Framtaksgrunnurin skal vera ígongdsetari

Fekk løgmaður bert heimild at konverterað 12 milliónir, var Framtaksgrunnurin framvegis insolventur. Eftir uppskoti løgmans, so kundi hann konverterað 198 milliónir, men eftir uppskotinum hjá fíggjarnevndini kann hann einans konvertera 25 milliónir av lánspeninginum til eginpening. Í hesum máli hevur tað verið ein spurningum um at viga tað destruktiva móti tí konstruktiva, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins

? Sum limur í fíggjarnevndini havi eg viðgjørt uppskotið til álit um Framtaksgrunnin saman við tingbólki Javnaðarfloksins, har vit tosaðu um allar viðkomandi partar í malinum. ? Eisini saman við Maritu Petersen og Henrik Old, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerking til tað, sum tey bæði søgdu við Sosialin í gjár.

? Við hesum førningi fór eg aftur í fíggjarnevndina og ávirkaði álitið. ? Tað er ikki rætt, tá sagt verður, at løgmaður við hesum uppskotinum fær størri heimildir, enn hann annars hevði fingið, um uppskot hansara varð samtykt.

? Uppskotið hjá løgmanni gekk út upp á, at hann fekk heimild til at konvertera alla lánsupphæddina - 198 milliónir krónur, sigur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at uppskotið nú snýr seg um at konvertera 25 milliónir - umleið 1/8 av samlaðu lánsupphæddini.

Jóannes Eidesgaard leggur dent á, at tá tosað verður um at konvertera pengar í Framtaksgrunninum, so snýr tað seg um allar pengarnar - eisini teir, sum eru læntir út. T. v. s. allar tær 198 milliónirnar, sum vóru í grunninum. Pengarnir verða tá ikki longur standandi sum lán, men verða avskrivaðir. Hetta bøtir um eginpeningin - tí ber tað til at konvertera allar pengarnar, sigur hann.


Endamálið var at gera grunnin solventan

? Løgmaður bað um at sleppa fult ella partvís at konvertera - tí eri eg ikki samdur í, at hann fær størri heimildir. Hinvegin hevur hann fingið nakrar álvarsamar avmarkingar í upphæddini og nakrar knallharðar treytir, sum hann ikki hevur biðið um (broytingar í viðtøkunum).

? Roknskapirnir, sum lógu við málinum, søgdu, at grunnurin kravdi at fáa konverterað umleið 12 milliónir fyri at fáa eginpeningin aftur upp á tvær milliónir. Men vit fingu frá Framtaksgrunninum at vita, at tá vildi grunnurin framvegis vera insolventur - tí var tað eingin loysn. Endamálið var at fáa grunnin solventan.

? Tí máttu vit finna røttu upphæddina, sum gjørdi, at grunnurin aftur bleiv solventur. Nú var talan um einar 18 milliónir krónur, fingu vit at vita.

Fíggjarnevndin fór so at tosa um, hvussu nógvir pengar játtast kundu. Onkur meinti, at 30 milliónir var nóg mikið at konverterað, meðan onkur annar meinti 20 milliónir. Semja bleiv so um 25 milliónir, sigur Jóannes Eidesgaard.


Grunnurin kundi gerast »ov varin«

? Ein argumentatiónin fyri at loyva grunninum at konvertera 25 milliónir var, at við eginpeningi upp á tvær milliónir krónur, so var vandi fyri, at grunnurin í sínum víðari útlánum fór at vera sera varin.

? Tað sum er farið, er farið, og vit skulu hyggja frameftir. Tí at viðtøkubroyt-ingarnar ganga júst út upp á, at undantaksreglan í viðtøkunum er burtur, og tí fer tað, sum hent er við Fiskasøluni og Fiskavirking, ikki at endurtaka seg.

? Framyvir mugu vit tí ganga út frá, at Framtaksgrunnurin í framtíðini fer at virka soleiðis, sum vit høvdu væntað og vónað, at hann fór at virka - sum ein ígongdsetari.

? Gjørdu vit hinvegin eina varisliga konvertering, so kundi vandi vera fyri, at grunnurin fór at vera í so varin við útlánum við tí úrsliti, at summar ætlanin ongantíð komu í gongd. Aftan á rokið um hesa konvertering, so mugu vit ganga út frá, at nevndin ikki hevur hug aftur at koma í tingið.

Málið hjá okkum var, at grunnurin fór at virka eftir endamálinum.

? Tað er ein spruningur um at viga tað destruktiva móti tí konstruktiva í hesum máli - og tað havi eg heitl víst gjørt, sigur Jóannes Eidesgaard.


Sleppa ikki hendanvegin eftir málinum

Henrik Old nevnir í sínum viðmerkingum trupulleikan, at fáa álagt, at aktivini, sum Framtaksgrunnurin eigur, men sum ikki verða brúkt, koma út aftur teirra, sum vilja brúka tey - til tær lokalu kreftirnar.

? Hesin spurningurin er avgjørt viðkomandi, og hugsar hann heldst um flakavirkið í Vági, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Henda stóra trupulleika hava vit eisini viðgjørt í fíggjarnevndini. Men har hava vit fingið at vita frá løgfrøðingum á løgtingsskrivstovu og frá løgfrøðingum úti í býnum, at tað ber ikki til at knýta hatta upp í viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin, tí hatta er hvør sítt mál.

? Við øðrum orðum, so sleppa vit ikki eftir málinum handan vegin, og tí mugu vit uppgeva tað, og loysa hetta málið fyrst. Tá tað er gjørt, kunnu vit fara eftir hinum málinum onkran annan vegin, sigur Jóannes Eidesgaard.


Kristna navnið

hevur ikki áhuga

Men Jóannes Eidesgaard hevur sína avgjørdu hugsan um tað, at tingmenn eru so ídnir eftir at fáa persónarnar í nevndini frá.

? Nøvnini á persónunum í nevndini eru ikki so áhugaverd fyri fíggjarnevndina. Eg haldi eisini, at um politikkurin hongur í um persónurin eitur Sverri Hansen, Heini Fossaa ella Rikkard Thomsen, so er eingin politikkur. Tað mugu vera størri ting í hesum máli, enn persónarnir, sum sita í nevndini - og tað til stykkis kemur, so verður nevndarval um tveir mánaðir. Heldur landsstýrið, at teir ikki eru nóg góðir, so verða teir helst skiftir út, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leggur afturat, at hetta er ein umsitingarligur spurnigur, sum tingmenn ikki skulu taka sær av.

? Problematikkurin hjá Henriki Old um hetta miðsavnandi virksemi og at nøkur øki framhaldandi liggja »deyð« er púra rættur, men tíverri ber ikki til at nýta hetta málið til at loysa hendan trupulleika.

? Tann royndin hevur verið gjørd í fíggjarnevndini, men vit eru steðgaðir, tí løgfrøðingarnir - bæði á løgtingsskrivstovuni og úti í býnum siga, at tað ber ikki til, og hesum mugu vit bara boyggja okkum fyri.

Jóannes Eidesgaard tekur at enda saman um, at løgmaður hevur ikki fingið størri heimildir. Upphæddin er nú 25 milliónir krónur, og vil tað siga, at eginognin hjá grunninum nú fer at liggja um 6-7 milliónir. Missir grunnurin helvtina av hesum, verður støðan tann sama, sum hon nú varð. Grunnurin verður ikki nakar sterkur grunnur, men har eru eisini nakrar viðtøkubroytingar, sum eru rættuliga kontantar.

? Løgmaður hevur einki vunnið - heldur er tað løgtingið, um tað nú loysir seg at seta nakran sigursharra á hetta málið, sigur Jóannes Eidesgaard.