna skuldi fara [...] ringt at halda kós. Tá ið Vestmanna royndi at nýta sína motormegi, og Marité fekk eitt nos, fór Vestmanna so hart eftir reyv, at sprænurin stóð fram í lugarið. Marité var so tung og tað stóð so nógv á. Poul [...] heimferðini. Eftir at hava riggað til fóru teir avstað. Veðrið var gott at byrja við. Men tá ið teir komu á Kappan var stormur í tveir dagar. At nógv stóð á, fingu teir at merkja tá Marité, sum hevði sett øll
støðu, teir vóru í. Løntu føroyingum illa Sofus heldur eisini, at bretar í 1964 løntu føroyingum illa, at teir við at seta lívið í vága útvegaðu teimum fisk undir heimsbardaga. Hetta var so nógv, at tað veruliga [...] var ofta luftávarðing, so tey máttu fara oman í kjallaran at leita sær skýli. Tá plagdi Hákun Djurhuus, sum var lærari tá, at fáa børnini upp á gólv at dansa føroyskan dans, so tey skuldu gloyma óhugnan [...] hvørs uppgáva at at tryggja handlinum dagligar vørur. Nógvar teirra vóru skamtaðar. At umsita eina slíka skamtan var ikki bert sum at siga tað, tá nýtslan ikki samsvaraði við skamtunarkortini. So til Aberdeen
Tað hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni í nátt. Men vikuskifti er og tá er kortini heilt sjáldan, at tað slepst helt undan at senda boð eftir løgregluni. Klokkan 02.40 í nátt varð ein bilur árendur [...] Men tann, sum rendir á, hirdi ikki at bíða, men rýmdi av staðnum. Løgreglan veit ikki, hvør tað er, men hon hevur spor at ganga eftir, tí ymisk petti duttu av bilinum, sum rendi á og tey hevur løgreglan [...] tað ikki einum manni at loysa sær buksurnar og klína afturpartin heilt upp ímóti rútinum á einum løgreglubili. Tann stuttleikin kostar honum nú eina bót upp á nakrar hundrað krónur, so er spurningurin um
veltist ákærdi so, at hann breyt eitt stovuborð úr marmor. Tá pápin kom aftur og sá, at lutir í húsinum vóru brotnir, ringdi hann eftir løgregluni og bað hana koma eftir ákærda. So varð gjørt, og tíggju [...] eitt sindur. Pápin var lopin á dyr so skjótt hann varð blivin leysur at ákærda. Hann ætlaði at fara eftir hjálp. Breyt stovuborð Sambært bróðrinum hendi ikki tað stóra, eftir at hann var komin niður undir [...] hetta fekk pápan at fara upp á loftið at biðja teir dempa seg eitt sindur. Hetta fekk øði í ákærda, sum legði á pápan. Báðir endaðu úti í ganginum, har ein bróður ákærda kom til og royndi at fáa ákærda burtur
verið so góð við tær. Nakrir dagar gingu, so fór konan at pakka kuffert. Hon fylti kuffertið so fult, at hon mátti seta seg á tað fyri at fáa tað aftur. Nálirnar grunaðu onki ilt, men so fór konan at práta [...] saltið, ikki at forgloyma, var farið av teimum. Aftan á legði konan tær so í vindeygakarmin at torna í sólini. Tá høvdu tær tað so gott og vóru í sera góðum hýri. Høvdu tær dugað at sungið, so høvdu tær heilt [...] eisini, at onkur langabbi var at síggja. Ja, alt, sum kundi ganga og grulva fór út at spankulera. Tey flestu gingu bara framvið vindeyganum, men onkuntíð vóru nálirnar so hepnar, at tey steðgaðu á beint
vitan innan økið, sum bara bíða eftir, at boð verður eftir teimum, so vitanin kann gagnnýtast. So tá tað kemur til stykkis, er ljós fyri framman, tað raður bara um at lata eyguni upp fyri tí og loyva [...] tey nú taka, fara at ávirka teirra egnu ellisár. Tað er jú ikki óhugsandi, at avleiðingarnar av avgerðunum falla aftur á tey sjálvi, um tey einaferð koma í ta støðu, at tey verða noydd at flyta úr egnum heimi [...] Jacobsen ------- Enn er ikki ov seint at støðga á við vitleysu røktarheimsútbyggingini, sum spreiðir seg um alt landið og í staðin fara í gongd við at leggja ætlanir at byggja eldrabústaðir og -miðstøðir