Bókin, eitt satt valaverk, er tann fyrsta royndin at geva eina samanfatandi mynd av listarligu avrikunum hjá Tróndi. Bókin fylgir, sum tikið verður til í fororðunum, listarligu menning Tróndar frá fyrstu royndunum við málningum og høggmyndum til tey verk, ið hann skapar í dag. Høvundin leggur doyin á at seta listamannin inn í eitt føroyskt menningarhøpi og at vísa á hansara viðurskifti við altjóða listaumhvørvið. Í hesum sambandi er eitt aðalmál við bókini at finna fram til listamannsins listarligu mál og miðlar eins og til hansara lívs- og náttúrufatan og til tey átrúnaðarligu virði, ið mynda støðið undir list hansara.
Bókin um Trónda Patursson er ein mentanarlig stórhending, sum prógvar, at Tróndur er listamaður á høgum altjóða støði. Tróndur er avgjørt høgt í metum bæði sum málari og sum myndhøggari. Hann er gitin fyri sínar glasmálningar og síni kosmisku rúm, har hann arbeiðir við glasmálningum og spegilstøkni. Tróndur er, sum víst verður á í bókini, eitt av høvuðsnøvnunum í tí endurnyggjan av føroyskari list, ið byrjaði við Ingólvi av Reyni. Hann hevur sostatt ein týðandi lut í menningini av føroyskari nútíðarlist.
Men bókin er ikki bert ein lýsing av Tróndar listarligu starvsleið. Hon fevnir um hansara lívssøgu: Hesir partar ikki minni áhugaverdir, við tað at teir geva lesaranum eina mynd av einum sonnum ævintýrara, ið ikki minni sjey ferðir hevur verið á ferðum um øll heimsins høv við gitna ævintýraranum Tim Severin. Men bókin er annað og meira enn ein bók um Trónda, hansara list og lívsleið. Hon er enn eitt dømi um ta menning og tann gróður, ið er innan alt, sum eitur føroyska myndlist. Henda listagrein er rokkin altjóða støði eins og tónlistin og bókmentir okkara. Listafólkini eru eins og ítróttafólkið okkara bestu ambassadørar úti í heimi, og vit hava allar góðar grundir til at vera fegin um og errin av hesum fólkum. Tey eru landi og fólki til miklan heiður. Tillukku.
Sosialurin










