Skal eitt smápláss vera lív lagað, má tað hava í minsta lagi eitt bøssapar og ein grafiskan designara. Hetta var eitt av stuttligaru, men ikki so lítið sigandi, sitatunum á útnorðurlendskari ráðstevnu um fólkaflytingar, sum var í Alta í Norðurnoregi herfyri.
Hyggja vit eftir fólkasamansetingini í Føroyum sæst, at her mangla kvinnur og fólk í vinnuførum aldri. Og kanningar vísa, at stórur partur av teimum, sum búgva uttanlands, eru útbúgvin fólk, oftast kvinnur, sum ongantíð komu heim aftur eftir loknan lestur.
Men tað er ikki bara her í Føroyum, at vit stríðast fyri at fáa fólk í vinnuførum aldri at støðast. Felags avbjóðingin fyri øll fjarðskotin øki í norðurlondum er at draga serliga kvinnur og fólk við útbúgving til sín. Hetta er eisini afturvendandi evni á granskingarverkætlanum og ráðstevnum í økjum, har hetta er trupulleikin - eins og alla aðrastaðni í heiminum, har urbaniseringin fær lond og landspartar at kikka eftir ondini undir vælferðarbyrðuni, sum veruliga verður ein byrða, tá tey, sum skulu lyfta hana, eru ov fáment.
Nora er nevnd undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum arbeiðir við økissamstarvi í Norðuratlantshavinum. Tað var eisini Nora, sum í døgunum 20.-21. oktober skipaði fyri ráðstevnuni Challenged by Demography í Alta í Norðurnoregi. 90 luttakarar og fyrilestrahaldarar úr Íslandi, Grønlandi, Føroyum og Norðurnoregi luttóku. Eisini greiddu umboð úr Australia og úr Newfoundlandi/Labrador frá um støðuna har.
Endamálið við ráðstevnuni var at seta fokus á fólkafrøðiligu avbjóðingarnar í Norðuratlantshavi, og at koma við ítøkiligum uppskotum til, hvussu til ber at koma trupulleikunum til lívs.
Fólkatómt útnorður
Hóast vit kunnu spegla okkum í grannatjóðunum, ber illa til at samanbera økini uttan víðari. Avbjóðingarnar eru eins ymiskar og mentanin og politikkurin í hesum fýra londunum. Hini økini dragast í stóran mun við fólkaflytingar vegna vantandi arbeiðspláss til bæði kvinnur og menn. Til dømis í Norðurnoregi og á norðurlandinum í Íslandi, har harður ídnaður við til dømis olju, málmi og aluminium eru ráðandi. Maskulina mentanin við nógvum útlendskum arbeiðsmonnum ger, at kvinnurnar støðast ikki, og tá tær rýma, rýkur eisini grundarlagið undan menning. Og útjaðarin í Íslandi bløðir framvegis undir ekstrema miðsavningarpolitikkinum, sum landsins leiðsla hevur virkað fyri í áratíggju.
Støðan er ikki fragari í Grønlandi, har kvinnur og ungdómar flýggja undan sosialari neyð, siðbundnari mentan, vantandi útbúgvingar – og starvsmøguleikum, og har stóri spurningurin í løtuni er, hvørt lív skal haldast í smæstu bygdunum.
Fleiri loysnir
Eins og í pørtum av Íslandi, er høvuðstrupulleikin í Føroyum, at lesandi ungdómar koma ikki heim aftur eftir loknan lestur. Serliga eru tað kvinnurnar, sum festa røtur í tí fremmanda. Tí er stóri og afturvendandi spurningurin, hví tey venda ikki aftur, og hvussu vit fáa tey at koma heim aftur.
Her vóru fleiri góð boð upp á loysnir. Búskaparvøkstur, altjóða universitet, betri karrierumøguleikar, fleiri mentanartilboð, tryggari barnaansing, bústaðarmøguleikar, lestrarlán, betri vælferðartænastur, linari útlendingalógir, javnstøða, pápafarloyvi, longri barnsburðarfarloyvi og so framvegis.
Inntøkur lokka fólk til
Á ráðstevnuni vóru fleiri upplegg, sum nemdu við hendan spurningin. Eisini varð staðfest, at hvørki kvinnu- ella fólkaflytingar eru nýggj fyribrigdi. Kvinnurnar hava verið í undirskotið seinastu 80 árini, og fólkatalið hevur altíð verið tengt at búskapargongdini í Føroyum. Í hesum sambandi vísti Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og løgtingsmaður í fyrilestrinum ”It’s all about Economics” á, at fólkatalið í Føroyum altíð er vaksið í fíggjarliga góðum tíðum. Hetta eru tíðarskeiðini, har kollveltandi broytingar hava havt við sær stórar inntøkur til landið. Til dømis tá Kongligi Einahandilin varð avtikin, tá fiskivinnan tók dik á seg og so víðari. Faktorar, sum høvdu búskaparvøkstur og harvið eisini fólkavøkstur við sær.
- Tí má avbjóðingin fyrst og fremst vera at skipa fyri tiltøkum, sum hava búskaparvøkstur við sær. Men hetta skulu samstundis vera tiltøk, sum draga kvinnur og útbúgvið fólk at sær. Tí tað hava vit tørv á, segði Magni Laksáfoss við Sosialin.
Vegamótini eru mong
Suni Poulsen, psykologur, sum er búsitandi í Danmark, greiddi frá um útisetakanningina hjá Norðuratlantsbólkinum, sum varð liðug fyri einum ári síðani. Hendan gav á fyrsta sinni eina mynd av, hvussu nógvir føroyingar búgva í Danmark, og hví teir fluttu úr Føroyum.
Luturin hjá Suna Poulsen í kanningini var at kanna, nær í lívinum hjá einum útiseta viðkomandi er mest opin fyri at verða yvirtalaður til at flyta heim – nær skulu vit lokka fólk? Her var niðurstøðan, at næstan allir útisetar javnan hugsa um at flyta heim aftur. Sostatt eru vegamótini í tilveruni fleiri, til dømis, tá tey eru liðug at lesa, tá ætlanir eru um at fáa børn, tá fyrsta barnið skal í skúla, í sambandi við starvsskifti og tá børnini eru vaksin.
- Útisetarnir hava ein tvíbýttan samleika millum Danmark og Føroyar. Og ofta eru tað praktisk viðurskifti sum gera, at tey aftra seg at flyta heim. Viðurskifti sum starv og bústaður, segði Suni Poulsen.
Hann greiddi í hesum sambandi frá, at útisetarnir sum heild hava eina positiva mynd av heimlandinum – viðhvørt eina nokkso naiva mynd, sum stavar frá ungdómstíðini, tá tey fluttu heimanifrá. Í so máta eru fyrimunirnir við Føroyum, sum eisini eru faktorarar, sum tala fyri at flyta heim, eitt lagaligari lív, familjan, vinfólkini og vakra náttúran.
Kortini verða tey verandi í Danmark. Fyrst og fremst vegna tað, at tey hava betri karrieru- og útbúgvingarmøguleikar, bústað og fleiri mentanartilboð.
- Føroyar hevur brúk fyri sínum útisetum – men hvat hava útisetarnir brúk fyri? spurdi Suni Poulsen.
Hann helt ikki, at tað átti at verið so torført at fingið føroyingar at flutt heim aftur. Tí í stóran mun snýr tað seg um ítøkilig og politisk viðurskifti, sum eiga at verða sett á dagskrá. Til dømis í mun til at skapa grundarlag fyri fleiri spennandi størvum og at lætta um møguleikarnar at fáa bústað.
Má brandast
- Men tað er ikki bara ein spurningur um at gera broytingar í samfelagnum, so tað verður meira dragandi. Tað er eisini ein uppgáva at fortelja tað fyri útisetunum, tá broytingarnar eru framdar. Boðskapurin má brandast, so at siga, segði Suni Poulsen.
Og júst hetta við brandingini var eitt, sum Súsanna Sørensen, deildarleiðari í Uttanríkisráðnum, legði herðslu á í sínum uppleggið. At vit leggja okkum meiri miðvíst eftir at branda okkum mótvegis umheiminum og útisetunum. Tí, sum hon segði: Tað nyttar onki, at vit siga okkum vera eitt, men eru eitt annað. Vit mugu vera tað, sum vit siga! Og so branda tað til úmheimin og útisetarnar.
Fólkið flýggjar aftur nú
Í tíðindagrein her í blaðnum herfyri, rópti Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya, varskó, tí fráflytingin úr Føroyum nú er at kalla líka stór, sum hon var beint eftir kreppuna í nítiárunum. Í fjør var eingin nettofráflyting, men nú gongur aftur skeiva vegin.
Tí heldur hann, at tað beint nú er nógv meira týdningarmikið at styrkja trygdarnetið, so fólk ikki fara, enn at hugsa so nógv um landskassan.
Tey, sum flyta av landinum nú, eru í øllum samfelags- og aldursbólkum, men ein heilt stórur partur er ungdómur.
- Føroyar hava altíð bløtt fólk, landið er ein bløðandi oyggjabólkur. Vit hava bløtt fólk líka síðan í 70-árunum, meira og minni, men nú bløða vit aftur nógv, segði Hermann Oskarsson, sum sostatt birtir uppaftur meira uppundir, at vit gera tað liviligari hjá fólki her á klettunum.
Hvar er politikkurin?
Og vit kunnu í felag undra okkum á, at miðvísi útisetapolitikkurin eftir øllum at døma letur bíða eftir sær. Politikkurin, sum skuldi gjørt, at útisetar og føroyingar, sum umhugsa at fara av landinum, velja Føroyar framum útlandið. Vit kundu nevnt framúr góða møguleikan fyri gen- og veðurlagsgransking í Føroyum. Og vit kundu spurt, hví bústaðarpakkin framvegis verður súltaður politiskt, nú hann hevur 10 ár á baki? Og vit kundu spurt, hví tað framvegis eru langir bíðilistar til barnaansing í miðstaðarøkinum, so fólk sleppa ikki til arbeiðis eftir lokna útbúgving. Alt mál, sum kundu verið loyst við miðvísum politikskum arbeiði, sum skuldi havt til endamáls, at fáa føroyingar at støðast betri og at gera landið meira dragandi hjá ungum, vælútbúnum barnafamiljum - og serliga kvinnum.
Opinleikin fortreyt
Greinin byrjaði við einum sitati eftir Lindis Sloan, norskum kynsgranskara, sum var á ráðstevnuni. ”Skal eitt smápláss vera lívi lagað, má tað hava í minsta lagi eitt bøssapar og ein grafiskan designara”. Við hesum meinar hon, at fjølbroytni, meiri modernaður liviháttur og opinleiki eisini hevur ávirkan á, um tey ungu og kvinnurnar hava hug at verða verandi á einum plássi.
Komandi dagarnar fara vit á Sosialinum at varpa meiri ljós á evnið, bæði frá kyns- og vinnupolitiskum sjónarhorni.