ar geva okkum møguleikar at umhugsa, hvussu umráðandi tað er at broyta hugburð innan skúlan, viðvíkjandi royking. - Eitt nú átti tað ikki at verið loyvt at roykt í skúlunum, út frá tí grundgeving, at tann [...] til royking er broyttur nógv seinastu árini, so sæst tað ikki aftur millum skúlabørn í Føroyum - Tubbak er størri trupulleiki í Føroyum enn alkohol. Tað er álvarsligt, av tí at royking elvir til hjartasjúkur [...] á tíðindafundinum, at føroyska spurnarblaðið líktist nógv tí, sum hini londini høvdu brúkt, og at tað tí ikki var nakar trupulleiki, at vera við í útlendsku kanningini. - Tá vit fóru undir kanningina í
fara báðar vegir Enn hevur so eingin fundur verið, og tað røkist heldur ikki fyri nøkrum fundi. Tíðin gongur og eftir tí, sum Sosialurin skilur, so kann tað nú fara báðar vegir. Partarnir eru í eini støðu [...] fyri, at málið endar við dómstólin í Haag tykist vaksa fyri hvønn dag. Tað sær ikki mætari út enn, at tað er farið í baklás. Tað skal vera sera spennandi at síggja, hvat og um føroyingar fara at koma við [...] út. Men tað skuldi vísa seg - eftir tí sum Sosialurin skilur - at føroyska samráðingarnevndin hevði lítið ella kanska als einki at lora út við. Bretar fóru sum av torvheiðum av aftur fundinum. Tað einasta
hevur tað verið rættiliga nátúrligt at leita til Noregs at fáa sær vitan og royndir. Landsskúlafyrisitingin hevur so eisini verið við í tilrættaleggingini. Oljufelagið Statoil hevur so eisini verið við til [...] Hetta hendi í Tinganesi og var tað sjálvur landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Eilif Samuelsen, sum handaði prógvini. Teir fimm lærararnir eru teir fyrstu, sum hava verið í Noregi og har nomið sær kunnleika [...] kunnleika og royndir á oljuøkinum. Her serstakliga í sambandi við oljuboring. Skeiðini teir hava verið til hava snúð seg um alt frá trygd til boring. Hetta er liður í einum samstarvi millum umrøddu skúlar
skuldi verið nokk at trivið í. -Frágreiðingin er eisini ætlað at vera eitt grundstøði undir einum orðaskifti leggur hann aftrat. Tá so lítið hevur verið frammi, so er tað kanska tí, at vit hava verið so gjølligir [...] Hotel Føroyum herfyri hava vónandi verið við til at geva teimum eitt ávíst innlit í málið. Lítið orðaskifti Uppá fyrispurning um hann ikki er bilsin av, at tað hevur verið so lítið alment orðaskifti um f [...] hevur avgreitt málið og latið tað víðari til tingið. Jógvan I. Olsen, tingformaður segði við Sosialin í vikuni, at fekk hann uppskotið frá landsstýrinum hesa vikuna fór tað helst at verða lagt fram í tinginum
ongantíð fyrr hevur politiski ruðuleikin verið so fullkomin, sum undir sitandi samgongu. Var tað nakað annað parlament við bara einum veti av sjálvsvirðing, hevði tað fyri langt síðan tikið avleiðingarnar [...] starvssetanum í miðøkinum farin fram, uttan at eitt tað einasta alment starv hevur verið sett uttan fyri miðøkið. Fyri at eingin ivi skal verða um, hvat tað er fyri politikkur sum skal fremjast við sjálvs [...] sum fjøldin kann njóta gott av. Teir kalla seg liberalar, so tað skuldi verið so líka til ikki bara at privatisera telefonverkið, tí tað liberala røkkur longri enn so, hví ikki gera sum teirra floksbrøður
orð fyri orð. Var rætt hermt, hevði tað verið tað, tað var. Men ved samsvarar her als ikki við føroyskt við. Tú kanst taka fisk við høvdi og gørnum, men hví nevna tað, tá ið tú fyrst fert í holt við at [...] at nú var »at taka tarvin við hornunum, sum tað eitur á føroyskum«. Tað er bara tað, at soleiðis hevur tað aldri itið á føroyskum. Hetta er einki uttan hitt danska orðafellið »at tage tyren ved hornene« [...] dejligt«? HALDA Í Tað hoyrist meir enn so sagt t.d.: »Halt í hondini á mær«, »halt í bandinum«, ikki bara av børnum, men eisini tilkomnum fólki. Hetta er so skeivt, sum tað fær verið. Tað rætta er: »Halt
okkum var, at grunnurin fór at virka eftir endamálinum. ? Tað er ein spruningur um at viga tað destruktiva móti tí konstruktiva í hesum máli - og tað havi eg heitl víst gjørt, sigur Jóannes Eidesgaard. Sleppa [...] sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerking til tað, sum tey bæði søgdu við Sosialin í gjár. ? Við hesum førningi fór eg aftur í fíggjarnevndina og ávirkaði álitið. ? Tað er ikki rætt, tá sagt verður, at løgmaður [...] vera sera varin. ? Tað sum er farið, er farið, og vit skulu hyggja frameftir. Tí at viðtøkubroyt-ingarnar ganga júst út upp á, at undantaksreglan í viðtøkunum er burtur, og tí fer tað, sum hent er við
solistar framat, og manskórinum vant, er javnvág millum tað nýggja og tað gamla. Fleiri av teimum føroysku sangunum á plátuni hava ongantíð áður verið til taks á nøkrum elektroniskum miðli sum plátu ella [...] fýratiárunum og fram til 1957 var Gunnar Mikkelsen leiðari hjá Havnar Manskór, sum tað kallaðist tá, men síðani var tað bert til serstøk høvi, at manskórsangur hoyrdist í Havnini. Í sekstiárunum og fram [...] harmoniorkestrinum GHM. Hesi 10 árini hava sangararnir verið við til mong tiltøk. Sjálvir meta teir, at talið man liggja um tey tveyhundrað, og hava tey verið til bæði gaman og álvara. Fjøltáttaðir Eitt ið eyðkennir
18.30: Eydnustund við bíligum sodavatni og øli. Hvønn dag: Kl. 16.30?18.30: Ein verður hvønn dag. Tað kann vera knettir, frikadellur, flak, ræstur fiskur o.a. 35 kr. Smurt breyð við føroyskum viðskera: [...] køku. 60 kr. Jóannes Erik Køtlum spælir harmoniku. Leygardagin 15. nov.: Víndagur: Vit taka uppaftur tað væleydnaða tiltakið við vínsmakking, borðhaldið við verðum úr somu londum sum vínið. Tema: Jørðina [...] 21. nov.: Kafékvøld kl. 21-24: Íslendinguri Siggi Bjørns, Sigurður Bjørnsson, sum í 10 ár hevur verið sangari og útgivið fýra fløgur, fer at syngja og spæla løg frá 60?unum og 70?unum. Siggi er ættaður
sóu tað sum sína lívsuppgávu at fáa bilbukt við tuberklarnar, og tað verður ongantíð gjørt ov nógv fyri at upplýsa um tað stríð og strev, sum tey løgdu rygg til. Tað er ikki so langt síðani, at tað í nøkrum [...] í, men um Jósup var bara nevnt, at hann var altíð formaður. Tað lá í hesum, at hann eisini var ein av ánarunum, og hervið er tað staðfest. Tað er so ymiskt sum lív várt er lagað Hóast Jósup ikki var tíggju [...] høvdu mótburð og møði og stríð, men uttan mun til, hvussu tað lagaði seg, so hava tey neyvan kent, at tað hjá teimum tørnaði so nógv øðrvísi út, enn tað gjørdi hjá so mongum øðrum. Lívsleiðin hjá teimum mundi