Liðskiparin hjá Kyndli, Uni Wardum, kundi leygardagin fegnast um higartil triðja steypasigurin, og fyri fyrstu ferð kundi hann fegnast um hetta saman við brøðrunum, Hannis og Bjarna.
Hann var sannførdur um, at talan í stóran mun var um eitt megnar liðavrik, sum at enda viðførdi, at kyndilsliðið megnaði at koppa Neistanum.
Skeldaðust í hálvleikinum
Eftir mínum tykki tóktust kyndilsmenninir eitt sindur mótfalnir, tá farið varð inn til seinna hálvleik.
Spurdur um hetta svaraði liðformaðurin, at teir høvdu skeldast eitt sindur í hálvleikinum, men hetta var so viðvirkandi til, at vit allir fingu reinsað luftina.
Aftan á samdust vit so um, at nú skuldu vit út sum ein eind, og í felag gera eina roynd at venda dystinum.
At hetta eydnaðist komst í stóran mun av, at vit við hjálp av mansverjuni fingu fatur á bæði Heina og Áka. 3-2-1 verjan, sum vit royndu í fyrra hálvleiki gav ikki ætlaða úrslitið, men framman undan vóru vit fyrireikaðir upp á, at hetta kundi henda, og tískil kendu vit eisini uppgávuna, tá vit í seinna hálvleiki fóru at mansverja.
Eisini helt hann, at eldri bróðurin, Hannis, átti sín leiklut í sigrinum. Talan er sjálvandi fyrst og fremst um eitt liðavrik, men Hannis hevur nakrar ótrúliga týdningarmiklar skoringar, sum eisini eru viðvirkandi til, at vit sjálvir vinda okkum meira og meira upp.










