Ísrael skotið ómannað flogfar niður

Ísraelska flogvápnið hevur skotið eitt ómannað flogfar niður í dag. Herleiðslan sigur, at flogfarið kom inn yvir syðra part av landinum, men at tað er ógreitt, hvør hevði sent tað á flog. Kortini ljóðar, at tað kom ikki úr Gaza, har tann hernaðarliga rørslan Hamas hevur valdið.

Herleiðslan sigur í einari fráboðan, at hermenn eru farnir til Negev-oyðimørkina at leita eftir leivdunum av flogfarinum.

Ísraelska útvarpið sigur, at tað ómannaða flogfarið var av tí slagnum, sum kann savna upplýsingar, og at tað var óvápnað. Útvarpið veit eisini at siga, at ísraelska flogvápnið helt eygað við flogfarinum eina góða løtu og bíðaði við at skjóta tað niður, til tað kom inn í ísraelskt loftrúm.

Úm summarið í 2006 skutu ísraelsmenn eitt ómannað flogfar, sum Hizbollah-rørslan í Libanon hevði sent inn yvir ísraelskt øki.