topp í løtuni. Við kappingarársbyrjan søgdu tær á kyndilsliðnum, at málið fyri árið var at tryggja sær europeiska luttøku. Hetta mál hava kyndilskvinnurnar framvegis, og megna tær at vinna dystin í kvøld [...] Jórun Ludvig er liðformaður á kvinnuliðnum hjá Kyndli, sum í dag skal á vøllin í fyrra finaludystinum. Áður hevur hon roynt at verið partur í tveimum steypafinalum, men í hvørgari av hesum eydnaðist tað [...] í gleðini yvir sigurin. Hesu ferð ætlar hon tó at tað skal vera. Favorittar vil hon ikki kalla kyndilsliðið, men sum hon sigur: »Vit skulu vinna!« . Báðar tær ferðirnar, har Jórun hevur verið á tapandi
um ein heilt annan dyst í dag, so hetta eigur ikki á nakran hátt at vera nakar koddi hjá okkum. -Kyndil hevur eitt sera gott lið við nógvum góðum leikarum. Breiddin í hópinum er stór, teir hava gott fólk
upp á liðina á kyndilsliðnum, men fram um sluppu tær bara ikki. Í royndunum at steðga kyndilsliðnum, varð gjørt av at mansverja Lotte Sørensen. Hetta tók sjálvandi ein part av kyndilsálopinum, men Beinta [...] finna vegin til meskarnar. Marita bjargaði Kyndli Móti endanum av dystinum var tað tó um reppið, at VB slapp at leggja seg fram um kyndilsliðið. Kyndilsliðið var júst tá skert, við tað at Ann hevði fingið [...] gjørdi hetta verjuuppgávuna hjá kyndilsliðnum alt ov lætta. Snøgt ráddi bert um hjá Ann at fylgja við, hvønn veg Regina mundi fara, og so at blokka, tá skotini fullu. Hjá Kyndli lá munandi betri fyri, álopini
Kyndil-Neistin 22-20 (10-14) So skjótt sum steyp og heiðursmerki vórðu handað kvinnuliðunum, sum framman undan høvdu gjørt finaludystin av sær, vóru bestu mansliðini hjá Kyndli og Neistanum at síggja á [...] verjuapartinum stóð liðið seg eisini sera væl, og gjørdust kyndilsmenninir ov naskir, tók Petur Magnusson sær av tí mesta. Einastu kyndilsleikararnir, sum veruliga megnaðu at hótta neistamálið, vóru tveir [...] ørkymla neistaverjuna nakað, at Kyndil gjørdi somikið nógva nýtslu av strikuspælinum, ístaðin fyri at nýta yvirgongdirnar á bakkinum. Sum, hálvleikurin leið, byrjaði kyndilsverjan at fáa betri fatur á Heina
hugsað um kappingina sum heild, er lítið at ivast í, at hon so sanniliga eisini átti sín leiklut í, at Kyndil yvirhøvur varð umboðað í finaludystinum. Í teimum báðum hálvfinalunum móti Stjørnuni stóð hon nevnliga [...] staðið seg avbera væl hetta kappingarárið. Í fleiri dystum hevur hon verið høvuðsorsøkin til, at kyndilsliðið hevur fingið nakað burtur úr dystinum, og hetta hevur hon so eisini fingið løn fyri, við tað at [...] Christiansen, sum er venjari hjá kvinnulandsliðinum, hevur tikið hana við í landsliðshópin. FM ikki slept Kyndil hevur við steypasigrinum tryggjað sær luttøku í europeiskum høpi komandi ár, og hetta var eisini
alt kappingarárið, og tað man ikki vera nakað dulsmál, at hon í fleiri dystum hevur verið munurin á Kyndli og mótstøðuliðnum. Liðavrik Hans Jákup legði tó afturat, at Marita so at siga bert gjørdi sín part [...] dystirnar. At enda spurdu vit hann, um tað hevði nakað at siga fyri honum, at dótturin vardi málið hjá Kyndli, og ikki hjá Neistanum, har hon tó eisini hevur roynt seg. - Eg eri bæði glaður og stoltur um at
koma sum ein skelkur av teimum stóru, at mótstøðuliðið finnur upp á at mansverja teir báðar. Bæði Kyndil og StÍF hava fyrr í ár roynt hetta, og uttan iva fara onnur lið eisini at royna tað sama, so tað
millum fremstu strikuspælararnar her á landi. Janus Einar Sørensen hevur rættuliga gjørt um seg á kyndilsliðnum hetta kappingarárið, og eftir steypafinaluna fekk hann eitt stórt herðaklapp fyri hetta, tá Palli [...] hann skuldi vera á U-21 liðnum, men hetta verður nu helst av ongum. Leiðin inn á besta liðið hjá Kyndli hevur verið rættuliga stutt hjá Janusi Einari. Seinasta ár kom inn í flestu dystunum í endaspælinum
eitt megnar liðavrik, sum at enda viðførdi, at kyndilsliðið megnaði at koppa Neistanum. Skeldaðust í hálvleikinum Eftir mínum tykki tóktust kyndilsmenninir eitt sindur mótfalnir, tá farið varð inn til seinna [...] Liðskiparin hjá Kyndli, Uni Wardum, kundi leygardagin fegnast um higartil triðja steypasigurin, og fyri fyrstu ferð kundi hann fegnast um hetta saman við brøðrunum, Hannis og Bjarna. Hann var sannførdur
Ein av orsøkunum til at tað eydnaðist Kyndli at taka Neistan aftur, var at Lars Winther stóð seg sea væl í seinna hálvleiki. Efti dystin hittu vit Lars, og spurdu hann, hvussu tað bar til, at hann menti [...] annars eisini legði stóran dent á, at stemningurin, sum var í høllini, eisini gjørdi sítt til, at kyndilsliðið megnaði stóra takið. Liðavrik Lars hevði tó ongan hug til at taka allan heiðurin einsamallur,