Tunnilin er bæði ein møguleiki og ein avbjóðing. Tunnilin fer í sjálvum sær at økja um valmøguleikarnar hjá fólki og vinnulívi. Øll mentanar- og ítróttartilboð verða nú nógv lættari atgongd hjá øllum borgarum í hesum nýggja meginøki. Mentanarlív, list, ítrótt og ungdómsarbeiði fáa heilt nýggjar og munandi betri fortreytir í einum nógv øktum virkisøki. Hetta gevur nógv øktar møguleikar fyri nýggjum upplivingum og harvið fyri betri trivnaði fyri øll ikki bert norðingar. Samstundis fara tær broyttu umstøðurnar at geva borgarunum skjótari og betri almennar og privatar tænastur, eins og trygdin í gerandisdegnum verður størri. Møguleikar fyri samskipan og samstarvi eitt nú innan útbúgvingarverkið og heilsuverkið eru nú sera góðir. Samantikið fer tunnilin sostatt at gera lívið lættari, tryggari og innihaldsríkari ikki bert hjá norðingum men hjá øllum borgarum í meginøkinum og í landinum sum heild.
Fyri vinnulívið í Norðoyggjum merkir tunnilin ein einastandandi møguleika til at røkka út um Klaksvíkina og Norðuroyar. Tað er alment viðurkent, at vinnulívið í eitt nú Klaksvík er eyðkent av áræði, fyritakssemi og dugnaskapi. Fiskivinna, handverk, tænastur og byggivinna eru millum tey fremstu í landinum. Tunnilin verður tí ikki bert ein nýggjur møguleiki hann er eisini ein sera stór avbjóðing. Hetta merkir, at vinnulívið eitt nú í Klaksvík kemur at virka undir broyttum fortreytum bæði á ein og annan hátt. Hetta er einki neiligt ella negativt. Tað er jú tvørturímóti soleiðis, at vinnulívið blómar, har tað fær nýggjar avbjóðingar saman við nýggjum møguleikum. Tunnilin er tí eitt einastandandi høvi hjá vinnulívinum í Norðoyggjum at mennast, vaksa og taka kappingina upp við kappingarneytar í hesum nýggja meginøki, í øllum landinum og uttanlands. Tað er tí lítið at ivast í, at tunnilin fer at styrkja búskapin lokalt so væl sum um alt landið.
Norðuroyatunnilin er eitt ómetaliga stórt tak og eitt tøkniligt bragd. Hetta er ein verkætlan, sum ber boð um áræði, bjartskygni og trúgv á, at tað ber til støðugt at menna okkara fortreytir fyri at byggja hetta land. Hetta er ein verkætlan, sum prógvar, hvussu langt ein lítil tjóð kann røkka við áræði, semju og vilja. Her hevur verið hugsað stórt og neyðugt er at hugsa stórt, um okkum skal vera lív lagað í eini tíð við altjóðagerð og ómetaligum og skjótum broytingum. Ein verkætlan sum Norðoyatunnilin eggjar til samanhald og til at troyta teir nýggju møguleikar, sum nú her eru skaptir og til at taka við teimum avbjóðingum, sum koma av nýggjum og grundleggjandi broyttum fortreytum.
Tillukku allir norðingar! Tillukku allir føroyingar!
Sosialurin