sjálvir hava tikið myndir av ymsu støðunum. Nøvn eru so sett á myndirnar, soleiðis at til ber at síggja nágreiniliga, hvar hesi ymsu støðini eru, sum nevnd verða. Nøvnini eru nógv, teir hava savnað, og ikki [...] skipanini. Og fyri at gera tað heilt livandi, er eisisni møguligt at leggja bandupptøkurnar við, so tú á telduni hoyrir hesi gomlu heimildarfólkini greiða frá. Eisini hava teir fingið góðan stúðul og ráðgeving [...] siga teir báðir, Jóannes og Heini. Sum er, hava teir savnað 1.288 nøvn, men vænta, at tá endaliga liðugt er, fer talið at liggja oman fyri 1.300. Men staðarnøvnini í Sandavági og á Slættanesi við tilhoyrandi
Eyðvitað saknaði hann faðir..... Fór deyði faðirsins nú at gera tað, at hesi herðindi fóru at koma aftur? Hetta var uppi í ræðsluni, ið fekk magan at knýta seg saman”. Seinastu viðmerkingarnar sipa til p [...] havi ringt við at skilja, at tað symbolistiska og ekspressionistiska árinið verður so lítið viðgjørt sum tað verður í nýggju stóru Mikines-bókini. Onkrastaðni er teksturin ringur at skilja, m.a. [...] føroyskan málara. Fortreytirnar vóru nú einaferð sum tær vóru, tá Mikines fór at útbúgva seg í 1928, men lítið er at ivast í, at Mikines sum tann evnaríki og kensluborni listamaðurin, hann var, hevði fingið
2, 13- 25). ― Og sjálvur sigur hann í sama evangelii í kapitli 14 og ørindi 15, at “elska At meg, tá haldið boð míni!" At spælt verður við pengum í Guds húsi, er ikki rætt. Tað ber stutt sagt ikki til; [...] ikki at fara fram í einum samkomuhúsi, ið skal eitast at vera eitt samkomuhús, ið tænir Gudi; tá er tað ikki Gudi, samkoman tænir, men mammon. (Luk.16,13). Harafturat er skrivað í Guds Halgabók, at ”og [...] tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetadómsbók, tá skal Gud taka lut hansara burtur frá lívsins træi og frá hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók.” (Opinberingarbók Jóhannesar 22,19)
Jógvan Mørkøre, at tað verður neyðugt at gera stórar íløgur í vatnveitingina í Hósvík næstu framtíð. Dámar væl Jógvan Mørkøre sigur annars, at honum dámar væl, at landsstýrið er farið at tátta í. Men hann [...] hósvíkingar eftir. Hann sigur, at hósvíkingar fara tískil framhaldandi at arbeiða eftir somu grundreglum, sum teir altíð hava arbeitt eftir. ? Tað vil siga, at vit fara at hyggja eftir fíggjarligu orkuni [...] landsstýrinum at fáa tamarhald á føroyska búskapinum, hevur verið at tálma tær kommunalu íløgurnar, einsvæl og íløgurnar hjá landskassanum sjálvum. Tí er avtalað gjørd við Kommunurnar um, at tær kommunalu
letur upp. Dagmar Warming letur væl at samstarvinum við familjuna hjá Ruth Smith, og heldur, at tey eins og hon sjálv munnu hava hildið, at nú var upp á tíðina, at ein bók kom út um hana. Kom ikki á fíggjarlógina [...] frá, at Ruth Smith ikki var so altrá eftir at selja síni verk, tí tað kom meira enn so fyri, at hon vildi hava tey í egnari varðveitslu. Tó seldi hon fitt av verkum, og m.a. nevnir Dagmar Warming, at Knud [...] Warming og minnir á, at tá í tíðini varð hildið, at tað sømdi seg best, at kvinnur vóru heima við hús og tókust við “tað húsliga”. Harafturat hevði hon kanska havt eitt alibi fyri at verið heima og málað
Hann rør framundir í Dimmu, at teir ið fyrr royktu Niemeyer og brúktu reyða bók, yviri á strandalandinum, nú hava konverterað, og eru farnir at guva blátt Samson við grønari bók, sohvørt sum nýggi landsvegurin [...] bygdaráðsformanninum um, at eysturoyartingmenninir hesi seinru árini, við bit og slit, hava togað løgtingið til at fara undir hesa al- og bráðneyðugu íløguna, sum tað er at nýmótansgera undirstøðukervið [...] Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sjálvandi ikki stundir at fáast við málið, nú hann umsíðir er farin at orða ein vinnupolitikk, fimm ár eftir at hann setti seg við radiatorarnar úti í Tinganesi. Hóast
um okkum. Hann, háskúlalærarin, vitskapsmaðurin, rithøv-undurin, munaði so nógv ímillum okkum, rakk so nógvum av tí, vit hava um hendur her í Føroyum, at nú kennist oyði á rókini. Honum var langt lív lagað [...] stuðlað til at leita meira kunnleika. Og vitskapsmaður var hann, fyrst og fremst í plantufrøði; skrivaði »Plantulæru« »Føroya Floru«, »Føroysk Plantunøvn« og nógvar aðrar ritgerðir um hetta evni. Hesi arbeiði [...] fyri næmingum inn til náttúrunar undursama heim, so vit eru mong, sum av hansara læru eru stuðlað til at leita meira kunnleika«, skrivaði hann m. a.: Sosialurin hevur á forsíðuni 6. oktober 1962 minningargrein
flaggskrýddum Sjónleikarhúsi í Havn. Har fer sonurin, Bárður Jákupsson, at greiða frá um ættina í Skálavík og Bergljót Joensen fer at halda stuttan bókmentunarliga fyrilestur og siga frá um stovnina av Norrøna [...] virðing Enska alfrøðin Britannica sigur um Heðin Brú, at »he helped to establish Faroese as a literary language«. Víðari sigur stóra alfrøðin, at »sum limur í ritsjórn Varðans, limur í Føroya Fróðskaparfelag [...] Hetta er støði í ivaleyst mest lisnu og elskaðu føroysku skaldsøguni »Feðgar á ferð«, sum kom út í bók í 1940. Útvarpið Útvarpið sendir søguna, tí nú stundar til hundrað ára dag Heðin Brú, sum varð føddur
Faust er um dreymin um at umskapa seg til okkurt annað enn ein er, við at selja sálina til Fanan sjálvan. Tað er her, at Dr. Faust ikki skilir, at um ein ikki hevur gávuna at doyggja og livna aftur innanífrá [...] hetta, at hesin yrkjarin gjørdist svakur, gjørdist, við einum øvugtum logikki, tí bert eitt tekin um at hann var farin inná álítandi, sannar og eftirfarandi hugans gøtur, at hann troyddi og royndi at samansjóða [...] sum ein leið inní gudabornan mystik og vakurleika, tí hann veit, at hann ikki spælir ljóðføri sjálvur, t.v.s. at hann veit, at hann er um at gerast svakur. Hjá hesum yrkjara fann Heidegger ein sannleika,
verið noyddir at nýta útlendskar orðabøkur í arbeiði okkara, og einum nýtist ikki at vera so ómetaliga klókur fyri at skilja, at tað hevur ikki verið heppið fyri málmenningina. Við hesi orðabók er stórt [...] føroyskum framburðsfólki: »? at fáa Føroya mál til æru og at fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum«. Drúgt hevur hetta arbeiðið verið at menna føroyska málið, men við hesi stóru móðurmálsorðabókini, [...] lítið er at ivast í, at trýstið fer at vaksa uppaftur meir, um olja harafturat verður funnin á føroyskum sjóøki. Henda móðurmálsorðabókin verður einki hissini klípi í føroyska málgarðinum. Hon fer at verða