FÓTBÓLTUR
Eftir tapið á Anfield móti Liverpool seinasta vikuskiftið, gav venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, leikarunum hjá sær greið boð um at reisast aftur sum skjótast.
Í løtuni sær tað út til, at tað verða Chelsea og Arsenal, ið Manchester United skal stríðast við um at vinna enska meistaraheitið. Arsenal vann 3-0 heima móti grannunum úr Tottenham, og Chelsea vann greiðan 4-0 sigur á Bolton og heldur fram við at liggja fremst. Tí var trýst á Sir Alex og hansara monnum at fáa trý stig á heimavølli ímóti Blackburn.
Berba fekk flott mál
Hóast Old Trafford var nærum fullsett og Manchester United sat á at kalla øllum í dystinum, so var tað ikki fyrr enn stutt inn í seinna hálvleik, at Dimitar Berbatov, eisini kendur sum Berba, legði Manchester United á odda.
Tá var ein sjónligur lætti at hóma á Old Trafford. Eisini fyri Berbatov, sum lítla løtu frammanundan fekk av at vita frá heimaviðhaldsfólkinum. Hann misti bóltin fyri aðru ferð upp á stutta tíð – upp á sín vanliga nonchelanta hátt – og tað fekk eitt sindur av øði í grindina.
Hansara spæliháttur er nakað, ið hevur tvingað flestu viðhaldsfólkini at taka eina støðu til mannin. Tey antin elska hann ella orka ikki fyri honum.
Málið var eitt framúr gott mál, har Berba tamdi og fluktaði bóltin í netið við somu rørslu. Hann fekk eisini nógv herðaklapp á veg út av vøllinum, tá Sir Alex valdi at skifta hann út nakað eftir.
Maðurin, ið kom í hansara stað, var Michael Owen. Fyri viku síðani var móttøkan køld, tá hann trakkaði inn á gamla leikvøllin hjá sær í Liverpool. Hesa ferð var móttøkan heit og vinarlig. Tað eru eisini nógvar Manchester United-troyggur at síggja uttan fyri Old Trafford, har sjey-talið og Owen standa á rygginum.
Obertan byrjaði illa
Stutt fyri dystarenda økti Wayne Rooney til 2-0 eftir innlegg úr vinstru síðu. Nú vendist ikki aftur hjá Blackburn, sum lítið og einki hevði at bjóða uppá. Tað sama kann sigast um viðhaldsfólkini hjá teimum, sum vóru fá í tali og sjáldan hoyrdust á risastóra Old Trafford. Nú hevur Blackburn tapt tíggju teir seinastu útidystirnir í Premier League.
Dysturin gav eisini debut til Gabriel Obertan, sum í summar bleiv keypur úr franska Bordeaux. Hann minnist tó nokk ikki dystin við gleði. Hann byrjaði við at dribla bóltin av síðulinjuni, fyri síðani at brenna tveir stórar møguleikar.
Sir Alex segði eftir dystin, at Obertan var ónøgdur við sítt egna avrik eftir dystin. Hann vísti samstundis á at hetta er bara aðru ferð, at Obertan er á vøllinum eftir sjey mánar við skaða í rygginum.
Støðan eftir hetta vikuskiftið bendir á, at tað verða Chelsea, Manchester United og Arsenal, sum fara avstað við teimum trimum ovastu plássinum, meðan Liverpool sær út sum eitt lið, ið fær ilt við at halda seg innan fyri topp fýra. Tó so, so hava øll liðini aftan fyri topp trý svingað eitt sindur í ár.