Gerda Einarsson: Av kapitalista- og sosialistaætt á Tvøroyri

Vit hava havt samrøðu við Gerdu Einarsson av Tvøroyri. Hon er av Mortensenættini í faðirætt, sum er ein ímynd av kapitalismu á Tvøroyri. Móðurættin er úr Puntabyrgi, sum er ein partur av javnaðarsøguni á Tvøroyri

1. partur


Í vár høvdu vit fleiri frásagnir frá teimum skipsvanlukkum, sum vóru í Suðuroy í 1924, og árini frammanundan. Ein teirra var General Gordon, sum gekk burtur fyri júst 85 árum síðani.
Í samband við tað kanningar­arbeiði, sum tá varð gjørt í Suður­­oy, komu vit á tal við Gerdu Einarsson av Tvøroyri, sum umboðar ein stóran part av søguni í Suðuroy fyrrapartin av undanfarnu øld.
Gerda verður 88 ár tann 15. desember. Hon er fødd Morten­sen, sum sigur nakað um hennara faðirliga upphav. Men pápin gjørd­ist ein virkin partur av verka­mannarørsluni á Tvøroyri. Her umboðar Gerda mótsetningin millum kapitalismu og sosialismu, sum kom meira fram á Tvøroyri enn aðra staðni í Føroyum.
Mamman kom úr Puntabyrgi, sum hevur neyvt samband við føroyska fakfelagssøgu og eisini missiónssøgu. Kendir mammu­beiggjar vóru Gunnar Petersen, sum var formaður í Føroya Arbeiðarafelag í mong ár, og Alfred Petersen, sum fyrst og fremst var kendur sum sjómanstrúboðari í Íslandi og Grønlandi og eisini sum formaður í Kirkjuliga Missiónsfelagnum.
Gerda giftist við Poul Einars­son, sum var íslendingur í faðir­ætt, men sum var úr Valinum á Tvøroyri í móðurætt.
Sigast kann, at hetta er ein sera samansett familja, har nógv er at greiða frá. Hetta dugur Gerda eisini sera væl. Tað er ikki minst áhugavert, at hon arbeiddi hjá AT, kendu arbeiðarafyritøkuni á Tvøroyri, í mong ár.
Fyri at gera frásøgnina meira fullfíggjaðar verða eisini aðrar keldur nýttar. Serliga er tað bókin um arbeiðsmannafelagið Fylking hjá Jóannes Dalsgaard, sum lýsir fakfelagsviðurskifti á Tvøroyri.
Puntabyrgi
Gerda greiðir frá, at tann fyrsti sum bygdi Puntabyrgi var faktor við tann Kongaliga Handilin, sum kallaðist Joen Dionesen Nolsøe.
Ein oldurabbi mín kallaðist Jesper Jespersen f. um 1807 í Porkeri. Hann var giftur við Elsebeth Sophie Danielsdatter f. um 1818 i Porkeri.
Tey búsettust úti á Tippinum.
Dóttir teirra Cathrine Malene Elisabeth Jespersen f. 29/9 1840 giftist við Ole Petersen, sum var úr Danmark. Hann kom til Tvøroyri 12/1 1863. Tey giftust 5/2 1868, hann doyði 25/11 1871.
Petur Petersen, prestur, sonur Alfred, hevur funnið fram til, at sambært kirkjubókina fyri Syv Sogn var Ole Pedersen føddur 25/9 1837. Hann var sonur hús­mannin Peder Nielsen og konu hansara Maren Knudsdatter úr Viby.
Ole varð konfirmeraður 1. sunnudag eftir páskir í 1852.
Tað er sagt, at Ole Petersen rýmdi til Føroya fyri at sleppa undan at skulla í kríggið, sum endaði 1864 millum Danmark og Týskland, tá Danmark misti ein stóran part av Suðurjútlandi.
Hetta var hann í so fall ikki einsa­mallur um. Í røðini Hendur, ið Sleptu hava vit greitt frá Hans Madsen Nielsen, sum eisini rýmdi til Føroya av somu orsøk. Hann endaði eisini á Tvøroyri, har hann gjørd­ist ein væl umtóktur lærari.
Langabbi varð tískil kallaður Óli danski millum manna.
Sonur teirra, abbi mín Peter Lars Petersen f. í 1867, giftist við Margrethe Marie Nolsøe, sum var fødd í 1872, og tey búsettust í heiminum hjá henni í Puntabyrgi.

Langabbi gongur burtur
Men Óli danski fekk ikki nakað langt lív. Hann druknaði á útróðri í 1871. Í hesum sambandi kann vera áhugavert at endurgeva tað, sum er skrivað um hesa hending í politiprotokollini fyri Suðuroyar sýslu, undirskrivað av Gudmund Effersøe sýslumanni:
Aar 1871, den 25. November indfandt undertegnede sig ved Tveraa for at tilvejebringe Oplysning, hvorvidt det foreholder sig rigtigt, at Ole Pedersen, Niclas Niclassen, Thomas Johan Petersen, Hans Vang og Daniel Johan Hentze af Tveraa samt Magnus Jespersen af Porkere i afvigte Nat skulle være druknede paa Fiskeri.
Det blev af flere Beboere i Tveraa godtgjort, at de oven­­nævnte Personer i gaar Formid­dags tog paa Langline­fiskeri med en Sexmands­farer­baad tilhørende Kjøbmand Mortensen i Tveraa.
For Rapporten mødte Jens Christian Mortensen, Jens Jensen m.fl. af Frodebø, som forklarede, at de Kl. 7 i Morges toge paa Fiskeri fra Frodebø. Da de kom langs Landet ud for Osdal fandt de Kjøbmand Mortensen Tveraas Sexmandsfarer flydende kæntret paa Søen tilligemed flere Gjenstande hørende til Baaden. De vendte Baaden straks paa ret Køl for at se, om noget levende eller dødt Menneske maatte være i Baaden men fandt intet.
Morten Ole Vang Jespersen, Frodebø, som med Mandskab kom samme Vej til Fiskeri gik straks med flere ankomne Fisker­baade i Arbejde for at under­søge i Nærheden og langs Landet om nogen af Baadens Mandskab kunde findes, men alt forgjeves. Derimod fandtes alle de Langliner, som Baadens Mandskab havde haft med, lige for Frodebø Nypen, tæt ved Land og samlede. Da Baaden sandsynligvis kun kunde drive indad fra Nypen til Osdal med det første af Ostfaldet, antoges Baaden at være forlist Kl omtrent 4 i Nat.
Tann 12. desember verða tveir aðrir avhoyrdir. Teir høvdu eisini verið á veg til útróðrar hendan dagin. Men tá veðrið var heldur vánaligt, og ein av manningini var fullur, avgjørdu teir at venda aftur.
Tískil var abbi bert fýra ára gamal, tá ið hann misti pápan.

Tippisakin
Ein sak, sum er knýtt at okkara ættarsøgu, er tann sokallaða Tippisakin. Tað hava ikki búð nógv fólk á Tvøroyri tá, so at missa fimm mans í besta aldri í bygdini hevur verið ein rættiligur smeitur. Í 1860 búðu bert 338 fólk í allari sóknini. Tá hava tey verið nakað fleiri.
Sosiala trygdin var lítil og eingin, so tað hevur ikki verið lætt hjá eini einkju at lívbjarga sær. Handil var í bygdini við fríari rúsdrekkasølu. Hetta var ein stór freisting. Áttu fólk jørð, var ikki so neyðugt við reiðum peningi at gjalda við. Tað kundi “skrivast,” og tá skuldin var nóg stór, kundi handilsmaðurin fara við jørðini. Soleiðis var tað alla staðni í Føroyum, og var hetta orsøk til nógvar sorgarleikir. Hetta broyttist sum kunnugt við fólkaatkvøðuni í 1908, sum steðgaði fríu søluni.
Eitt dømi um hesa støðu er Tippisakin. Hetta var eitt sakar­mál, sum gekk í rættarskipanini í fleiri ár. Sakin endaði við landsrættardómi í 1911.
Spurningurin í sakini var, hvør ið átti hesa jørðina í Tippinum. Sakarpartarnir vóru Mortensen keypmenn øðrumegin og langomma Cathrine Malene saman við systir hennara Appolonia Jespersen hinumegin.
Sakin liggur á landskjala­savni­num og fyllir sera nógv. Tað kundi uttan iva verið skrivað ein longri søga bert um hetta mál.
Í rættinum í Føroyum vunnu tær báðar, men tapararnir skutu sakina inn fyri landsrættin, og har fingu teir viðhald. Morten­sen­menninir hava eisini verið betri fyri at verja sína søk enn tvær einsamallar kvinnur, sum neyvan hava megnað tað stóra, hóast tær høvdu verja fyri seg.
Um Appoloniu sigst, at hon var sera illa sint. Tá ið hon sat eftir við ongum lovaði hon eisini ilt.

Mortensenmaðurin, sum gjørdist sosialist
Pápi mín æt Edvard Mortensen, sonur Jens Mortensen í Kál­garð­i­num í Øravík.
Jens var føddur í Øravík 13. februar 1851. Pàll Nolsøe greiðir frá í Føroya Siglingarsøgu, at pápi hansara, langabbi mín, var Petur Mohr Mortensen, smiður, og mamman var Julia Matilda Sørensen, ættað úr Keypmanna­havn. Petur Mohr var komin at kenna hana, táið hann lærdi jarnsmíð hjá pápa hennara. Langabbi var beiggi “gamla” Johan Mortensen, sum byrjaði Mortensenfyritøkuna á Tvøroyri.
Abbi sigldi eina tíð við skipum hjá pápabeiggjanum Gamla Mortensen. Hann var síðan við donskum skipum og tók stýrimans­prógv á Bogø í 1878. Hetta gjørdu nógvir føroyingar tá í tíðini. Ein teirra var Jens Mohr í Havn.
Fyrsta skip, hann førdi, var sluppin Peder ella Fransurin í 1882. Hann førdi síðan ymisk skip, og hann førdi Plover í 1887 til hon í 1888 fórst í august mánaða av ísi á Lamboyri uttan fyri Skála, har teir royndu við bátum. Hetta er sunnanfyri Langanes í Íslandi. Tað varð sagt frá, at skipið lá fyri akker, og at bátarnir vóru á útróðri. Abbi var staddur í landi og bræddi livur, tá ið knappliga drift kom á ísin, sum setti skipið á land, har tað kroystist og gjørdist vrak. Mannskaði var tó eingin. Nakað varð bjargað av vrakinum, millum annað skipsklokkan, ið hekk leingi eftir tað í einum handli í Thórshøfn nærindis.
Tá ið Mortensens handil í februar 1892 keypti sluppina Alfred Trower úr Onglandi, fekk abbi hana at føra. Henda slupp varð bygd úr stáli og kom at eita Suðringur. Hann førdi hana til 1904. Frá 1904 til 1906 førdi abbi sluppina Don í farmasigling. Don hevði verið eitt gott skip, men var nú gomul og útslitin. Hon var farin at leka illa, og tá ið teir í 1905 vóru á veg úr Íslandi til Føroya, mundi hon sokkið millum londini.
Abbi legðist nú uppi og fekst við at seyma segl hjá Mortensen og inni á Hvítanesi. Men hann førdi onkuntíð skip niður við fiski. Abbi doyði 83 ára gamal 13. apríl 1934. Hann minnist eg væl.

Pápi fekk tuberklar
Pápi mín Edvard Mortensen fór á bedingina at arbeiða, tá ið hann var 18 ár. Her fekk hann arbeiðs­skaða eina ferð, hann lyfti ein av hesum stóru eikiplankunum. Hann fekk slysni, og hetta setti seg til tubeklar í rygginum. Hann bleiv sera sjúkur, og hann kundi aftaná tað einki gera uttan okkurt lættligt arbeiði.
Pápi plagdi at gera slíkt sum at ramma inn myndir fyri fólk. Ikki gav hetta tó tað stóra. Pápi førdi kassabók, og her sæst, at ein stór mynd kostaði kr. 1,33 at ramma inn.
Pápi var á ymiskum sanatorium niðri, fyrstu ferð í 1924. Hann mann kortini hava verið fyrst á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum.
Vit frættu frá honum gjøgnum postkort, og tað hevur verið ringt fyri hann at vera so langt burtur. Hann var heima ímillum, og fór so niður aftur. Pápi var so heima, tá ið mamma doyði í 1926. Eg minnist, at hann tók meg i fangið og segði, at mamma var deyð.
Tey vórðu gift í 1919. Brúðmenn vóru Jaspur, pápi Hans Holm, og rithøvund­urin Hans Andreas Djurhuus, sum eitt skifti var lærari á Tvøroyri.
Pápi hevur vist eisini verið vikarur sum lærari, tí Arnold Jespersen, sum doyði fyri kortum, segði, at besti lærarin í skúlanum var pápi. Víst var hann ikki lærdur, men hann dugdi væl at læra frá sær.
Pápi lá á Finsens Lysinstitut, sum tað kallaðist, í gott trý ár. Tá hann var so frægur, at hann kundi ganga við tveimum høkjum, slapp hann heim aftur. Hetta hevur verið í 1932. Eg mátti fáa eina mynd av pápa, so eg kundi kenna hann, tá ið hann kom. Pápi kláraði so at trena seg upp, so hann kundi ganga við einum stavi.
Hann gekk við eini tjúkkari leðurbandagu, sum skuldi skiftast út í 1937. Tá var meiningin, at vit skuldu fara niður við, men hann doyði áðrenn.
Pápi skrivaði nokk so nógv niður, og millum tað, hann skriv­aði var, at hann hevði fingið at vita, at sjúkan var ólekilig, men við band­agu kundi hann liva nøkur ár.

Pápi og Fylking
Arbeiðsmannafelagið Fylking, ella Enigheden sum navnið upp­­runaliga var, var fyrsta arbeiðara­felag í landinum. Her var pápi eisini virkin. Hann er eisini umrøddur fleiri staðir í bókini hjá Jóannes Dalsgaard um hetta felag, og her skal takast tað fram, sum hann skrivar um pápa.
Her kann verða nevnt, at tá vóru tveir Edvard Mortensen á Tvøroyri. Ein trupulleiki við, at tað vóru tveir við sama navni, var, at posturin av og á fór til skeivan móttakara, og harvið fekk pápi upplýsingar um tað, sum hin parturin í stríðnum um løngjaldsstovu, arbeiddi við. Trupulleikin av hesum varð loystur, tá ið hin Edvard fekk sær eftirnavnið Mitens, og er hann kendur millum annað sum politikkari
Umframt at vera eitt vanligt fakfelag gekk Fylking eisini á odda at skapa arbeiði á Tvøroyri. Eitt av hesum stigum var Ísvirkið, sum var ein kollveltandi ætlan tá í tíðini.
Í 1926 varð á fundi í Fylking samtykt eitt uppskot um at “danne et selskab med det formål at opkøbe og sælge den fra hjemmefiskeriet fangede fisk til udlandet i fersk tilstand.” Tað varð sett ein nevnd at arbeiða víðari við hesum máli, og í henni var eisini pápi. Longu ein mánaða seinni legði nevndin fram eina fyribils frágreiðing við uppskoti um, at Fylking skuldi byggja frystihús til útróðrarfisk og agngoymslu.
Fundurin álegði nevndina at arbeiða víðari við málinum, og hann samtykti eisini at biðja kommununa um grundøki. Sam­tykt varð eisini at spyrja seg fyri hjá Skipafelagnum, um teir høvdu møguleikar at flyta frystan fisk av landinum. Alt hetta vísti, at hetta vóru menn við hugflogi, og kanska vóru teir eisini framman­fyri sína tíð.
Meira hendi ikki í fyrsta umfari, men hetta var byrjanin til Ísvirkið, sum var ein glæsilig ætlan um virki, skip og nógv arbeiðspláss. At tað so ikki kom at ganga eftir ætlan er ein onnur og longri søga, sum Jóannes Dalsgaard eisini greiðir frá.

Stríðið fyri løngjaldsstovu
Tað næsta, sum pápi var við í, var stríðið fyri at fáa løngjaldsstovu, sum var eitt tað fremsta stríðsmál hjá arbeiðarum í fleiri bygdum hesa tíðina. Støðan var jú tann, at arbeiðarar bert í ein avmarkaðan mun fingu lønina útgoldna. Teir keyptu hjá keypmanninum fyri løn­ina og skrivaðu hana. Tá so lønin varð avroknað, varð vøru­skuld­in mótroknað. Tá varð sjáldan nakað at gjalda út. Arbeið­arar og fiskimenn blivu tískil bundnir at tí eina keypmanni­num og høvdu ikki møguleika at fara aðrastaðni, har tað kanska var bíligari.
Tí var tað eitt mál hjá arbeiðarafeløgum at fáa lønina útgoldna kontant, so teir sjálvir ráddu fyri, hvar teir handlaðu.
Tað varð eisini sáttmáli gjørdur millum arbeiðsgevarar og fakfeløgini á Tvøroyri um kontant gjald av lønini, men hetta varð ikki yvirhildið nakað serliga væl av arbeiðsgevarum.
So var spurningurin, hvat ið kundi gerast við tað. Loysnin tyktist at vera løngjaldsstova hjá fakfeløgunum, sum kravdi peningin inn frá arbeiðsgevar­unum, og sum síðan rindaði lønina út til arbeiðaran.
Fylking setti í 1933 Erik Larsen og pápa at arbeiða við hesum máli. Fyrst var tað spurningurin, um tað kundi vera brot á sáttmál­an, um løngjaldsstova varð sett á stovn. Hetta skuldi kannast saman við løgfrøðingi. Tað var skjótt, at feløgini í fyrsta umfari komu til ta niðurstøðu, at hetta skuldi ikki verið nakar trupulleiki.
Tískil samtykti Fylking, at løn­­gjalds­stova skuldi setast á stovn. Men hetta møtti sum vænt­­­að stóra mótstøðu frá arbeiðs­­gevar­um, og teir hildu fast um, at henda ætlan var í stríð við sáttmálan.
Teir í Fylking vildu hava allar løgfrøðisligar ivaspurningar greiddar, og tí fóru Gunnar Peter­sen, mammubeiggi, og pápi til Havnar at spyrja dómaran, um nakað løgfrøðisligt ivamál var í hugskotinum um løngjaldsstovu og ætlaðu reglugerðina fyri hana.
Dómarin kom til nakað somu niðurstøðu, sum advokaturin hjá arbeiðsgevarum, Edvard Mitens, var komin til frammanundan. Hon var at arbeiðsgevarin kundi ikki noyðast til at átekna eftirlitskort, sum var ein treyt fyri, at løn­gjalds­stovan kundi virka.
Síðan fóru teir báðir til Helge Simons advokat og fingu somu niðurstøðu frá honum. Tað, hann ráddi til, var at fáa avtalu um løngjaldsstovu í sjálvan sátt­málan við arbeiðsgevararnar.
Sáttmálin varð so sagdur upp við kravi um at fáa løngjaldsstovu í sáttmálan. Men hetta varð púra avvíst av arbeiðsgevarum í fyrsta umfari.
Fylking mátti tí fyrireika seg uppá verkfall, men trupulleikin var, at teir áttu ongan pening. Í verkfalskassanum vóru bert 1.000 kr. Eini ráð var at fáa lán frá hinum arbeiðarafelagnum á Tvøroyri, Fiskepigernes Fag­­for­ening, sum átti væl av peningini, og hetta varð eisini játtað.

Hóttu við kommunistum
Fylking vendi sær eisini til De samvirkende Fagforbund, nú LO, í Danmark um kr. 5.000 í stuðli, um verkfallið fór at gerast drúgt.
Svarið var noktandi, men við eini áheitan um at lima seg inn í danska felagið. Tá kundi støðan kanska vera øðrvísi.
Bræv varð aftur sent til Dan­­markar undirskrivað av Erik Larsen, Herluf O. Thomsen og pápa, har teir enn eina ferð biðja um stuðul. Teir kundu umhugsa lima­skap í danska meginfelagn­um, men tað bar so ikki til at gjalda sama limagjald sum í Danmark, tí umstøðurnar og inntøkurnar vóru so ymiskar.
Men her var einki at gera. Stuðul fekst eingin úr Danmark. Fylking gavst ikki so. Nú vendu teir sær til sjálvan Stauning, forsætisráðharra og formann í danska javnaðarflokkinum. Hann hevði gott samband við donsku fakfelagsrørsluna. Stauning skuldi royna, men tað var ikki nógv at vænta.
Petur Mohr Dam vendi sær so til sjálvan danska javnaðar­flokkin og kom við eini duldari hóttan, at fekst eingin stuðul frá javnaðarmonnum, so fóru teir at venda sær til kommunistarnar, erkafíggindarnar hjá javnaðar­flokkinum. Hetta gjørdi munin. Var tað nakað sum danskir javnaðarmenn ræddust, so var tað kommunistarnar, so Fylking fekk tær umbidnu kr. 5.000 í láni.
Samráðingarnar um løngjalds­stovu endaðu við verkfalli. Tað endaði við, at arbeiðsgevararnir mátti geva seg og løngjalds­stovan kom. Hetta var ein stórur sigur fyri arbeiðararnar.
Aftaná hetta plagdi pápi at verða argaður við, at hann hevði verið fullur, tí hann hevði drukkið champagnu við Stauning!
Løngjaldsstovur komu nógva staðni. Tað skuldi setast ein løngjaldsstjóri, sum varð løntur av einum serligum avgjaldi av lønini.
Sum frá leið blivu lønarút­gjald­ingarnar útgoldnar eftir føstum reglum av arbeiðs­gevar­um sjálvum, so tíðin fór frá løn­gjalds­stovunum. Nú er bert ein eftir.
Pápi var føddur í 1898, og hann doyði í 1936 bert 38 ára gamal. Hann varð valdur kassameistari í Fylking 1933-1937, men hann doyði longu í 1936. Tað má sigast at hava verið óført av honum, so brekaður, hann var, at standa í fremstu røð fyri arbeiðararnar í síni heimbygd.

Tá ið Erik Larsen setti Stauning uppá pláss
Tað kann her vera av áhuga at endurgeva eina stuttliga søgu um Erik Larsen, stríðs­felag­an hjá pápa, úr bókini Fylking.
Erik lærdi til skómakara hjá pápa sínum Lars Larsen. Sum vanligt á skómakaraverkstøðum kom nógv fólk inn á gólvið, og nógv varð prátað. Her kom Erik at fáa innlit í “elendig­heit­ina í sam­felagnum”, og hetta fekk hann at fara uppí verkamannarørsluna.
Tað var sum sagt nógv sam­­band millum Fylking og danska javnaðarflokkin við Thor­vald Stauning á odda. Sigast kann eisini, at danski javnaðar­flokk­urin stuðlaði eisini væl og virðiliga. Hann hevði jú stjórnar­valdið í Danamark, og tað sást eisini aftur. Men onkuntíð stóð nógv á.
Í 1934 sendi Fylking Erik Larsen, sum tá var formaður í felagnum, til Danmarkar fyri at yvirtala stjórnina at stuðla kolavinnuni, sum hevði so stóran týdning á Tvøroyri. Ynskið var at fáa virksemið víðkað, so tað kundi útvega enn fleiri tiltrongd arbeiðspláss.
Erik hittir eisini á ferðini allar “topparnar” í danska javnaðar­flokkinum. Hann hittir eisini Stauning.
Men Stauning, sum var í ringum skørum hendan dagin, deildi Erik og brikslaði Fylking tað stóra tap, sum danski statur­in hevði havt av Ívirkinum og Ísvirkis­bátunum, sum hevði kostað danska statinum 400.000 kr.
Men Erik var nú ikki lættur at syfta, so Stauning fekk av at vita. Erik segði honum bart út, at tvøroyrafólk so sanniliga eisini høvdu borið sín part av tapinum, tilsamans 40.000. Hetta var eingin lítil upphædd samanborið við tað tap, danski skattgjaldarin hevði havt og so slættis ikki, tá hugsað verður um búskaparligu viðurskiftini í Føroyum sum heild og serstakliga á Tvøroyri.
Stauning var sum kunnugt ikki mjúkur at strúka, og til endans gjørdust teir báðir so heitir, at blaðmaðurin Poul Sabro, sum skipaði fyri ferðini hjá Eriki, helt tað vera neyðugt at leggja uppí.
Hann minti Stauning á, at Erik Larsen stóð her ikki bert sum partamaður Staunings men eisini sum ein av fremstu slóð­­brótarum fyri arbeiðara- og javnaðarrrørsluna í Føroyum. Eisini minti Sabro Stauning á, at Erik var komin alla ta longu leið at søkja stuðul til at bøta um tey syndarligu korini hjá arbeiðarafjøldini í Føroyum, og at hann tí hevði annað uppiborið enn at vera skeldaður út.
Tá sissaðist Stauning og gjørd­ist so smátt heilt fyrikom­andi, og tað sum eftir var av fundinum, fór fram í bestu semju, og Stauning lovaði at stuðla.

Óført at vaksa upp
í Puntabyrgi
Vit búðu inni hjá Jens abba at byrja við, og har eri eg fødd. Pápi hevði innrættað kjallaran til okkum at búgva í saman við einum verkstaði. So fingu vit eitt kamar uppi á loftinum.
Men tá ið eg var fýra ár doyði mamma, Andrea. Tá fluttu eg og systir mín til ommu og abba í Puntabyrgi, Margrethu og Petur Lars Petersen.
Tey vóru verðins bestu menn­iskju. Omma var framúr, altíð gott tilpas. Hon hevði 14 børn. So fekk hon meg og Petreu systir mína afturat. Hon var bert 1 ára gomul.
Tey áttu tvey børn sum doyði so tíðliga, eitt og fimm ára gomul. Hini komu so til. Men eitt teirra, Emil, gjørdist bert 21 ár.
Emil var ein dagin á floti. Óslætt var í sjónum og báturin rull­aði. Byrsan rósaði í bátinum og gekk av. Emil varð so meint rakt­ur, at hann var deyður, táið teir komu til lands. Annars plagdu teir at syngja, tá ið teir komu til lands, men hetta kvøldið var ikki sungið.
Tað var ikki so langt millum tey yngstu av teirra børnum og okkum báðar. Tey áttu sjey gentur og sjey dreingir. Mamma var tann elsta gentan. Men tað vóru tríggir beiggjar, sum vóru eldri. Teir vóru Óli, Sigurd og Alfred og so Emil, sum doyði. Tann yngsti av systkjunm hjá mammu æt Emil, uppkallaður eftir deyða beiggjanum. Hann var bert 10 ár eldri enn eg. So tað var hjá okkum sum at koma í ein stóran systkinaflokk.
Vit høvdu tað virkuliga deiligt í Puntabyrgi. Tað vóru víst ikki nógvir pengar. Vit máttu eisini arbeiða, tá brúk var fyri tí sum við hoygging og annað. Men vit fingu kortini altíð tíð til at spæla.
Vit skóru eisini torv. Eg minn­ist, at eg saman við systkina­barni­num Petur Emil, beiggja Finn í Puntabyrgi, plagdi at fara við abba at skera torv. Vit royndu at gera okkum so skitin sum gjørligt, so vit kundu leypa í ánna aftaná.
Torvið varð lagað upp sum í eini stórari sátu. Torvið stóð niðanfyri húsini. Vit spældu nógv í hoyggjhúsinum, og so svumu vit nógv í sjónum.

At ganga til Vágs var einki at tosa um
Tá farast skuldi til Vágs, til dømis at spæla hondbólt, plagdu vit at ganga. Eg havi gingið heilt nógv. Eg var ofta sum ung genta í vikuskiftum hjá eini mostir, sum búði í Porkeri. Hetta var ein longri teinur, men tað bakkaðu vit ikki fyri.
Eg minnist einaferð, at eg og Birgit Hestoy fóru til gongu suður eftir oyggj, og tað gjørdist greytasvart í mjørka. Vit vóru júst komnar upp í Skarðið við Øravík. Vit sóu ikki oman á Vatnarygg. So sigur Birgit: “Vit finn aldri vegin.” “Tvætl,” segði eg, “vit skuldu bara ganga beint omaneftir, og so koma vit til ánna, sum rennur úr vøtnunum og oman til Hovs.” Vit komu eisini í øllum góðum til Porkeris.
Tá var eingin vegur. Vit gingu eisini til Fámjins í grind, og eg veit ikki hvussu ofta vit gingu til Hvalbiar, eisini sum skótar. Eisini vóru vit útferð við losjuni til Hvalbiar.
Í dag verður nógv tosa um, at ov lítið verður gjørt fyri tey ungu, so tey keða seg. Vit fingu ikki tíðina at strekkja til. Tað var so nógv at fara til.
Tríggjar ferðir um vikuna fóru vit til hondbólt. Vit vóru í losjuna hvørja viku. So var tað handilsskúlin. Hann kundi takast eftir tveimum árum, tá ið man hevði realprógv.

Abbi mundi farið
í luftina
Abbi arbeiddi á bedingini. Hann var í maskinrúminum og tók skipini upp og fekk tey aftur á sjógv.
Einaferð var tað ein av hesum stóru hvalabátunum, sum skuldi lorast oman. Tá sprongdist alt í luftina. Abbin var staddur inni í maskinrúminum, táið óhappið hendi. Eitt stórt tannhjól lá beint við hann, tá ið avtornaði. Stykkini lógu uttanfyri Puntabyrgi og niðan í Heiðabøin. Abbi slapp væl bert við at bróta beinið. Tey trúu, at hann var farin í smildur.
Abbi var einaferð spurdur: “Hvat ger tú við allar teir pengar, tú fortjenar.” “Ja, eg seti teir í tólv bankar.” Her hugsaði hann um børnini. Tað var ikki so býtt sagt. Tá hevði hann framvegis 12, tí okur báðar vóru við. Tá var tað ikki so nógv, sum tey annars fingu.
Petrea systir giftist til Danmark­ar. Hon fekk trý børn. Men fyrst vildi hon síggja heimin, og hon fór til Íslands. Tá var ikki so lætt at ferðast, so hon fór við sluppini Fagranes. Í Íslandi arbeiddi hon eina tíð á eini matstovu. Hon kom heim aftur og fór so til Danmarkar, har hon bleiv verandi.


Komandi partur
Í komandi parti fer Gerda at arbeiða hjá AT, Arbejdernes Trawlerdrift, sum gjørdist ein tann størsta fyritøkan í landinum.