Fekk landsliðsboð

Eftir steypasigurin fekk strikuspælarin hjá Kyndli, Janus Einar Sørensen, enn meira at fegnast um, tá landsliðsvenjarin, Palli Joensen, kundi siga honum at hann var úttikin til landsliðshópin

Enn er hann einans 19 ár, men longu nú eru fleiri farin at rokna hann millum fremstu strikuspælararnar her á landi. Janus Einar Sørensen hevur rættuliga gjørt um seg á kyndilsliðnum hetta kappingarárið, og eftir steypafinaluna fekk hann eitt stórt herðaklapp fyri hetta, tá Palli Joensen boðaði honum frá, at hann nú var úttikin til A-landsliðið.

Palli sigur við Sosialin, at hann hevur hugsað um, at tikið enn ein strikuspælara inn í hópin, tí hetta er eitt av teimum plássum, har teir ikki tosa skaðar. Um ein bakkur ella vongur verður skaddur, ber altíð til at blanda kortini eitt sindur øðrvísi, men verður annar av strikuspælarunum skaddur, er bert ein leikari til allar 60 minuttirnar, og tí er neyðugt at hava tríggjar leikarar til hetta plássið.


Ein dreymur

Sjálvur sigur Janus Einar, at hann sjálvsagt hevur vónað, at tað eina ferð vórðu boð eftir sær. - Sjálvandi er hetta ein dreymur, sum nú er gingin út, sigur greiðir hann frá. Seinasta ár var hann annars við U-18 landsliði okkara, og í ár var so ætlanin, at hann skuldi vera á U-21 liðnum, men hetta verður nu helst av ongum.

Leiðin inn á besta liðið hjá Kyndli hevur verið rættuliga stutt hjá Janusi Einari. Seinasta ár kom inn í flestu dystunum í endaspælinum, og í ár hevur tað meira ella minni eydnast honum at skumpa undangongumann sín, Rúna Poulsen, út á beinkin.

Janus Einar leggur tó áherslu á, at hann og Rúni hava tað fínt sínamillum. -At vit kappast er bara náttúrligt, og hetta er eisini við til at gera okkum til betri leikarar. Eisini heldur hann, at teir báðir eru rættuliga ymiskir í spælistíli, og tískil riggar tað øgiliga væl hjá teimum. Venjarin hevur altíð møguleika at skifta, um so er, at mótstøðuverjan hevur ov gott tak á, og hetta kom eitt nú til sjóndar, tá seinna hálvfinalan móti VÍF varð leikt.

Annars legði Janus Einar afturat, at fyri hansara viðkomandi hevði tað verið ótrúliga lætt at fella inn í góða samanhaldið, sum er á liðnum.

- Hóast aldursmunurin millum ymsu leikararnar er rættuliga stórur, er hetta als ikki nakað sum merkist í hópinum. Kanska hava vit arga Hannis eitt sindur, nú hann hevur verið skaddur so leingi, men samanumtikið fungerar liðið ótrúliga væl uttan fyri vøllin, sigur strikuspælarin og nýklækti landsliðsleikarin at enda.