Fegnast um avrikið

Fyrrverandi neistamálverjin, Hans Jákup Hermansen, sum er pápi at kyndilsmálverjanum, kundi eftir dystin fegnast saman við dóttrini

Hon hevur tað ikki eftir ongum, Marita Hermansen. Í eini 10 ár var pápin, Hans Jákup Hermansen, málverji á besta mansliðnum hjá Neistanum, og framvegis er hann aktivur, tá hann saman við fleiri øðrum veteranum tørnar út í triðbestu mansdeildini.

Eftir dystin hittu vit stolta pápan, og spurdu hann, hvønn týdning hann helt avrikið hjá Maritu hevði fyri dystin.

Hans Jákup var samdur í, at tær bjargingar, sum Marita hevði móti endanum av dystinum, høvdu alstóran týdning fyri endaliga úrslitið.

Hann helt tó eisini, at dótturin hevur staðið seg sera væl so at siga alt kappingarárið, og tað man ikki vera nakað dulsmál, at hon í fleiri dystum hevur verið munurin á Kyndli og mótstøðuliðnum.


Liðavrik

Hans Jákup legði tó afturat, at Marita so at siga bert gjørdi sín part av avrikinum. Talan var jú eisini um eitt rættuligt liðavrik, har allar lyftu í felag.

Í sama viðfangi heldur hann eisini, at VB so sanniliga eisini hevur uppiborið rós fyri teirra leiklut í dystinum. -Tær vildu alla tíðina vera við til at skapa dystin, og tað var eisini viðvirkandi til, at vit ein so spennandi og undirhaldandi dyst, segði fyrrverandi neistamálverjin, sum eisini helt tað vera stuttligt, at tað nú vóru somikið nógvir áskoðarar til avgerandi dystirnar í hondbóltskappingini, við tað at hetta setur rættuligan dám á dystirnar.

At enda spurdu vit hann, um tað hevði nakað at siga fyri honum, at dótturin vardi málið hjá Kyndli, og ikki hjá Neistanum, har hon tó eisini hevur roynt seg.

- Eg eri bæði glaður og stoltur um at eiga eina dóttur, sum í dag kann kalla seg steypavinnara, og so er tað líka mikið, hvørjum liðið tað er við. Nú ætli eg mær tó at rópa á Neistan, vóru seinastu orðini vit fingu frá Hans Jákupi, áðrenn hann fór yvir at finna sær sess, áðrenn menninir fóru í holt við sín finaludyst.