metingar. Tí eru upplýsingarnar bygdar á egnar kanningar hjá teimum, ið gjørdu Hvítubók, og tað er hetta eg havi hildið meg til í arbeiðinum. Upplýsingar í Hvítubók Alt sum hevur við løgregluna at gera verður [...] løgnar søgur tykjast ganga um ætlanirnar at skipa løgregluna undir føroyska lóggávu og myndugleika. Tað er væl skiljandi, men ongin orsøk er at gera nakran mystikk burturúr málinum. Í eini viðmerking í bløðunum [...] løgtingi, er at Føroyar skulu skipast sum eitt land við fullveldi ? har vit sjálvsagt fyrisita og gjalda øll málsøkir sjálv eftir eini skipaðari ætlan. Í tí sambandi varð Hvítabók gjørd, har fylgibind 2 nágreiniliga
har um náttúruna við hesum væl kendu orðum, - ?hon var tað vandamikla, tað ræðiliga, tað magnmikla og tað, sum var blíðari og friðsælari enn alt tað, sum hugurin fær loftað?- Bæði her, og í so mongum av [...] eitt orð, sum eg onga aðrastaðni havi sæð, sum ikki er í orðabókunum heldur. Helst hevur tað, sum maðurin sjálvur, íslendskan uppruna. Tað er orðið hjartavit. Júst tað orðið gongur á meg, tá eg skal royna [...] soleiðis, at øll kunnu kenna seg aftur í teimum, øll kunnu kennast við tað, sum hann yrkir um. Upprunaheimur hansara er á Viðareiði, men yrkingarnar fevna um heimin allan og alt sum menniskjaligt er. Tað djúpt
skipaðu limirnir í Dansifrøi fyri privatari gisting. - Útlendsku gestirnir vistu lítið um Føroyar, og tað hevur fyri stóran part verið galdandi, tá vit hava havt vitjanir, sigur Erling Jørgensen og Osvald [...] Vandin er, at spælt verður upp í saman. Ársveitslan í 1979 er á Hotel Føroyum og 79 fólk eru á veitslu. Gott borðhald sum vant við røðum og sangi, stendur at lesa um borðhaldið í 25 ára minnisritinum. Spælimenninir [...] limum, átti at havt egin felagshús.Ivaleyst var ætlanin at skipa so fyri, at húsini vóru karmur um øll tiltøk; dansikvøld, veitslur, dansifrálæru og onnnur tiltøk. Málið var fyrstuferð frammi á aðalfundi
kreppur, tað í tríatiárunum, tað í fimtiárunum og tað í nítiárunum. Í øllum trimum førum vóru tað peningastovnarnir , sum fóru fyrst. ? Tað vóru ikki almennar fyritøkar, sum fóru á heysin. Tað vóru privatar [...] skal skrivast... ?Øll hesi árini, eg havi verið virkin á nógvum ymsum økjum, hevur tað verið hugsjónin, sum hevur drivið verkið, sigur hann. Ávirkaður óviti Dánjal av Rana sigur, at tað var longu í óvitaárunum [...] kommunan eigur, er Ísvirkið og tað hevur eina serliga støðu. ? Ísvirkið er ein stoltleiki hjá tvørafólki. Tað varð bygt longu í 1928 og 29. Teir, sum bygdu tað, gjørdu tað fyri onga løn, tí teir vildu á
Hann heldur tað vera ómetaliga stuttligt, at Føroya fólk er so upptikið av arbeiðnum, sum teir eru settir at gera. ? Her eru næstan øll fólk sera upptikin og áhugað í tí, vit gera, og tað ger tað hugaligari [...] hann flennandi. ? Tilfarið í fjallinum ger tað nógv lættari at arbeiða her. Tað er ikki so hart sum í Noregi, og tað er eisini poknutari, sum hevur við sær, at tað verður lættari at fáa tunnilin vakran, sigur [...] hart grót allanvegin. Tað er umráðandi, at tilfarið er einstáttað, tí tað er best fyri boriútgerðina. Tað torførasta er, tá tilfarið skiftir ofta, so hvørt teir arbeiða inneftir. ? Tað góða tilfarið hevur
20 ár seinni. Eisini var hann við Karin K. ? Tað var nógvur fiskur at fáa, alt tað sum eg var til skips. Bæði eystanfyri og í Grønlandi, sigur John. - Eg havi fiskað lítið undir Føroyum ? mest undir Íslandi [...] var úr Porkeri. ? Tað kundi vera strævið at vera smádrongur. Eg fór upp í alt arbeiði, so skjótt eg var so frægur. Eg fekst við seyð, passaði neyt, arbeiddi fisk og hoyggjaði. Tað var nógv at tríva í [...] millum at arbeiða í Klaksvík og á Skála. ? Mær dámdi væl at arbeiða sum smiður í landi. Tað var fjølbroytt og gott arbeiði, sigur John Thomsen. Hann var tó nógvar túrar til skips seinni. Millum annað við
uppi við Statoil, sá eg tað stóra, svarta skeltið og skrivað var á við stórari, hvítari skrift: "Røktan." Tá eg lat hurðina upp, var tað fyrsta man legði merki til, hvussu reint tað var og tann løgna reinliga [...] meg so, hvussu hon ger alt. So skal eg eisini fara ørindir fyri hana og vaska øll instrumentini og klinikkina sjálva. Tað er jú so týdningarmikið, at alt er reintført." Eisini fortelur hon, at hon slapp [...] røktað. Sjálvt um henni dámar sera væl at vera har, var hettar tó ikki tað starvið, ið stóð ovast á listanum, men hettar er minst líka gott, sigur hon og brosar. Tá eg spurdi, um hettar er nakað, hon altíð
hevði Sosialurin samrøðu við hana undir yvirskriftini: »Eg havi havt tað gott.« Og soleiðis var hon. Nøgd við alt og øll og hevði bara gott at bera fólki. Ein eginleiki, ið nógv áttu at misunt henni, [...] Anna Sofía var fyrsti føroyingurin, sum fylti 100 ár í nýggja túsundáraskeiðnum. Tað var tann 16. mars 2000, og vantaði henni sostatt tveir mánaðar í at verða 101 ár, nú hon sovnaði burtur. Anna Sofía [...] fingið bornan í kjøtið. Anna Sofía hevur seinnu árini búð hjá dótrini, Turid, í Bakkagøtu á Argjum. Og tað var eisini heima, hon legði eyguni saman fyri seinastu ferð. Friður veri við minni hennara. ej
Samdur? Nei, tað haldi eg ikki, tí børnini - tað eru serliga dreingirnir sum spæla við teldu - koma inn til hvønn annan at spæla. Børn spæla saman í bólkum, og oftani bert tvey og tvey. Tað hevur altíð [...] um árið, í teld. Onkur vil kanska siga at tað passar ikki at støðan er so vánalig í føroysku skúlunum, sum eg sigi, tá tað kemur til teld, men sum sagt, so havi eg tvey børn í skúlaaldri, og bæði ganga [...] bakgrund annars? Eg havi verði arbeiðsmaður í nógv ár, til eg bleiv sjúkur og ikki kundi arbeiða hart likamligt arbeiði. Eg eri nú teldumekanikari hjá TelduTænastuni í Havn og havi verið har í eini trý
prátaði við øll, kíndi síðumanninum um kjálkan, men sá ikki út til at gera haltari hønu mein. Hon setti veruligan dám á hesa løtu, sum flest øll annars nýta til at vera burturstødd. Øll sótu við einum [...] Grækarismessu og til heitari lond á heysti. Men tá ið tað nú ikki skuldi verða soleiðis, so er tað frálíkt at sleppa á flog í nakrar dagar. Ella kanska er tað júst hetta, at vit ikki sleppa so lætt vekk, sum [...] ella kaga burtur til onnur støð. Uttanlands var tað nokk at vera føroyingur fyri at sleppa upp í part. Tað ræsta kjøtið og seyðarhøvdini spurdu ongan eftir. Tað smakkaði bara. ?Ja, goddag mine damer og herrer