Familjuklandur endaði í rættinum

Tá eitt mál fyrst er meldað til løgregluna, so fangar borðið. Tað mátti ein familja sanna, tá ein sonur og bróður í dag fekk eitt harðskapsmál fyri í Føroya Rætti

HARÐSKAPUR

Moralurin er, at ein skal vera rættiliga vísur í sínari søk, tá ein meldar eitthvørt til løgregluna.
Eitt vikuskifti í mars í ár var ein ungur maður á bygd farin at ballast saman við nøkrum vinmonnum í heiminum hjá sær, for­eldr­unum og tveimum øðrum brøðrum. Teir gjørdust nak­að kátir og spældu harðan tónleik, og hetta fekk pápan at fara upp á loftið at biðja teir dempa seg eitt sindur.
Hetta fekk øði í ákærda, sum legði á pápan. Báðir endaðu úti í ganginum, har ein bróður ákærda kom til og royndi at fáa ákærda burtur frá pápanum. Eisini yngri beiggin, sum tá var 15 ár, legði upp í og royndi at fáa illa bróðurin burtur frá pápanum.
Einaferð fær eldri bróð­urin aftanífrá rykt ákærda burtur frá pápanum, og báðir enda á gólvinum. Við beinunum spennir ákærdi upp móti vegginum og hev­ur bróðurin aftan fyri seg soleiðis, at hesin verður kroystur upp móti einum øðrum veggi. Hetta førir við sær, at nøkur rivjabein verða kroyst inn.
Tað eydnast yngsta beiggjanum at hála hin bróðurin frá ákærda, og hann fór so niður undir. Ákærdi fór aftan á, og í tí hann fer avstað kemur hann – sambært yngsta bróðrin­um – av óvart at sláa albog­an aftur um seg og rakar yngsta bróðurin í andlitið við tí úrsliti, at hann fór at bløða eitt sindur í vørruni og ein tonn loysnaði eitt sindur.
Pápin var lopin á dyr so skjótt hann varð blivin leysur at ákærda. Hann ætlaði at fara eftir hjálp.

Breyt stovuborð
Sambært bróðrinum hendi ikki tað stóra, eftir at hann var komin niður undir í køkin. Hann segði, at hann rann undan ákærda rundan um køksborðið og síðani leyp inn á WC og læsti seg inni har. Síðani visti hann ikki meiri til hendingina.
Men sambært yngsta beiggjanum hevði ákærdi fingið fatur á hinum bróðr­inum inni í stovuni, men tað eydnaðist yngsta beiggj­anum at seta seg oman á ákærda og læsa hann fastan.
Ákærdi hevði brákað nøkur rivjabein, og tá yngsti bróðurin setti seg á hesi, veltist ákærdi so, at hann breyt eitt stovuborð úr marmor.
Tá pápin kom aftur og sá, at lutir í húsinum vóru brotnir, ringdi hann eftir løgregluni og bað hana koma eftir ákærda. So varð gjørt, og tíggju minuttir seinni varð ákærdi handtikin.
Bróðurin, sum hevði fingið rivjabein trýst inn, endaði á sjúkrahúsinum um náttina, men fór heim aftur dagin eftir.
Báðir beiggjarnir og pápin vórðu førdir sum vitni í rættinum í morgun, men tað var týðiligt, at tað var við ringum tannabiti, at teir vitnaðu móti soni og bróðuri. Tað tóktist at koma óvart á teir, at málið hóast alt var endað í rættinum.
Borðið fangar
Eingin í rættinum í morgun var heilt fegin um støðuna. Tað var týðiligt, at talan var um eitt familjumál, sum var farið yvir gevind.
Ákæran ljóðaði upp á harðskap, har ákærdi skuldi havt sligið yngsta bróðurin í andlitið við knýttum neva, eins og hann skuldi havt sligið hin bróðurin í bring­una við knýttum neva.
Ákærdi segði seg ikki hava sligið bróðurin yvir­høvur, meðan hann segði, at hann hevði rakt yngsta bróðurin í andlitið við alboganum av óvart.
Báðir brøðurnir váttaðu í rættinum hesa útleggingina av hendingini og teir gjørdu somuleiðis greitt, at teimum einki dámdu at vitna móti bróðrinum. Yngsti bróðurin noktaði bart út at vitna móti ákærda.
Dómarin álegði tó hesum vitninum at geva frágreiðing fyri rættinum, og tað gjørdi hann so. Og í síni vitnis­frágreiðing legði hann dent á, at talan var um eitt familjumál, sum var blást upp og út yvir øll mørk.
Øll trý vitnini spurdu, hví tey máttu møta til hetta rættarmálið, tí tey høvdu fingið at vita, at tá tey ikki ynkstu at melda, fór ikki at verða gjørt meiri við hendingina.
Men soleiðis virkar skip­an­in tó ikki. Er málið fyrst meldað til løgregluna, fang­ar borðið.
Jól einsamallur
Hanna Vang frá ákæru­valdinum sigur, at ákæru­valdið hevur skyldu til at fylgja einum máli, tá tað er meldað. Tað eru ikki tey, ið melda, ið gera av, hvussu málið verður handfarið.
- Tað eru so nógv sam­felagsviðurskifti, sum atlit mugu takast til. Vit kunnu ikki góðtaka harðskap í heiminum, tí tað er ikki eitt sunt umhvørvi hjá nøkrum at vaksa upp í, sigur Hanna Vang.
Eisini verjin í málinum, Jógvan Páll Lassen, er samd­ur í útleggingini hjá ákær­anum. Tá eitt mál er meldað, er tað fult og heilt í hond­un­um á ákæruvaldinum.
Men at alt ikki er tann bera frøi og gleði í familjuni kom eisini fram í rættinum, tá pápin heitti á rættin um at hjálpa ákærda soninum.
- Edrúur er hann so góður sum dagurin er langur, men fær hann upp í høvdið er heilt galið. Tí hava vit eisini verið noydd at sagt við hann, at hann ikki kundi vera sam­an við restini av familjuni jólaaftan, segði pápin í rættinum.
Øll vóru eitt sindur ørkyml­að av málinum, og dómarin valdi – eftir áheitan frá verjan­um – at gera eina persóns­kanning av ákærda og so annars at útseta málið, til hendan kanningin fyriliggur.