arbeiddi á einum røktarheimi, men kom aftur í handilin hjá langabba at arbeiða, har hon var, til hon giftist pápa, Eskild, sum eisini er av Toftum. Saman fingu tey fimm børn. Mamma var sera áhugað í øllum [...] at taka til og fortelja. Hon hevði góða sangrødd og sum yngri sang hon í kórinum hjá Hans Jacob Højgaard. Tað var ein stór uppliving fyri hana, tá ið tey eftirlivandi av kórinum møttust aftur til eina m [...] var mamma góð við og vitjaði trúgv, og sum presturin segði í gravartalu síni, møtti hon eisini altíð til tær konsertir, sum vórðu hildnar har. Tann seinasta tíðin hjá mammu var strævin. Vit hildu øll, at
sjúkralegu vóru boð eftir tær at komaheim til Harran. Góða mamma, lívið hevur ikki verið blítt við teg. Tú vaks upp heima á Sandi, har tú vart yngst av 5 systkum. Tú giftist við pabba í 1970, og fingu tit 4 børn [...] altíð fyrst í tonkunum hjá tær. Ommubørnini elskaðu at fara í Ommugarð . Men tín styrki kom veruliga til sjóndar, tá yngsti ommusonurin fekk staðfest blóðkrabba. Meðan foreldrini vóru í Danmark við honum
Zacharia giftist við Eriki 1964 og fingu tey Sunnleyg og Jaspur, sum bæði búgva í Fuglafirði. Tað, sum merkti Zachariu og mammu hennara, var trúfestið. 1972 settu vit okkum niður her Norðuri í Gerði. Tá [...] Kjartan og Zacharia og Erik longu komin niðan higar at búgva. Ikki gloyma vit húgvuna, sum Astrid bant til Theodor Erling, tá ið hann var føddur. Alt var ein glóð afturat tí nýggja lívinum, har tú skuldi liva [...] móttikin av grannalagnum og dagin, har spónurin var settur í útúrgravingina, bjóðaði Zacharia inn til ein duss, og mælti brosandi: “ Vælkomin niðan higar at búgva!” Hesi fáu orð ljóma fyri okkum enn tann
Britt í Havn. Ungur fór hann til skips, fyrst við slupp, seinni við trolara, tey nógvu árini við Skálaberg, sum tá mundi vera Føroya besta fiskiskip. Á skipsdekki vandist hann til rættan mann, var óførur við [...] Biskupsstøð, tí tað var ikki dagur, at tú ikki sást ella hitti hann. Sum oftast í góðum lag, altíð tíð til eitt prát. Skemtaði, so tú fór smáflennandi frá honum. Frá slíkum manni, ið hevði so nógv at siga, [...] Fuglafirði, hann av Biskupsstøð. Volli var miðskeiðis í stórum systkinaflokki, 7 brøðrum og 2 systrum. Giftist Tórhild Jensen úr Norðragøtu. Tey búsettust fyrst í gamla barnaheimi hansara niðri í brekkuni, seinni
er farin leita okkara tankar til tín Lisu, til Elina, Heðin og børnini, til tín Brynhild, ið hevur mist so nógv, og til systkini hjá Villa, Tóru, Elinborg og Berta og til tykkara næstringar, hjúnafelagar [...] misti Brynhild tað fjórða av børnunum. Tað má sigast at vera ein sera tung lagna. 10. august 1974 giftist Villi við Lisu, dóttir Nensiu og Theodor Thomasen í Sørvági; tey settu búgv Uppi á Kvíggj í Sørvági
Klaksvík sum umboð fyri Javnaðarflokkin og sat har til 1984. Hann gjørdist formaður fyri Føroya Kommunufelag í 1977 til 1979. Men boð vóru eisini eftir Vilhelmi til enn fleiri politiskar avbjóðingar. Hann varð [...] tingmaður heilt fram til 2008, tá hann ikki stillaði uppaftur. Í tveimum umførum umboðaði hann eisini Javnaðarflokkin í landsstýrinum, fyrru ferð frá 1979 til 1981 og seinnu ferð frá 1985 til 1989. Hann var [...] hann á orðið, at hetta ivaleyst fór at verða seinasti landsfundurin, hann var við til, og so var. Men hann hevði tá verið til teir allarflestu hesi 65 árini. Vilhelm var føddur í Klaksvík í 1942 og var sostatt
hann tó tíð til at taka prógv í russiskum. Tá var eftirspurningur eftir lærarum í hesum faki í Føroyum, og kom hann tí heim. Hann og Bozena, sum er kekkisk, fingu fýra døtur. Tey hava sæð til at børnini [...] góður til tað skrivliga kundi Valdemar, so friðarligur hann enn tóktist, vera ein rættur íspegil. Henda síðan av lyndi hansara kom t.d. fram í teimum mongu skemtitekningunum, sum hann gjørdi sær til dagdvølju [...] Føroyum er vorðin ein tann størsta. Valdemar var ein av hesum fáu, og hann var ein góður eygleiðari til alt tað, sum var farið fram. Tann fyrsta stóra broytingin í Hoyvík var í 1908, tá bróstsjúkrahúsið
Tórálvur var føddur og vaks upp í Sandvík, men fór sum 12-ára gamal til Tvøroyrar at ganga í realskúla. Eftir lokið prógv var hann tvey ár til skips, men hóast sjólívið hóvaði honum væl - og royndirnar sum [...] innihald - stóð hugur hansara til at royna okkurt annað og nema sær meira bókligan kunnleika. Aftaná 3 ára starvstíð á Føroya Gjaldstovu gjørdi hann í 1954 av at fara til Danmarkar á handilsskúla. Hann [...] kunnleika til tær hendingar, sum lógu aftanfyri tey kvæðini hann skipaði, livdi hann á ein heilt serligan hátt við í framberingini av kvæðunum hann frambar. Tórálvur var eisini stigtakari til og formaður
lesa guðfrøði og gjørdist prestur í Ónagerði í 1954, har hann starvaðist til hann fekk prestastarv í Fuglafirði í 1956. Torkil giftist við Ingu Midjord, eisini úr Vági, og fingu tey fýra børn: Páll, Tordis [...] Tordis, Heina og Johan. Meðan Torkil las í Keypmannahavn, arbeiddi Inga fyri at vinna til dagsins uppihald. Í Fuglafirði hava tey bæði trivist væl. Torkil tók sær væl av uppgávunum í sambandi við prestaembæti [...] vóru vit tríggjar systrar í uppvøkstri. Fyri okkum var tað av størstu upplivingum at ferðast norður til Fuglafjarðar. Altíð vóru vit og foreldur okkara væl móttikin, og fingu vit børn nógvar góðar løtur
Vit standa spyrjandi, finna ikki orð, hví tú, sum var so lívsglað og full av kærleika til øll, tú var ongantíð bara til, sum so mong. Tú vaks upp á Sevmýri hjá tínum kæru foreldrum, Jacob og Annu Vang, sum [...] tær, tók til, tað var eingin betri seyðamaður enn mamma, djórini vóru títt eitt og alt, tað kunnu Bjørn, Ábal og Drumbur prógva. Títt lívsstarv kom at verða í Føroya Sparikassa, og tað røkti tú til fulnar [...] tú var, tað prógvar eisini tann stóri skarin, ið nú fylgdi tær til títt seinasta hvíldarstað á fold. Tú dugdi so sera væl at venda myrkur til ljós, altíð at finna tað positiva fram, óansæð hvat og hvussu