SAMRØÐA
Í morgin letur ein stór framsýning upp við verkum eftir Ruth Smith á Listasavni Føroya, har eini 200 oljumálningar, tekningar og vatnlitamyndir verða at síggja. Stórur áhugi er fyri hesi framsýning, og umboð fyri m.ø. Jyllands-Posten hava longu verið og hugt eftir, meðan framsýningin er vorðin til.
Í hesum sambandi gevur Listasavnið eisini út eina sera prýðiliga bók um lív og verk hennara. Listfrøðingurin Dagmar Warming, sum dagliga er leiðari á Museet for Religiøs Kunst í Lemvig, hevur skrivað bókina, og tað var í sambandi við eina Mikines-framsýning í 2002, at hon bleiv hugtikin av Ruth Smith. Dagmar Warming undraðist á, at lítið og einki var skrivað um Ruth Smith, tí sjálv metir hon Ruth Smith vera ein av størstu koloristum, Føroyar hava átt.
Seinni varð hon so spurd av Helga Fossádal, leiðara á Listasavninum, um hon hevði hug og møguleika at skriva eina bók um Ruth Smith. Tað gjørdi tað heldur ikki verri, at Ruth Smith sum eitt kuriosum eitt skifti undir krígnum búði í Lemvig, har Dagmar Warming eigur eitt frítíðarhús saman við manni sínum.
Ríkir litir, nógvar myndir, fá motiv
Sum nevnt metir høvundurin Ruth Smith at vera ein Føroya størstu koloristum, tí sambært henni snúði tað seg ikki so nógv hjá Ruth Smith um motivið men um litirnar.
- Tað var ikki motivið, men litirnir, sigur Dagmar Warming, tá blaðmaðurin spyr, hvat fyrst og fremst eyðkennir Ruth Smith.
Hon málaði nevniliga ofta tey somu motivini, og fleiri munnu óivað kenna hennara andlitsmyndir, sum eru málað í fleiri variatiónum og eintøkum.
Harafturat málaði Ruth Smith nógv náttúruna. Hon nýtti nýtti tey motiv, hon so at siga hevði hjá sær, nevniliga umhvørvið og útsýnið rundan um húsini í Vági. Harumframt málaði hon portrett av m.ø. børnunum, manninum og ikki minst sær sjálvari, og í hesum sambandi kann nevnast, at Ruth Smith verður mett sum ein av bestu andlitsteknarum í Norðurlondum.
- Hon var ikki sjálvupptikin. Men tað tók tíð at sita modell hjá Ruth, og tí brúkti hon ofta seg sjálva, greiðir Dagmar Warming og minnir enn einaferð á, at tað var ikki motivið sjálvt, men litirnir, sum vóru tað avgerandi.
Tá hon varð mamma fyrru ferð í 1947 nýtti hon tó nógva tíð til serliga at tekna tað sovandi barnið – eitt modell, ið gav sær stundir, har tað lá so væl og svav.
Ruth Smith var nevniliga ein vælútbúgvin listakvinna av listaháskúlanum í Keypmannahavn. Hon hevði verið næmingur hjá Aksel Jørgensen, professara, og hevði sum so nógv onnur føroysk listafólk tann fyrimun sambært Dagmar Warming, at hon var ein framúr góður teknari. Men hon eksperimenteraði sum nevnt nógv við litunum.
- Hon sá, hvussu litirnir kundu skifta frá minutti til minutt, sigur høvundurin og heldur hana hava verið hugtikna av, hvussu skjótt ljósið kann skifta í Føroyum.
Dagmar Warming heldur ikki, at Ruth Smith minnir um t.d. Mikines ella aðrar av teimum gomlu føroysku málarunum, tí Ruth Smith var sambært henni nakað heilt fyri seg. T.d. heldur høvundurin sjálvportrettið á bókini minna nógv um stílin hjá Munch, og eisini vann Ruth Smith sær íblástur frá van Gogh.
Beinleiðis keldur
Lesur tú í bókini, sært tú, at Ruth Smith einaferð heldur valdi at keypa sær eina bók um van Gogh enn einar skógvar til sín sjálvs, og nógvar líknandi anekdotulíknandi søgur eru í bókini.
Dagmar Warming sigur seg fingið leysar teymar, tá hon skuldi skriva bókina og er sloppin at lesa nógv av tí, Ruth Smith skrivaði. Sostatt er talan um sonevndar beinleiðis keldur frá fyrstu hond. Her er talan m.a. um dagbøkurnar, sum bæði eru skrivaðar á donskum og føroyskum – eisini hvørt um annað. Eisini hevur Dagmar Warming hugt í skitsubøkurnar hjá Ruth Smith.
Hetta hevur høvundurin fingið loyvi til frá teimum avvarðandi hjá Ruth Smith, sum eru systirin Hanna og eldri sonurin Leif, sum búgva í Århus, og yngri sonurin Louis, ið býr á Svalbard. Tey bæði fyrstnevndu verða væntandi við á Listasavninum í morgin, tá framsýningin letur upp.
Dagmar Warming letur væl at samstarvinum við familjuna hjá Ruth Smith, og heldur, at tey eins og hon sjálv munnu hava hildið, at nú var upp á tíðina, at ein bók kom út um hana.
Kom ikki á fíggjarlógina eins og menninir
Dagmar Warming greiðir frá, at Ruth Smith ikki var so altrá eftir at selja síni verk, tí tað kom meira enn so fyri, at hon vildi hava tey í egnari varðveitslu. Tó seldi hon fitt av verkum, og m.a. nevnir Dagmar Warming, at Knud W. Jensen, ið seinni tók stig til listasavnið Louisiana, keypti verk frá Ruth Smith, og hetta varð roknað sum eitt stórt herðaklapp.
Í Danmark varð hon nevniliga nógv virðismett sum listafólk, men í mun til nógvar av teimum mannligu listamálarunum í Føroyum kom Ruth Smith ongantíð á fíggjarlógina.
- Tað var ikki so nógv tað fíggjarliga, men viðurkenningin, sum vantaði við hesum, heldur Dagamr Warming og minnir á, at tá í tíðini varð hildið, at tað sømdi seg best, at kvinnur vóru heima við hús og tókust við “tað húsliga”. Harafturat hevði hon kanska havt eitt alibi fyri at verið heima og málað, um hon hevði verið í somu støðu sum sínir mannligu javnlíkar og fingið almenna viðurkenning.
Maðurin njósnari
Spurd, um tað hevur verið ein fyrimunur fyri Dagmar Warming, at hava verið kvinna, nú hon hevur skrivað bók um Ruth Smith, svarar hon partvíst játtandi.
- Jú, eg skiji hana, tá eg lesi dagbøkurnar, sigur hon, og leggur afturat, at tað var ikki lætt hjá Ruth Smith at koma aftur sum vælútbúgvin kvinna úr Danmark og aftur til bygdarsamfelagið í Vági seinast í 40’unum.
Ruth Smith giftist arkitektinum Poul Morell Nielsen úr Ålborg, sum var seks ár yngri enn hon. Seinni kom fram, at hann virkaði sum njósnari fyri tey sameindu londini undir seinna heimsbardaga, og ofta var Gestapo eftir honum og avhoyrdi hann, men tað er ein onnur søga. Hinvegin hildu fleiri, at hann var ov væl við týska hersetingarvaldið, og hetta gjørdi somuleiðis viðurskiftini trupul.
Maðurin stuðlaði henni væl, men hann kom úr einum kommunistiskum og næstan ateistiskum umhvørvi í Danmark. Harafturat hildu hjúnini avísina “Land og Folk”, og hetta hevur neyvan gjørt tað lættari fyri tey at búgva í Vági í fimtiárunum, heldur Dagmar Warming.
Lív og verk
Nógvar eru mýturnar um Ruth Smith, sum doyði í bestu árum í 1958. Dagmar Warming heldur seg tó heldur hava avsannað enn hildið í lív í hesum mýtum. M.a. sigst, at Ruth Smith bar ótta fyri at gerast blind, men sambært høvundanum eru eingi prógv fyri hesum. Heldur metir Dagmar Warming, at Ruth Smith stúrdi fyri avleiðingunum, um hon ikki megnaði at konsentrera seg ella miðsavna tankarnar – og ikki minst minnast litirnar úr náttúruni, sum hon skuldi endurgeva á løriftinum.
Onkur hevur róð framundir, at stílurin hjá Dagmar Warming í bókini um Ruth Smith er essayistiskur, og hetta vil hon heldur ikki vísa aftur.
- Listfrøðingar eiga sum oftast at halda seg til verkið. Men tað hevur ikki verið lætt í hesum føri, tí hennara lív hevði so stóra ávirkan á hennara list.
Ella sum Dagmar Warming orðar seg í bókini um mammuna, húsmóðurina og listakvinnuna Ruth Smith: “Hon kendi sær, at hon ikki dugdi tað, hon gjørdi, og at hon ikki gjørdi tað, hon dugdi”.
Ruth Smith var sera sparin og oyðslaði ikki við tilfari. Av tí sama eru nógvir málningar eftir hana, har fleiri motiv eru málað. Eisini finnast fleiri málningar, ið eru málaðir á báðum síðum.
Ein málningur við fleiri motivum er hennara síðsti málningur, sum í hesum døgum stendur á einum staffeli á Listasavnum. Eitt sterkt upplivilsi at koma fram á í okkara tjóðarsavni, tá tú hevur kagað í bókina og sæð mynd av sama málningi standa yvir børu hennara í atelierinum hjá listakvinnuni.
Hon legði seg sum sagt eftir at fáa so góðar litir sum gjørligt á løriftið. Sjálv metir Dagmar Warming, at Torbjørn Olsen er tann føroyski málarin í dag, sum kann sigast at hava tikið arvin upp eftir Ruth Smith við sínum litspæli í landslagsmyndum og ikki minst andlitsportrettum.
FAKTA UM RUTH SMITH
Fødd í Vági í 1913
Fer í 1930 til Keypmannahavnar at útbúgva seg sum sjúkrarøktarfrøðing
Í árunum 1936 til 1943 er hon næmingur á listaháskúlanum í Keypmannahavn
Í 1941 sleppur hon við á sensureraða framsýning í Keypmannahavn
Flytir í 1944 til Lemvig, og árið eftir giftist hon Poul Morell Nielsen
Eigur eldra sonin í 1947
Kemur í 1948 aftur til Vágs
Eigur yngra sonin í 1952
Doyr í 1958
FAKTA UM BÓKINA
Heiti: Ruth Smith: Lív og verk
Høvundur: Dagmar Warming
Útgevari: Listasavn Føroya
Mál: Føroyskt, enskt, danskt
FAKTA UM FRAMSÝNINGINA
Opin frá 26. januar til 9. apríl á Listasavni Føroya í Havn
Frá 10. november verður hon at síggjá á Museum for Religiøs Kunst í Lemvig
MYNDATEKSTUR
Dagmar Warming gjørdist hugtikin av listini hjá Ruth Smith í 2002, og nú hevur hon skrivað bókina “Ruth Smith – Lív og verk”. Hon viðgongur, at tað hevur verið trupult at skriva um listina hjá Ruth Smith uttan at umrøða sjálva listakvinnuna
Mynd: Jens Kr. Vang