flogvápnið hevur skotið eitt ómannað flogfar niður í dag. Herleiðslan sigur, at flogfarið kom inn yvir syðra part av landinum, men at tað er ógreitt, hvør hevði sent tað á flog. Kortini ljóðar, at tað kom [...] tað niður, til tað kom inn í ísraelskt loftrúm. Úm summarið í 2006 skutu ísraelsmenn eitt ómannað flogfar, sum Hizbollah-rørslan í Libanon hevði sent inn yvir ísraelskt øki.
Eitt flogfar hjá Norwegian Airlines, sum var á veg úr Nice í Fraklandi til Keypmannahavnar, fekk boð um at venda aftur, eftir at ein lepi við orðunum "al Qaeda-bumba" var funnin í flogfarinum. Á lepanum [...] lepanum var eisini tekstur á arabiskum máli. Í Nice fingu tey 127 ferðafólkini boð um at fara úr flogfarinum, og síðani kannaðu myndugleikarnir flogfarið og viðførið hjá ferðafólkunum. Men einki óvanligt var
býnum Penmarche. Neyðarkallið fekk fronsku sjóverjuna at senda eina tyrlu og eitt flogfar at leita ta somu náttina og út á morgunin, men tey funnu einki. Tað skrivar Ekstrablaðið, sum hevur tosað við teir
Eitt flogfar hjá niðurlendska flogfelagnum KLM noyddist í morgun at trygdarlenda á flogvøllinum í Bllund, tí roykur var í ferðafólkarúminum. Flogfarið var á veg úr Amsterdam til Stavanger, og 53 fólk vóru
lítið flogfar við átta fólkum datt niður í Tyrol í Eysturríki í dag. Sambært fronsku tíðindastovuni AFP vóru øll seks eysturríkskir ríkisborgarar. Tey bæði, sum sluppu við lívinum, vórðu flutt á sjúkrahús [...] sum skilst hevur annað teirra fingið stóran skaða. Flogfarið, sum var av slagnum Cessna (myndin), var á veg frá Innsbruck í Eysturríki til Valencia í Spania, tá tað datt niður í ein skóg, har eldur kom í
Norðskála beint fyri klokkan 23 í gjárkvøldið. Óhappið hendi norðan fyri kirkjuna, og bilurin lendi á takinum. Bilførarin var ávirkaður, sigur politiið.
Eitt lítið flogfar datt í nátt niður nærhendis nepalska høvuðsstaðnum, Katmandu. Øll tey 16 ferðafólkini og manningin, sum taldu trý, doyðu. Nepalsku myndugleikarnir siga, at sjey bretar og fimm kinesarar [...] tað datt niður, og myndugleikarnir fóru alt fyri eitt undir at leita eftir orsøkini til vanlukkuna. Á flogvøllinum í Katmandu siga tey, at flogskiparin segði seg hava trupulleikar við flogfarinum. Stutt
Iranar hava bygt eitt lítið, ómannað flogfar, sum skal brúkast til njósning, men sum eisini kann brúkast til álop. Tað segði iranska sjónvarpið í gjárkvøldið. Sagt varð, at flogfarið, sum hevur fingið [...] fingið navnið Shahed 129, kann halda sær á flogi í eitt heilt samdøgur, og at tað kann søkja at málum 2.000 kilometrar burturi. Iran boðaði í apríl frá, at landið var í ferð við at gera eitt ómannað njósnaraflogfar [...] Tey amerikonsku flogførini kunnu flúgva ogvuliga høgt uppi, og tað ber næstan ikki til at síggja tey á radara.
men stóð uppi á takinum á einum Boeing 747-flogfari. Amerikonskir fjølmiðlar siga, at rættiliga fitt av fólki var komið saman at síggja rúmdarferjuna á hennara seinastu ferð í luftini. Á ferðini úr Florida [...] rúmdarferjan Endeavour var á síni seinastu ferð í gjár. Eftir at hava flogið lágt uppi yvir fleiri býum í Kalifornia setti ferjan seg á altjóða flogvøllin í Los Angeles, har hon nú skal á eitt savn hjá einum [...] Gabrielle Giffords, sum slapp livandi frá einari drápsroynd í fjør. Maður hennara, Mark Kelly, var skipari á Endeavour, tá ferjan var úti í rúmdini fyri seinastu ferð.
Eitt lítið privatflogfar við tveimum monnum datt niður á Bornholm seinnapartin. Teir báðir menninir eru illa løstaðir og vórðu fluttir við tyrlu á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Læknarnir har hava sagt [...] eru 27 og 38 ára gamlir, eru hvørki týskarar ella danir, sigur løgreglan á Bornholm. Flogfarið datt niður stutt frá flogvøllinum á Bornholm, og løgreglan hevur avbyrgt økið.