Hóskvøldið var føroyingauppgerð í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Í Idrotshuset í Jönköping tóku Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby móti Tróndi Mikkelsen og liðfeløgunum í HF Karlskrona.
Tað er Tróndur sum eigur argingarrættin, tí Karlskrona vann dystin 28-25. Í steðginum var Karlskrona frammanfyri við fýra málum, 15-11.
Bæði Rói og Tróndur skutu trý mál fyri lið síni, og Tróndur legði eisini upp til tvey mál.
Karlskrona er nummar seks í deildini við 10 stigum. Hallby er triðaftast við seks stigum.
Leygardagin klokkan 14 spæla Tróndur og liðfelagarnir fyrru fjórðingsfinaluna í svensku steypakappingini. Dysturin verður í Partille móti Ísaki Vedelsbøl og liðfeløgum hansara í Sävehof.











