Hugsaði ikki um nakað

Einki er at taka seg aftur í, at tað meira enn nøkur onnur var Marita Hermansen, sum tryggjaði Kyndli fyrsta sigurin nakrantíð í steypakappingini hjá kvinnunm

Tað var ikki tað stóra, sum kom burtur úr samøðu okkara við Maritu Hermansen, tá vit stutt eftir steypasigurin fingu orðið á hana.

Umgyrd av familjuni fegnaðist hon um nývunna steypið, men tá vit spurdu hana, hvat hon helt um sín egna leiklut í øllum hesum var hon heldur fámælt.

-Eg haldi at handan seinasta bjargingin hevði stóran týdning, men annars veit eg slettis ikki, hvat eg skal siga, vóru orðini hjá málverjanum.

Víðari segði hon tó, at hon satt at siga ikki hugsaði um nakað sum helst, tá hon tvær ferðir hevði sera týdningarmiklar bjargingar, tá Sólrun Krosslá var sloppin leys. Hvat støðan tá var, og hvussu nógv tíð var eftir hugsaði hon als ikki um, men royndi bara at verja málið.

Tá gjørdi hon so í øllum førum somikið væl, at steypið varð fingið til høldar, og verður hugsað um kappingina sum heild, er lítið at ivast í, at hon so sanniliga eisini átti sín leiklut í, at Kyndil yvirhøvur varð umboðað í finaludystinum.

Í teimum báðum hálvfinalunum móti Stjørnuni stóð hon nevnliga tveir framúr góðar dystir, og yvirhøvur hevur hon staðið seg avbera væl hetta kappingarárið.

Í fleiri dystum hevur hon verið høvuðsorsøkin til, at kyndilsliðið hevur fingið nakað burtur úr dystinum, og hetta hevur hon so eisini fingið løn fyri, við tað at Sophus Dahl Christiansen, sum er venjari hjá kvinnulandsliðinum, hevur tikið hana við í landsliðshópin.


FM ikki slept

Kyndil hevur við steypasigrinum tryggjað sær luttøku í europeiskum høpi komandi ár, og hetta var eisini málið við kappingarársbyrjan.

Spurd um kappingarárið nú er bjargað, soleiðis at tær nú hava fingið tað tær ætlaðu, svaraði málverjin: Nei, FM stríðið er ikki slept enn, men tað verður helst eitt sindur torført at gera nakað við Stjørnuna, men vit ætla so at royna, so leingi møguleikin er til staðar.

Hon er tó bangin fyri, at Stjørnan hevur fingið ov langt tjóður í so máta, men alla ta tíð at nóg nógvir dystir eru eftir at leika, hevur kyndilsliðið sjálvsagt møguleikan at fanga tær aftur, og har við vinna greipuna, sum felagið ongantíð fyrr hevur havt hendur á.