Niðurstøðan hjá bólkinum, sum hevur arbeitt við áltinum, er, at øll undantøk í mvg-lóggávuni skulu strikast, soleiðis at talan í framtíðini verður um sama mvg-sats á øllum vørum og tænastum.
Út frá einum búskaparligum heildarsjónarmiði er kanska eisini rætt, at ein og sami mvg-satsur verður nýttur. Búskaparliga tesan staðfestir her, at er talan um virksemi, sum ikki kann bera seg, um mvg verður álagt, so eigur hendan at tillaga seg. Ella fara fyri bakka!
Tað er tó munur á einum búskaparligum heildarsjónarmi:i og einum landspolitiskum heildarsjónarmi:i. Ein munur, sum millum annað hevur viðført tey undantøk, sum eru í verandi mvg-lóggávu.
Hjá bløðum og bókaútgevarum eru tað sjálvandi mvg-frítøkan á hesum virksemi, sum er ítøkiligi spurningurin. Tað var í síni tíð eitt at kalla samt løgting, sum tók undir vi:, at mvg-satsurin á slíkum virksemi skuldi vera 0. Ein støða, sum tók støði í mentanarliga virðinum, sum er í hesum virksemi.
Løgtingi: vildi tá ikki, at eitt veikt mentanarligt øki, sum er so sera týdningarmikið fyri eitt lítið samfelag - ikki minst málsliga - skuldi fáa deyðsstoytin. Avleiðingin av eini javnsettari mvg-lóg yvir allar kambar, vildi í øllum førum verið, at rentabiliteturin í hesi vinnu, sum ikki er ov góður frammanundan, vildi verið fullkomuliga burtur.
Tí er at vóna, at tær tungtvigandi orsøkir, sum tá lógu til grundar fyri stø:utakanini, framvegis verða havdar í huga, nú løgtingið viðger føroyskan vinnupolitikk sum heild. At atlit eisini verða tikin til onnur virði enn tey, sum standa í búskaparligu lærubókunum.
Sosialurin