Høgni Hoydal
landsstýrismaður
Ein føroysk løgregla er ein avbjóðing hjá bæði starvsfólki og politisku skipanini. Starvsviðurskiftini verða sjálvsagt tryggjað og vónandi vilja okkara løgreglufólk taka lut í fyrireikingunum.
Nógvar løgnar søgur tykjast ganga um ætlanirnar at skipa løgregluna undir føroyska lóggávu og myndugleika. Tað er væl skiljandi, men ongin orsøk er at gera nakran mystikk burturúr málinum.
Í eini viðmerking í bløðunum nevnir Schandorff Vang, politistur, at undirritaði skal hava nøkur duld motiv og at ongar kanningar eru gjørdar av málinum. Hetta er tíbetur ikki so.
Eg skal tí í stuttum lýsa málið.
Fullveldisætlanin
Endamál landsstýrisins, sum er samtykt á løgtingi, er at Føroyar skulu skipast sum eitt land við fullveldi ? har vit sjálvsagt fyrisita og gjalda øll málsøkir sjálv eftir eini skipaðari ætlan.
Í tí sambandi varð Hvítabók gjørd, har fylgibind 2 nágreiniliga lýsir tey málsøki, sum í dag verða fyrisitin av donskum myndugleikum, og lýsir hvørji krøvini eru til sjálvstøðuga føroyska fyrisiting.
Ein trupulleiki við lýsingini av løgregluni hevur verið, at danska forsetismálaráðið hevur sýtt fyri, at landsstýrið kann samstarva beinleiðis við teir avvarðandi donsku myndugleikarnar um at fáa til vega upplýsingar og metingar.
Tí eru upplýsingarnar bygdar á egnar kanningar hjá teimum, ið gjørdu Hvítubók, og tað er hetta eg havi hildið meg til í arbeiðinum.
Upplýsingar í Hvítubók
Alt sum hevur við løgregluna at gera verður viðgjørt á bls. 44-100 í fylgibindi 2 til Hvítubók ? og starvsviðurskifti, fígging og skipan verða serliga lýst á bls. 83-94.
Annars er ein samandráttur í Hvítubók á bls. 118-119.
Verandi yvirlit vísa, at útreiðslurnar til rakstur av løgregluni í Føroyum er 45 mió. kr. árliga. Niðurstøðan í Hvítubok er, at til tess at røkja allar uppgávur, verandi sáttmálar, útbúgving og starvsviðurskifti, verður roknað við at kostnaðurin er 63 mió. kr. árliga.
Sjálvt arbeiðið
Lóggávan og rættarliga grundarlagið hjá løgregluni er ásett í Rættargangslógini. Rættarskipanarnevndin, sum arbeiði undir grundlógarnevndini, viðger hesar spurningar og ger uppskot til lóggávu.
Ætlanin er, at tey praktisku viðurskiftini verða viðgjørd í eini aðrari nevnd, har Politistafelagið fær bjóðað umboð.
Endamálið er greitt: Starvsviðurskifti og sáttmálar hjá verða ikki verri og løgreglan skal framhaldandi virka optimalt undir føroyskari ábyrgd.
Vónandi fáa vit eitt gott samstarv um at taka við hesi avbjóðing.










