at oljufeløg og fyri tað vinnufyritøkur sum heild lata stuðul til mentanarlig tiltøk. Tað nýggja í hesum er so, at føroyska oljufelagið fer undir framleiðslu í bretskum øki í næstu framtíð og í tí sambandinum [...] føroyingar og útlendingar til nettupp at kunna fara undir umrøddu framleiðslu. Ein kann so eisini siga, at avgerðin at lata pengar til eina føroyska operu er tøkk fyri tann áhuga, sum er vístur AP og tess komandi [...] oddamonnunum aftanfyri tónleikatiltakið, Sunleif Rasmussen fyri stuðulin og helt fyri, at tað má sigast at vera ávíst samband millum oljufeløg og list, tí bæði alla tíðina royna at finna nýggjar leiðir. Hann helt
krevjandi starv sum heilsumálaráðið. Hann hevur góða og viðkomandi útbúgving og tilsvarandi vinnuroyndir, hann hevur, tað lítla vit hava sæð og hoyrt til hann, virkað tungusnjallur, dámligur og sakligur. Hóast [...] hartil tey, sum ikki halda seg aftur, og tað bøtir ikki júst um støðuna hjá formanninum. Nýggja valskipanin við einum felags valdømi hevur elvt til, at tinglimir og landsstýrisfólk kenna seg sum standandi [...] standandi í einum áhaldandi valstríði. Vit fáa tí javnt og samt sterkar markeringar frá teimum, sum eru framsøkin, og hetta ger tað heldur ikki lættari at vera formaður í flokki, sum er staddur í eini støðu
búskaparlig fyrilit. Politikkarar kunnu og skulu síggja tingini í einum størri perspektivi enn embætismenn. Politikkarar kunnu sýna menniskjanslig og mentanarlig fyrilit. Tað eru ivaleyst mong, sum í hesum [...] lógarsmiðirnir eisini, at MVG skuldi leggjast á bøkur. Tá tók seg upp eitt alment orðaskifti. Rithøvundar og forleggjarar vendu sær til politisku leiðslu landsins við tí úrsliti, at MVG varð ikki lagt á bøkur [...] gagn. Tað eru tí allar góðar grundir til ikki at broyta hesa skipan. Í hesum døgum sita samgongufólk og leggja síðstu hond á fíggjarlógaruppskotið fyri 2005. Alt bendir á stórar niðurskurðir á øllum økjum
að átøk í dagstovnum, í fólkaskúla og í miðnámsskúlunum. Hetta krevur neyvt samstarv millum ymsar myndugleikar eitt nú Mentamálaráðið, Almanna- og heilsumálaráðið og kommunurnar. Sostatt restar enn tað [...] roykja innandura á almennum støðum m.a. matstovum, dansi- og skeinkistøðum, almennum og privatum arbeiðsplássum, skúlum, hallum, dagstovnum, dagrøktum og støðum annars, har almenningurin hevur atgongd. Tað man [...] bústaður og arbeiðspláss, t.d. á ellis- og røktarheimum. Tað verður ikki loyvt at lýsa við tubbaksvørum ei heldur at lata tubbaksvørur sýna fram á sjónligum støðum í handlum. Hetta er gott og man hava
Sostatt savnar ólavsøkan flestu av okkum til gaman og álvara. Her eru ítróttartiltøk og mentanarlig tiltøk av ymsum slag. Mong eru í tjóðarbúnað og setir tað sín heilt serstaka dám á tjóðarhátíðina. Vit [...] vinir og kenningar, sum tú ikki hevur sæð í mong mong ár. At dyr standa opnar og tú kanst støkka inn á gólvið er so eisini eitt av teimum góðu eyðkennunum við ólavsøkuni. Gestablídni er í hásæti og tú kennir [...] gleðina og tað góða í okkum øllum. Tað er tí ikki ov nógv sagt, at ólavsøkan er við til at byggja brýr millum føroyingar flestar. Fíggindaskapur og vónloysi eru bráddliga horvin. Tolsemi, virðing og vinskapur
ri leiðslu og einum væl útbúgvnum og sera dugnaligum starvsliði. Kringvarp Føroya er í dag ein tann mest týðandi og sterkasti mentanarstovnur í landinum, ein stovnur, sum øll eru góð við og sum hevur ómetaliga [...] ómetaliga stóran týdning fyri tíðindaflutningin og demokratiska orðaskiftið í Føroyum. Vit fegnast eins og føroyingar flestir um Kringvarpið, ynskja góðan byr framyvir og hjartaliga tillukku á fimti ára degnum [...] Føroya í 1957 var ikki bert eitt stórt mentanarligt framstig. Hetta var eisini ein stór avbjóðing til bløðini, sum á mangan hátt mólu í somu flokkspolitisku foyru, og sum bert komu út tvær ferðir um vikuna
Suðuroy, serstakliga við atliti at bygnaði og staðseting. Nú skal allur miðnámssektorurin samskipast og umskipast og í hesum høpi verður tað upplagt at leggja Almanna- og heilsuskúlan á Tøroyri saman við Mið [...] reisigildið bert at fegnast um, og vit ivast ikki í, at nýggi skúlin fer at verða til mikið gagn fyri Suðuroynna og allar Føroyar. Nýggi skúlin fer ivaleyst at gerast tann mentanar- og upplýsingarmiðadepilin, [...] hátíðarhald og eftirfylgjandi stórari og lívligari veitlsu. Einki løgið í tí, hetta var veruliga ein stórur dagur í Suðuroy. Men sum best, meðan menn standa sveittan í barm vestur í Bø og grava út, sveiggjar
sleppa uppí granskingar- og útbúgvingarstamstarvið hjá ES. Her er einki hent, og her tykist standa fullkomuliga í botni. Danir eru púra líkasælir, ES hevur vent okkum bakið, og einki bendir á, at nøkur [...] til henda grunn, sum í dag bert er eitt eiti við lítlari og ongari fíggjarorku. Eisini eiga føroyingar at fáa atgongd til danskar mentanar- og ítróttargrunnar. Hetta er sjálvsagt, tí vit rinda til teirra [...] -Dýrt skulu teir meg keypa. Hann eigur at gera sær eitt yvirlit yvir mál og evni, har danir enn hava ávirkan á føroysk viðurskifti og krevja hesi mál loyst uttan himpr. Hvørji eru hesi mál? Tað fyrsta, ið
dyggan almennan og privatan stuðul, so tey kunnu fara út í heim at vísa, hvat vit hava at bjóða og fáa avbjóðingar og mennast. Vit eiga eitt stórt mentanarligt tilfeingi í okkara listafólkum, og vit eiga øll [...] dyggan almennan og privatan stuðul, so tey kunnu fara út í heim at vísa, hvat vit hava at bjóða og fáa avbjóðingar og mennast. Vit eiga eitt stórt mentanarligt tilfeingi í okkara listafólkum, og vit eiga øll [...] økinum sunnan fyri miðlahusið… Virðing fyri mentan og list Mentan og list eru tætt bundin at Ólavsøkuni, og hátíðin er eyðkend av eini røð av mentanarligum og listaligum tiltøkum. Ítróttin er kanska ein tann
serstakan dent á mentanarlig og listarlig tilboð til børn og ung og kemur víðkanin sostatt væl við í hesum sambandi. Tað er Norðurlendska Ráðharraráðið, sum saman við Føroya Løgtingi og privatum grunnum [...] tøkum og hetta er húsinum uppiborið. Norðurlandahúsið er vorðið ein ómissandi partur av okkara almenna lívi og av okkara samleika. Húsið hevur ómetaligan týdning fyri føroyska mentan og list og lýkur ein [...] Føroyum. Hetta stig er og verður eftirmæli Erlends til miklan sóma. Norðurlendsk arkitektakapping varð útskrivað í 1977, har 158 fólk luttóku, og vinnarar gjørdust Ola Steen úr Noregi og Kollbrún Ragnarsdóttir